Zacharias Wang og Lógin

Zacharias Wang vil kollvelting í Føroyum!!!

Zacharias Wang eigur ein stóran part av tí, sum stendur í Sosialinum 13.01.98. Tað skal hann eiga, at sjáldan fyrr hevur hann lagt so greitt fyri ein dag, hvat tað er hann ætlar. Zacharias Wang vil kollvelting í Føroyum!!!


Zacharias

og fólkarætturin

Sum so mangan áður nemur Zacharias Wang við Bergenssátmálan, sum er frá miðju 15. øld. Zacharias heldur uppá, at tess vegna hesin sáttmálin ongantíð er formliga broyttur er hann framvegis í gildi, og at verandi tilknýti til danska ríki tí er uttan lógligt grundarlag. Hetta er tvætl. Fólkarættarliga er Heimastýrislógin lógligt grundarlag undir Føroya støðu í ríkinum. Hetta er so, hóast statsrættarserfrøðingar seta spurnartekin við, hvørt danska grundlógin í 1948 heimilaði Fólkatinginum at geva Føroyum heimastýri. Men tá Grønland fekk sína skipan í 1979 var eingin, sum hevði kunna brúkt grundlógina sum argument ímóti.


Skal lógin ráða

ella tæna

Hóast grundlógin í sínum skrivaða teksti ongastaðni heimilar Fólkatinginum at seta heimastýri á stovn, so samtykti Fólkatingið kortini at seta slíka skipan í verk í Føroyum í 1948. Eingin hevur stevnt fyri grundlógarbrot í hesum sambandi, og tískil er lógin framvegis í gildi. Í 1979 var tí ikki neyðugt at skeita eftir grundlógini, í tann mun spurningurin snúði seg um, hvørt Fólkatingið hevði rætt til at seta heimatýri á stovn í Grønlandi ella ikki. Hesin spurningur var avgjørdur ígjøgnum praksis, soleiðis at skilja, at tá skipanin kundi setast í verk í Føroyum, so kundi hon eisini setast í verk í Grønlandi. Og eingin hevur stevnt fyri grundlógarbrot í hesum sambandi heldur. Tað er hetta, sum Zaharias Wang ikki vil viðganga. Hann krevur at lógarinnar tekstur verður fylgdur orð fyri orð. Hann krevur at lógin ræður.


Lógin er

ikki fullkomin

Danski løgfrøðingurin Peter Høilund umrøður í bók síni »Den forbudte retsfølelse« hesa fatan, sum Zacharias er talsmaður fyri. Niðurstøða hansara er, at um vit lata lógarinnar bókstav vera avgerandi fyri hvussu vit skipa okkum, so enda vit í einum fullkomnum tóma, har okkara menniskjansligu eginleikar eru burtur. Lógin er til fyri okkara skyld og ikki øvugt. Peter Høilund vísir á fleiri Hægstarættardómar bæði í Noregi og í Danmark, har dómararnir hava skúgva lóggávuna til viks, tí at hon, eftir tærra tykki, ikki hevur veitt borgarunum ta trygd, ið lóggáva sum so er ætlað at geva. Fyri hesar dómararnar er ein rættvísi omanfyri lógarinnar bókstav, soleiðis at skilja, at lógin er ikki fullkomin.


Zacharias og frælsið

Men fyri Zacharias er lógin fullkomin. Og einki broytist í 500 ár. Vit skulu lata okkum stýra og ráða av avgerðum, tiknar av monnum, ið hava verið deyðir í 500 ár! Er hetta ikki kúgan, so veit eg einki.


Keypmannahavn 13.01.1998