Eftir eitt ár við hóttanum um »aðalverkfall«, fundum í hópatali, sum eru væl refereraðir í fjølmiðlunum, meira ella minni láturligar fundarsamtyktir og yvirlýsingar, kundu summi av hesum feløgum semjast um at leggja arbeiðið niður ein lúsa dag og at hava eina einkisigandi mótmælisgongu, har eg sjálvur samb. »Dimmalætting« var ein av høvuðsskurkuum.
Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins ofta sum onnur skifta hosur. Nú var tað knappliga ikki skatturin hjá fiskimonnum, sum mótmælini vóru bend ímóti, men »fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum«. Tað kom tó greitt fram á fundinum, at tað vóru fiskimenn og tess felag, sum vóru fíggindin.
Eitt spennandi hendi tó: Havnar Handverkarafelag var í veruleikanum í verkfalli móti sínum egnu limum, sum arbeiða uttanlands. Hetta man vera eindømi í heimssøguni!
Nú aftan á kunnu øll hesi feløg staðfesta, at hóas tallar tær ómetaligu kreftir, sum eru brúktar í hesum máli við hóttanum av ymsum slag, so hava tey ikki fingið broytt so mikið sum eitt komma. Hóttanirnar hava nevniliga virkað mótsatt. Eingin tingmaður við respekt fyri sær sjálvum vil hava sitandi á sær, at hann verður dikteraður av slíkum kreftum uttantings, sum her er talan um.
Tingmenn vita eisini nú, at ein hóttan frá arbeiðarafeløgum um at leggja landið lamið í veruleikanum merkir hægst 24 tímar. Tað skal meira til fyri at fáa tingmenn at rysta í brókunum! Tí verður møguleikin fyri ávirkan minni í framtíðini enn hann var frammanundan.
Orsøkin er tann, at øll hesi feløgini eru farin í part við sær destruktivu kreftirnar í føroyskari fakfelagsrørslu, har tað bert ræður um at vera ímóti stórt sæð øllum millum himmal og jørð. og har tann størsti sigur er at síggja síni egnu arbeiðspláss liggja lamin.
Tað hevði nú verið munur á, um feløgini høvdu nýtt allar hesar kreftir til gagns fyri sínar limir.
Mótsatt øllum hesum fe-løgum roynir fiskimannafelagið at arbeiða konstruktivt fyri sínar limir. Sum tað skilst kunnu vit ikki klaga um úrslitið!
Óli Jacobsen