Trælalyndi

Hósdagin tann 8. januar 1998 var eg á Káta Horninum. Har møtti eg einum góðum sambandsmanni, sum eg havi havt mangt áhugavert prátið við

Hósdagin tann 8. januar 1998 var eg á Káta Horninum. Har møtti eg einum góðum sambandsmanni, sum eg havi havt mangt áhugavert prátið við. Men henda dag var hann sum hamskiftur, og sigur við meg, at onkur skuldi jarðlagt meg, tí at eg hevði fornermað danska forsætisráðharran. Eg segði, at hann var vælkomin sjálvur at gera tað hann hótti við, men eitt skuldi hann vita, og tað var, at eg sló ikki aftur. Varð eg sundursoraður av honum ella nøkrum øðrum av lakajunum hjá tí ólógliga harðræði, sum her er sett á stovn, so tók eg tað sum eitt av ofrunum, sum ikki slepst undan í frælsisstríði okkara.


Er danska stýrið lógligt?

Eg royndi at spyrja hann, hvat ið var skeivt í tí, sum eg hevði sagt um forsætisráðharran. Var tað kanska ikki rætt at danska stýrið í ríki okkara síðan 9. juni 1995 ikki hevur nakað lógligt støði at standa á, og at teir donsku politikararnir, sum halda fram við at stýra okkum ólógliga, tí eru at sammeta við politikarar, sum teir vanliga ikki brýggja seg um at verða samanbornir við?

Nei, tað sum var galið, var tað at eg hevði sagt hetta. At eg hevði sagt, at teir vóru imperialistar, tí tað kundi gera tað, at teir gjørdust firtnir og ikki vildu geva okkum so nógvar pengar í komandi tíðum.


Hvat fáa vit

fyri at vera penir?

Men hóast ringt var at koma til orðanna fyri ákærum hansara, royndi eg eftir førimuni at spyrja hann, hvat ið vit hava fingið burtur úr at vera húskallar hjá donsku politikarunum. Hvat hava vit fingið burtur úr teimum pengum, sum vit hava fingið fyri okkara undirbrotligheit? Í tjúgunum fóru vit á húsagang, í tríatiárunum fóru vit á húsagang, í fimmtiárunum fóru vit á húsagang, í áttatiárunum fóru vit á húsagang, og í nittiárunum hava vit mist 10.000 av okkara unga fólki. Familiurnar eru sundurskræddar, fólk eru rikin av landinum og sita í útlegd og gjalda niður lánini, tey høvdu í tí húsi, sum tey hava mist, samstundis sum tey skulu gjalda fyri innivist í tí landi, tey nú eru rikin til.

Hetta er tað, sum vit hava fingið fyri at vera fitt ímóti teimum donsku forsætisráðharrunum.


Duga vit ikki

at húsast?

Men so segði hann, at tað vóru vit sjálvi, sum ikki høvdu dugað at húsast við teimum pengunum, sum komnir vóru úr Danmark, og at tað tí vóru vit, sum høvdu allan feilin. Høvdu vit nýtt pengarnar betri, so hevði tað verið heilt øðrvísi.

Tá noyddist eg at spyrja hann, hvørjir teir føroyingar vóru, sum ikki høvdu dugað at húsast. Tað máttu jú vera teir, sum hava havt valdið. Hvørjir hava teir verið?


Sambandsflokkarnir mutraðan meiriluta

Í tjúgunum hevði sambandsflokkurin reinan meiriluta, tí hann fekk sannført nóg nógv um, at tað var gott at fáa pengar úr Danmark. Inn á ting í 1928 kom ein nýggjur flokkur, sum fekk sær navnið javnaðarflokkurin og segði, at hann var enn betri enn sambandsflokkurin at mjólka statskúnni, og tað fekk hann eisini nakrar av teimum atkvøðunum uppá, sum annars høvdu farið til sambandsflokkin. Fram til 1936 høvdu hesir báðir flokkarnir meiriluta í felag.

