Blaðsamrøðan 5. januar 1998:
Líkt er til, at blaðsamrøðan, sum eg hevði við Sosialin mánadagin 5. jan. 1998, ikki er fallin í góða jørð hjá formanninum í Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen og møguliga heldur ikki hjá stórum tali av vágafólki, sum ynskja fast samband um Vestmannasund..
Størstur tykist skelkurin verða, tí eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki gjørdist heitur talsmaður fyri tí loysn, sum samgongan kom við. Men eisini tí eg í samrøðuni nevndi aðrar íløgur , sum liggja á láni, og endiliga, men ikki minst, at eg tók fíggjarligu støðu landsins við sum ein part av málinum.
Orsøkin til hesa øsing skal sjálvsagt síggjast í tí ljósi, at tað var júst Javnaðarflokkurin, sum á sinni var forsprákari fyri hesi íløguætlan og var við til at byrja arbeiðið.
Men kanska er orsøkin til øsingina fyrst og fremst hon, at Hans Jørgensen og vágafólk sakna eina greiða útmelding frá Javnaðarflokkinum um málið. Hevur flokkurin broytt støðu síðan 1988?
Men tað var nú einaferð ikki tað, sum henda blaðsamrøða snúði seg um.
Hvat hava vágatingmenninir vunnið? .
Í samrøðuni leggi eg fyri við at siga, at tað var genialt av løgmanni at loysa handa poltiska trupulleikan í samgonguni á handa hátt, nevniliga við, at allir partar hildi seg hava vunnið, hóast als einki hendir..
Vágatingmenninir og Ivan Johannesen kunnu nú breggja sær av, at teimum eydnaðist, aftan á at hava tikið samgonguna sum gísla, at fáa sett á stovn ein grunn við 20 mió. kr. Teir kunna nú fara út í eitt valstríð og erpa sær av, at nú er slottið vunnið.
Man neyvan mugu vágafólk fara at lata seg tøla av slíkum glantrileiki. Hvussu oftani hevur ikki bergholið til Gásadals verið tikið fram beint fyri val? Løgingið hevur sett nakrar fáar milliónir av til endamálið fyri valið, men so títt og knapt, at valið er farið afturum, so hendir einki. Og berghol til Gásadals er so ikki komið enn.
Tað, sum her hendur, er, at júst sami leistur verður brúktur, so latið tykkum ikki tøla av hesum. Henda loysnini útvegar einki fast samband.
Hvat hava tær ivandi sálirnar í samgonguni vunnið?
Stórur partur av samgonguni var varugur við henda politiska trupulleika og visti, at neyðugt var at finna eina loysn, so samgongan kundi halda fram. Men hóast hetta vóru tey ivasom um fasta sambandið um Vestmannasund. Tey hava við hesi loysnini útsett teirra endaligu støðutakan til ein lóggáva um nýtslu burtur úr grunninum kemur fyri á løgtingi..
Hesa lóggávu skal løgmaður sum landsstýrismaður í samferðslumálum leggja fram, og tað verður seinur dagur. Eg haldi, eg tori at sláa fast, at sitandi samgonga kemur ikki longur við málinum. .
Tey hava so samstundis slept einum sunnum og skilagóðum prinsippi, um at grunnar ikki longur skulu stýra almennu íløgunum, men at hesar skulu síggjast á sjálvari fíggjarlógini. Men vit mugu bert ásanna, at »Hensigten helliger midlet«..
Gjaldførið landskassans, sum í løtuni er uml. 1 mia. kr., er ein upphædd, sum Føroya Løgting kann taka avgerð um at brúka burturav. Gjaldførið landskassans er besti grunnur, vit eiga.
Vinnarin er løgmaður, og tapararnir eru vágafólk:.
Hetta taktiska spæl løgmans hevur gjørt hann til vinnara í hesum máli. Hann hevur kyrrað samgongumenn, og allir halda seg hava vunnið, men veruligi vinnari er løgmaður sjálvur.
Tí tað er væl eingin, sum ivast í, at hann als ikki ætlat at fremja málið um fast sambandi um Vestmannasund. Tað hevur hann sagt alment. Men hann hevur drigið alla samgonguna upp á tráð og kann framhaldandi sita sum oddamaður fyri eina samgongu, sum heldur seg hava loyst ein politiskan trupulleika, men í veruleikanum bert hevur langtíðarparkerað eitt mál.
