? Kunna vit okkum ikki nóg væl um búskaparligu gongdina í landinum, so kunnu vit ikki vænta, at onnur fara at kunna okkum um tað.
Hetta sigur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroyar. Í donskum fjølmiðlum er hann endurgivin fyri at siga, at Føroya nú hava so lítla tiltrúgv til danskar myndugleikar, at vit ikki longur vilja lurta eftir ráðgevingini frá danska Fíggjareftirlitinum.
? Funktiónin hjá Fíggjareftirlitinum verður tann sama sum higartil, men vit mugu sjálv hava skil á okkara egna búskapi, sigur Sigurð Poulsen við Sosialin.
? Hetta gera vit við at hava góð hagtøl. Hagstovan ger síni hagtøl, men tey hagtølini, sum vit hava serligan áhuga fyri í Landsbankanum, eru hagtølini fyri fíggjarsektorin og fyri almannasektorin. Vit eru áhugað í at vita, hvørja ávirkan fíggjarsektorurin hevur á vinnulívið og øvugt.
Sigurð Poulsen sigur, at síðani Landsbankin varð stovnaður í 1988 hevur verið roynt at bygt upp slíka hagtalsskipan. Sigurð Poulsen var einsamallur settur í starv í Landsbankanum í 1988, og er bankin síðani útbygdur - og starvast í dag sjey fólk í Landsbanka Føroya.
? Tað er eisini mark fyri, hvussu skjótt tú kanst uppbyggja ein slíkan stovn, sigur hann.
Danir taka sær av egnum áhugamálum
Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við, at peningastovnarnir eru sunnir - at innistandandi peningurin er tryggur.
? Føroysku myndugleikarnir mugu sjálvir taka sær av, at vit vita, hvussu ymsu partarnir í búskapinum verða ávirkaðir, sigur Sigurð Poulsen, sum leggur afturat, at hetta hevur stóran týdning fyri búskaparpolitikkin.
Hann heldur, at vit kunnu ikki líta á, at vit fáa allar upplýsingarnar uttanifrá.
? Eg havi fult álit á teimum upplýsingum, sum vit dagliga fáa frá donsku myndugleikunum. Men tá á stendur, so hava teir skyldu at taka sær av donskum áhugamálum, sigur Sigurð Poulsen.
Samstarva við Hagstovu Føroya
Eitt feskt dømi um hetta er bankamálið, har føroysku myndugleikarnir ikki hava verið rætt kunnaðir.
Sigurð Poulsen vil ikki beinleiðis siga, at danir hava givið føroyingum rangar upplýsingar, men heldur hetta vera eitt dømi um, at vit ikki sjálv høvdu nóg góða vitan.
? Um vit kundu spurt meira beinleiðis, so høvdu vit uttan iva fingið betri svar - neyvari upplýsingar, heldur hann.
? Vit vistu ikki rættuliga, hvussu illa tað stóð til í peningastovnunum.
? Høvdu vit vitað tað betur í dag?
? Ja, tað høvdu vit, um enn vit ikki eru nóg væl fyri, sigur hann.
? Er Landsbankin bygdur út orsakað av bankamálinum?
? Vit høvdu undir øllum umstøðum bygt út Landsbankan, men hvøkkurin av bankamálinum hevur undirstrikað, hvat er av týdningi, sigur hann.
Sigurð Poulsen sigur, at hetta, hann tosar um, er nakað sum Landsbankin sjávlur hevur sett í gongd. Hann leggur tó afturat, at Landsbankin ger hetta í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya, so minst møguligt at arbeiðinum verður gjørt tvær ferðir.
Vaksandi áhugi
fyri hagtølum
? Er tað ikki eitt krav frá politiska myndugleikanum í Føroyum, at Lansbankin skal brynja seg at hava skil á hesum viðurskiftum?
? Tað er ikki eitt beinleiðis krav, men tað hevur verið ein vaksandi áhugi fyri at fingið góð hagtøl. Men einki krav um, hvussu hetta skal gerast, sigur Sigurð Poulsen.
? Var tað ikki so, at ávísir politiskir flokkar beinleiðis vóru ímóti, at Landsbankin varð settur á stovn?
? Jú, tað er tað nakað um. Men í dag eru tað meira teir faktisku spurningarnir, sum spæla inn, sigur Sigurð Poulsen. Hann sigur, at hugburðurin tá var, at peningastovnarnir eisini skuldu taka sær av landsins áhugamálum.
? Men tað helt ikki kortini, staðfestir Sigurð Poulsen.
Stóra skuldin ávirkar
Fyri nøkrum árum síðani hevði Landsstýrið onga umsting á búskaparliga økinum. Byrjað varð fyrst í 80?unum, tá farið var at styrkja Hagstovuna og Fíggjardeildina í Landsstýrinum, greiðir Sigurð Poulsen frá.
? Tá varð litið á, at vit fingu hjálp frá donsku umsitingini. Tað fingu vit eisini, men tá kreppa kom, var týðuligur munur á donskum og føroyskum áhugamálum, sigur hann.
Í fimtiárunum var eisini kreppa. Var støðan tann sama tá?
? Tað tori eg ikki at siga, men tá var uttanlandsskuldin ikki so stór, sigur Sigurð Poulsen. Men hann leggur afturat, at nógv av teimum málum, sum stungu seg upp í 90?unum stóðust av, at skuldin er so stór.
? Danir eru bangnir fyri, at teir koma at hanga upp á skuldina, og hesum royna teir at sleppa undan - á ein hátt, sum vit ikki kunnu góðtaka.
Hetta sigur Sigurð Poulsen uttan mun til, hvat bankakanningin í dag avdúkar um hesi viðurskifti.
? Kunna vit okkum ikki nóg væl sjálv, so kunnu vit heldur ikki vænta, at fólk við øðrum áhugamálum fara at gera tað, sigur hann.
Um 1 - 2 ár væntar Sigurð Poulsen, at Landsbanki Føroya er nóg væl førur fyri at viðgera hagtølini.
? Tað snýr seg ikki bara um at fáa til vega hagtøl, men um at analýsera tey - og duga at fáa tað rætta burtur úr, sigur hann.