Í 1936 vóru tað nakrir menn, sum tóku valdið í sjálvstýrisflokkinum, og sum fóru at samstarva við javnaðarflokkin og sambandsflokkin um at fáa fyrimunir burtur úr tí danska studninginum.

Hetta hevur eydnast teimum, og til hvørt einasta val, sum hevur verið síðani 1936, hava hesir flokkar megnað at mutra seg til so nógvar atkvøður, at eingin meiriluti hevur kunnað verið skipaður uttan um teir.


Sambandsflokkarnir stýrt okkum út í kreppurnar!

Tað vóru hesir flokkar, sum í 1946 við danskari uppílegging kollveltu loysingina, og sum síðani við hesum danska stuðli gjørdu eina stýrisskipan hjá okkum við einum landsstýri, sum gav løgmanni alt veruligt vald í stýrinum. Síðani hava hesir flokkar havt løgmannin í 44 av teimum 50 árunum, sum skipanin hevur verið. Harafturat er komið, at tað hevur eydnast hesum flokkum at fingið aðrar flokkar at hjálpt sær og dønum at stýrt okkum. Teir hava havt meiriluta, og so hava teir lokkað veikar sálir í øðrum flokkum, sum kanska hava hildið seg fingið onkran válgarabita, at hjálpt sær við at stýra okkum. Í øllum landsstýrum hava tó onkrir av hesum sambandsflokkunum verið uppi í og hava havt sum avgjørda treyt, at lívlinjan til danska respiratorin skuldi vera ótálmað.

Tá ið tað nú gongur av skriðuni hjá okkum, so føra teir, sum hava stýrt okkum út í hesa vanlukku, tað fram, at tað eru øll onnur, sum hava feilin. Teir hava stýrt okkum í rot og nú siga teir, at tað er tann manning, sum teir forkoma, sum hevur alla ábyrgd, men at teir sjálvir eru so reinir sum lambið.


Sambandslygnin

Tað sum er galið við teimum, er at teir eru villleiddir til at halda, at tað, sum er til fyrimun fyri teir, eisini er gott fyri tjóð okkara. Teir sum hava villleitt teir, eru teir donsku politikararnir, sum hava fíggjað teirra niðurbrótandi politikk, og hava íbirt sambandslygnina.

Sambandslygnin er nevnliga tann, at tað er gott fyri okkum at fáa pengar uttanífrá. Allir búskaparfrøðingar duga at greiða frá, at eitt land, sum fær ta byrðu á seg sum vit hava fingið oman yvir okkum við danska blokkinum, fer á húsagang. Hetta er heilt einfalt tí, at pengar uttanífrá gera at prísurin á egnari framleiðslu fer upp, so tað loysir seg betri fyri fólk at keypa vørur uttanlands enn at framleiða sjálvi, og tað má og kann ikki annað enn enda við at vit ikki klára okkum.


Nyrup lýgur móti betri vitandi

Núverandi danski forsætisráðharrin er búskaparfrøðingur, og tá ið hann sigur, at vit við danska studninginum fara at koma burtur úr kreppuni, so er tað ikki bert tað at hann lýgur, men hann lýgur móti betri vitandi. Hann veit at blokkurin er til ómetaligan skaða fyri búskap okkara, og hann veit eisini, at hesin studningur fer at reka enn fleiri av okkum úr fosturlandinum. Men hann skal jú reka ein politikk, sum er til gagn fyri danska ríkið, og hann heldur, at tað er til fyrimun fyri Danmark, at vit fara á ørmundahúsið. Hann hevur brúk fyri landi okkara, og tað er til fyrimun fyri hann, at tað er oyðið og tómt.


Trælalyndið úr skýmaskotunum

Tann sum gevur seg upp til onnur gerst trælur hjá teimum. Tá ið eg segði danska forsætisráðharranum sannleikan um hvat ið hann var, og hvørjar ið hann setti seg sjálvan og allar aðrar danskar floksleiðarar í bólk við, var tað fyri at tey sum høvdu trælalyndi skuldu sleppa at avdúka seg sjálvi, og henda dag í Havnar gøtum kom so tann fyrsti fram úr skýmaskotinum.