Harafturat vita vit, at hann er forsprákari fyri flogvølli á Glyvursnesi, og líkt er til, at útbyggingarætlanin av flogvøllinum í Vágum, av somu orsøk nú verður súltað í Tinganesi.
Eitt annað er, sum vit eiga at skriva okkum aftan fyri oyra, og tað er, at um einki fast samband kemur , og flogvøllur verður bygdur aðrastaðni, sum nakrir tingmenn vilja, so verður Vágoyggin veruliga »tann gloymda oyggin«.
Tapararnir verða vágafólk, og kanska serliga tey, sum hava havt eina ávísa vón um, at nú varð takið tikið.
Og tað er júst henda veruleika, eg geri vart við, tá eg sigi, at tað verður eingin undirsjóvartunnil tey fyrstu nógvu árini, og í hvørfall ikki so leingi, sum henda samgonga situr til róðurs.
Politikkarar ríða á eini »stemningsbylgju«:.
Tá báðir samfelagsfrøðingarnir komu við hesu seinastu lýsingini av hesum projekti, var sum so ikki nógv tos um fasta sambandið. Vit vistu, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevði sett ein embætismannabólk fyri at gera eina raðfesting av íløgum innan samferðsluøkið. Skilagott tiltak. Hetta arbeiðið skal vera liðugt einaferð seinni í ár.
Men fyrstur, at verða tikin av fótum av »stemninginum«, var júst sami landsstýrismaður. Og honum á baki komu so fleiri tingmenn, sjálvandi fyrst teir, sum valdir eru í Vágum.
Men tað, sum knappliga stýrdi allari politisku umrøðuni, var ein »stemningur«. Tú hoyrdi ikki eitt graml um tekniska partin av arbeiðinum og enn minni nakað um fíggjarliga partin. Nú var tað fast samband ella ikki.
Tingmenn, sum ongantíð hava viðgjørt tekniska partin av hesum projekti, t.v.s. ikki vóru við til viðgerðina í 1988, og tað er hóast alt rættiliga stórur partur av tinginum, teir taka nú støðu, sum um eingin ivi var í teirra sálum. Hvat vita hesir somu um sjálvt projektið ella um alternativar ætlanir, sum vóru frammi tá. Einki. Og í somu støðu eri eg sjálvur.
Somu tingmenn vita, at okkum bíðar ein samráðing um, hvussu vit skulu gjalda aftur uml. 6 mia. kr., men hóast henda veruleika, so tóku teir tóku ikki fíggjarligu útlitini upp á tungu.
Niðurstøða:
Til tess at fremja hesa verkætlan, so krevst annað, enn tað, sum tit higartil hava sæð á tingi. Tað krevst, at ein samgonga, sum er fyri at fremja málið, fyrst í einum valskeiði setir sær fyri at fara undir málið..
Henda samgongan, sum nú situr, er tíbetur við at rigga av, og tí skulu tit als einki vænta nakað meir fer at henda, annað enn at 20 mió. kr. standa í einum grunni, sum eitt komandi løgting kann gera við, sum tað ynskir.
Ein komandi samgonga vil eisini hava møguleikar at taka avdráttirnir av skuldini inn í metingina, tí til ta tíð, er tann spurningurin komin upp á pláss., og ein avtala er gjørd.
Og eitt komandi løgting skal sjálvandi eisini taka sær stundir til at viðgera málið, t.v.s. at málið skal lýsast frá øllum tekniskum og fíggjarligum síðum. Og hesir upplýsingar skulu sjálvsagt verða dagførdir.
Lat meg at enda minna á, at í áðurnevndi grein verrið eg endurgivin fyri at siga: »Sjálvur ivast hann ikki í, at undirsjóvartunnil eigur at verða gjørdur um Vestmannasund - einaferð.«
So innast inni vænti eg, at vágafólk enn einaferð mugu seta sítt álit á, at ein komandi samgonga, har Javnaðarflokkurin er við, verður nóg sterk til tess at loysa hetta stóra mál.
Tá Javnaðarflokkurin í 1988 samdur tók avgerð um at fara undir fasta sambandið um Vestmannasund, so var tað tí flokkurin metti hesa íløgu sum eina skilagóða íløgu. Tí vil flokkurin í eini møguligari komandi samgongu skora á, at henda íløga fær fremstu raðfesting í eini neyðugari samferðsluútbygging til tess at tryggja útjaðaranum bestu livi- og vinnumøguleikar.
Jóannes Eidesgaard