Eg hoyri, at onkur sigur, at vit eru ímóti okkara sjómonnum. Men tað er ikki rætt.
Vit vita væl, at tað er stór ogn í sjómonnum okkara, og vit vita eisini, hvønn týdning ein sunn sjóvinna hevur fyri búskapin.
Ein stór fjøld av teimum, sum standa aftanfyri arbeiðssteðgin og mótmælisfundin, varða av sjómonnum. Nógvar eru giftar við sjómonnum, og her eru døtur og synir, systrar og beiggjar hjá sjófólki, og fleiri eiga ella hava átt pápa á sjónum.
Hetta tiltakið er sanniliga ikki sett í verk ímóti sjómonnunum okkara, men hetta er eitt tiltak vent beinleiðis móti politiska valdinum, sum er farið at gera mismun á borgarum landsins, og fyri at rópa varskó móti tí førda fíggjarpolitikkinum.
Og tað eru ikki bara vit á landi, sum halda hetta vera skeivt.
Frá fleiri havi eg hoyrt, at eisini nógvir sjómennir eru argir inn á tað nýggju lógina, sum ber við sær, at sjómenn ikki skulu hava somu skattskyldur sum aðrir skattaborgarir. Teir hava verið her alla tíðina, og teir vilja fegnir vera við til at bera sín part av byrðini, sum tað kostar at reka samfelagið. Teir vilja vera solidariskir við øll onnur í hesum samfelag, sum fáa úrkomu sína fyri at arbeiða hjá øðrum.
Grunnleggjandi skulu vit øll vera líka fyri lógini, og hetta, sum nú er gjørt, vendir ið hvussu er tann skeiva vegin.
Kunnu vit hugsa okkum, at vit skulu geva skattalætta til serlæknar, tí teir støðast so illa í Føroyum?
Ella skattalætta til pedagogar, tí eftirspurningurin er so stórur?
Neyvan, og tað hevði heldur ikki verið rætt.
Tað ber ikki til at taka ein starvsbólk burturúr. Men nakað annað er at geva frádráttarmøguleikar fyri tann serliga kostnað, sum tað er at røkja sína vinnu.
Tað er ikki rætt, við lóg at geva einari ávísari stætt ein peningaligan fyrimun. Rætta mannagongdin er, at stættirnar vinna sær ágóðar í samráðingum við sín sáttmálamótpart. Men soleiðis er ikki í hesum føri, og tí síggja vit tað, sum her er hent, sum eitt slysálop á frælsa fakfelagsarbeiðið, og tá er besta vápnið hjá mótpartinum sjálvandi at seta fakfeløg upp ímóti hvørjum øðrum.
Búskaparpolitikkur og skerjingar av reallønini.
Tað hevur verið førdur ein sera strangur búskaparligur politikkur tey seinastu árini, og hann hevur rakt løntakaran meint. Arbeiðsloysið hevur verið stórt. Arbeiðsinntøkan hjá teimum flestu er nógv skerd, bæði av fækkandi arbeiðstímum og av beinleiðis lønarskerjingum. Og tann tøka reallønin er nógv minkað av øðrum búskaparligum inntrivum hesi seinastu árini. Og tí hevur tað verið, og tí er tað framvegis ilt hjá mongum at bjarga sær.
Eg vil vísa á, at tað er órímiligt, at Føroya Landsstýri og Løgtingið siga seg hava ráð til at geva batar, sum verða sagdir at fara til betri løntu sjómenninar, men ikki til fiskimenn við lægstu inntøkunum, samstundis sum teir siga seg ikki at hava fíggjarliga orku at lata lønarniðurskurðin aftur til okkara, sum hava sáttmála við Landsstýrið , sum vóru umfatað av eini fyribils lønarskerjing í 11 mánaðir í 1993. Soleiðis varð okkum lovað.
Lønarniðurskurðin fáa vit ikki allan aftur fyrr enn í 1999, og. tá er lønin so nøkulunda komin á sama støði sum í 1991, men við einum stórum reallønarfalli.
Tað er ilt at vita, hvørjum vit skulu trúgva.
Skulu vit trúgva landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið hann sigur, at tíverri stendur tað so illa til hjá landskassanum, at teir ikki kunnu geva okkum, sum hava sáttmála við landsstýrið, alla skerjingina aftur beinanvegin, ella skulu vit trúgva sama landsstýrismanni, nú tá ið hann sigur, at tað gongur so mikið væl, at vit hava ráð til at lata ávísum samfelagsbólki - eg hugsi um reiðararnar - serligar batar. Og hetta eru í roynd og veru batar, sum reiðarnir sjálvir áttu at goldið. Ella sagt við øðrum orðum, ein fjaldur stuðul til fiskivinnuna, sum enn einaferð gruggar útyvir vantandi kappingarføri hjá pørtum av fiskivinnuni. Og tá hava vit onga sunna sjóvinnu at liva av. Heldur verður hon ein kleppur um beinini, sum kann vera við til at leiða okkum út í eina nýggja búskaparliga kreppu.
Vit vita væl, hvør ið tá skal gjalda.
Tey somu, sum sviðu ringast fyri fyrra húsagangin.
Vit vilja ikki standa tigandi og hyggja at meðan Føroyar enn einaferð verða koyrdar á húsagang.
Og fyri meg er tað eisini avgerðandi neyðugt, at vit bera so í bandi, at vit í framtíðini ráða okkum sjálvum. Bæði tá tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti.
Løntakarin hevur havt ilt við at fóta sær í hesum hørðu búskaparligu tíðum og stúrir fyri, at hetta bert er byrjanin til nýggjar reallønarlækkingar, nú ávísur politikkur við almennum lønarskerjingum sum veruliga endamálinum verður kroystur ígjøgnum, í fyrsta umfari kammofleraður sum skattalætti til ávísan samfelagsbólk.
Skulu vit enn einaferð gjalda fyri ein skilaleysan búskaparpolitikk sum endar við, at skatturin og mvg´ið verða hækkað?
Vit kenna okkum sannførd um, at hetta, sum nú verður givið út, og sum tað almenna skal gjalda, skal vinnast aftur í lægri hýrum.
Studningurin til fiskivinnuna, ella rættari til peningavaldið aftanfyri fiskivinnuna, er sostatt byrjaður av nýggjum. Tað var hesin studningur, sum var so eyðkendur fyri tað sokallaðu góðu tíðina, sum koyrdi okkum á húsagang, saman við politiskum ráðagerðum, gjørdar í einum øðrum landi.
Soleiðis liggur landið beint nú.
Vit vilja ikki við afturstigi inn í eina nýggja búskaparliga fellu.
Hildur Patursson