Zakarias Wang


Meiningskanningin

Útvarpið hevði stór tíðindi at bera nú verkfalsdagin. Sagt varð, at ein kanning vísti, at tveir triðingar av føroyingum halda, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og bert ein fjórðingur er fyri loysing.

Tá so er, so er tað ringt at skilja, hví danski forsætisráðharrin ikki beinan vegin tekur undir við áheitanini hjá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi og letur okkum sleppa at útinna okkara tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt við at velja ein tjóðfund, sum so við stórum meiriluta fer at samtykkja, at vit skulu gerast ein partur av Danmark og EU.

Hví sigur hann so ikki bara ja?

Kanska hevur hann hoyrt um, at á vári í 1946 vissaðu ávísir føroyskir politikarar donsku stjórnini um, at teir kundu fáa eina og hvørja heimastýrisskipan samtykta, bert loysingin var hin valkosturin?


Zakarias Wang


Vagn Wåhlin

Nu har vi fået en ny statsretsekspert, og det er Vagn Wåhlin, mag. art. og docent ved Århus Universitet.

Han udtaler, at Færøerne er et dansk amt, og at Færøernes status uden videre kan ændres af de danske myndigheder.

Det interessante spørgsmål, som hverken Vagn Wåhlin eller nogen af de større lys i den efterhånden mangeårige debat om Færøernes status har besvaret, er: Hvordan og hvornår har danske myndigheder fået hjemmel til at ændre Færøernes folkeretlige og statsretlige status?

Dette spørgsmål kan de ikke besvare, ikke én eneste af dem.

Dette spørgsmål har jeg underkastet en drøftelse i min bog af 1993 (Bergenunionen eller EF-union), og det er bemærkelsesværdigt, at der ikke er én eneste af de danske eksperter, der har behandlet denne bogs tese.

Hvorfor har de ikke det? Hvis tesen var uholdbar, skulle det være nemt at tilbagevise den. Så kunne vi få en fremstilling, der på videnskabeligt grundlag påviser, hvordan og hvornår Danmarks riges grænser er ændret således at riget også omfatter Færøerne (og Grønland). Der findes jo mange fremstillinger af, hvordan Danmarks riges grænser i 1920 blev flyttet således, at Nordslesvig blev en del af riget, så hvorfor har vi ingen tilsvarende fremstilling her?

Så længe de danske statsretslærde ikke kan klare denne intellektuelle udfordring, er vi nødt til at holde os til de nøgne kendsgerninger, som er følgende:

Færøerne og Grønland var integrerede dele af det norske rige, der i 1450 indgik en folkeretlig bindende unionsaftale med det danske rige. Denne aftale fastsætter, at rigerne har de samme rettigheder og forpligtelser, og at befolkningerne i hvert rige styrer deres egne anliggender. I 1661 blev der af befolkningerne vedtaget nye grundlove i såvel Danmark som i Norge, i hvilke der blev fastsat, at nu skulle den almindelige lovgivningsmyndighed og forvaltning udøves af kongen, men indbyggerne beholdt den grundlovgivende magt. Danmark blev styret af kongen til 1848, men blev da ved junigrundloven af 1849 et demokrati. I vort rige var arveenevoldsloven stadig i kraft, men kongen anmodede sin regering om at administrere os. Regeringen besluttede, at vi skulle have kommunale myndigheder, og hjemmelen for denne beslutning var den magt, vi i 1661 havde givet kongen til at udstede love. Med den samme hjemmel har regeringen kundgjort de danske grundlove i vores rige, og de har derfor her kun gyldighed som almindelige love, hvilket yderligere fremgår af, at de ligesom alle andre love bliver sat i kraft her ved kongelig anordning.

Vores amtskommune er derfor ikke en dansk amtskommune, men en amtskommune i vort eget rige, der er i union med Danmark.

Men nu er der sket en total ændring i vores situation.

Den 9. juni 1995 afleverede 3094 borgere i vort rige en petition til dronning Margrethe, i hvilken vi anmodede hende om at tilbagelevere den magt, som vi ved arveenevoldsloven af 1661 havde deponeret hos kongen. Denne anmodning er blevet behandlet i statsministeriet, der ved brev af 14. september 1995 afslog den, idet ministeriet udtalte, at det ?ikke ser sig i stand til at vurdere den historiske argumentation?.

Dette svar er et ualmindelig klart brud på folkeretten, idet den folkeretligt bindende aftale, Danmark sluttede med os i 1450, udtaler, at begge rigerne er lige. Når derfor 2000 af Danmarks indbyggere ved i 1848 at henvende sig til kongen fik tilbageleveret den magt, han havde fået i 1661, så er den danske regering folkeretlig forpligtet til at give borgerne i det med Danmark forbundne rige den samme ret, såfremt den modtager en henvendelse af samme art, som den Danmarks konge fik i 1848.

Vores henvendelse går ud på, at vi skal få lov til at udøve vores nationale selvbestemmelsesret. Der skal vælges en grundlovgivende rigsforsamling, der naturligvis har al den lovgivende og udøvende magt, der hidtil har været hos rigets myndigheder. Derpå skal forsamlingen beslutte, hvilken vores statsretlige og folkeretlige status skal være fremover.

Dette er hvad vi har ret til, og hvis vi bestemmer, at vores folkeretlige status skal være den, at vi skal være en fuldt integreret del af Danmarks rige, så vil Wåhlin have ret i at Danmarks regering og folketing kan bestemme hvilken kommunal styrelsesordning, vi skal have indenfor riget. Men hvis de danske politiske partier mente, at vi ville tage en sådan beslutning, så ville de utvivlsomt skyndsomst have ophørt med deres ulovlige politik og givet os vores selvbestemmelsesret.

Så længe de ikke gør det, er vi nødt til objektivt at konstatere, at de danske politikere i relation til os driver en politik, der indbyder til sammenligning med regeringer og politikere, som man normalt ikke plejer at slå dem i hartkorn med.


Zakarias Wang



Hvat er ein tjóðfundur?

Nú eru tey mong, sum spyrja, hvat ið ein tjóðfundur er.

Hertil er at siga, at ein tjóðfundur er eitt serligt ting, sum verður valt av teimum, sum búgva í einum ríki, so at tey kunnu nýta tann sjálvsavgerðarrætt, sum allar tjóðir hava sambært altjóða sáttmálum.

Tað hetta tingið ger, er at viðgera, hvussu ríkið skal stýrast. Reglurnar fyri stýrið verða settar í eina stýrisskipanarlóg (grundlóg) sum t.d. ásetur, um tað skal vera ein kongur ella ein forseti, sum skal standa á odda í ríkinum. Síðani verða reglur settar fyri hvussu vanliga lóggávutingið skal verða valt, hvussu stjórnin skal setast og hvat vald ið hon skal hava mótvegis tinginum. Harumframt stendur eisini vanliga í eini stýrisskipanarlóg hvørji rættindi ið borgararnir hava.

Viðhvørt verður tann stýrisskipanin, sum tjóðfundurin hevur samtykt, løgd út til eina fólkaatkvøðu, og er tað har meirluti fyri henni, verður hon sett í gildi, ríkisleiðari valdur , lóggávuting vald og stjórn skipað.

Okkara tjóðfundur kemur eisini at taka støðu til, hvørt vit skulu halda fram í tí sambandsríki, vit hava við Danmark. Vilja vit tað, so má ein nýggjur samveldissáttmáli gerast, tí tann gamli frá 1450 er heldur ótíðarhóskandi. Ber ikki til at fáa semju um ein samveldissáttmála, so kunnu vit annaðhvørt gerast ein samrunnin (integreraður) partur av danska ríkinum ella skipa okkara egna ríki, sum samstarvar við onnur ríki á tann hátt, sum er til fyrimun fyri tjóð okkara.