stóran dent á, at tryggja familjunum góðar umstøður, soleiðis at tað eru stundir til hvønn annan familjuni. Um tað alheims lívið sigur KrF, at føroyskur trygdarpolitikkur má hava sum endamál at forða fyri kríggi [...] kanska eisini neyðugt, tí sambært veljarakanningum fær flokkurin ikki umboð valt á ting hesaferð. Til seinasta val fingu teir tvey umboð vald, hóast bert eitt er eftir nú, eftir at Jákup Olsen skifti flokk
eitt nú sæð, hvussu nútímans vinnulív aðrastaðni leggur seg eftir at brúka fólk, sum hava tilknýti til eina ella aðra listagrein ella fólk við humanistiskum útbúgvum. Tað ger mær ilt, tá eg hoyri hesi [...] hvør sær hava kunnað givið hvør øðrum og í síðsta enda øllum føroyingum inspiratión og trúgv uppá lívið. Og harumframt hava vit sæð, hvussu hetta hús hevur fingið inn ta triðju og kanska ikki minst týðandi [...] borgum her á landi eftir valið, fara at virðismeta og síggja teir ringar í vatninum, sum virksemið - lívið, tað verið seg mentanar- og vinnulívið - í hesum húsi hevur spreitt kring alt Føroya land. Ein tjóð
sannleikin og kristindómurin er frælsi, sum er við til at ríka mítt lívsvirði, og sum eg kann geva av. Er tað nóg mikið at hava Biblisku læruna at halda seg til í politikki? Ja, tað er nóg mikið, tað ivist [...] árini verið einar átta ferðir í Rumenia við klæðum, leikum Biblium o.ø. við felagsskapinum »Hjálp til Eysturevropa« í samstarvi við Brøðrasamkomana. Eg havi sæð børn í so stórari neyð, sum nærum ikki [...] ongan góðan, og detta tí niðurfyri í samfelagnum. Við at hjálpa hesum neyðstøddu, kann eg vera við til at gleða børnini, geva teimum leikur og klæði, eins og geva teimum tilkomnu eina Bíbliu ella Nýggja
Foreldrafelagið mælir býráðnum til at brúka peningin til alternativar loysnir at finna varandi loysnir. Kontantur stuðul er ikki ein varandi loysn. Felagið er av teirri áskoðan, at peningurin má brúkast soleiðis [...] eina langfreistaða loysn, sum er lyklaklár í sept. ? nevniliga barnagarðurin til uml. 45 børn í Sjónleikarhúsinum, ið svara til uml. 10 % av samlaða tørvinum fyri ansingarplássum í kommununi. Foreldrafelagið [...] stuðul førir við sær, at tey sum frammanundan eru illa fyri verða verri fyri, ímeðan tey sum hava ráð til longt barnsburðarfarloyvi og tí ikki lúka treytirnar fyri forsorgarhjálp fáa 2000 krónur í lummapeningi
eg serliga um tey, sum koma til Havnar í lestrarørindum. Tey, sum eru heppin at fáa eina íbúð, hava ikki ráð at gjalda fyri eina slíka, uttan so at foreldrini kunnu hjálpa til. Her mangla vit ein íbúðarpolitikk [...] umsorgan fyri øllum. Vit arbeiða fyri, at tey eldru, sum ynskja tað, fáa røktarheimspláss, ella fáa hjálp til at verða longst møguligt í egnum heimi. Í tí sambandi má Heimarøktin stuðlast meira fíggjarliga, so [...] eitt loft setast fyri, hvussu nógv hin lesandi skal gjalda. Mentan fargar okkara verð. Mentan er lívið, og umvent. Onkur sigur, at um mentanin verður stuðlað við einari krónu, fáa vit fimm krónur afturfyri
dýrum skipum og trupult við høgari rentu og stórum eginkapitali bæði til virkir og skip. Javnaðarflokkurin er fyri, at íløgustuðulin til skipini skal niðurtrappast yvir eina tíð, so tey ikki fara av knóranum [...] er nokkso stórur munur ímillum hvussu teir ymsu politisku flokkarnir halda hetta skal førast út í lívið. Javnaðarflokkurin leggur alstóran dent á, at vit øll hava tað gott, og at hjálpa har ið á stendur
undir við og stuðla sjónarmiðinum hjá Felagnum fyri Fiskimannakonur. Blái Krossur Føroya er av tí áskoðan, at rúsdrekka als ikki eigur at verða nýtt umborð á skipum í heila tikið. Allir skipaeigarar eiga [...] tað skilaleyst, at einki promillumark er galdandi fyri at føra skip. Tí vil Blái Krossur Føroya mæla til, at promillumarkið verður 0,0 og at hetta verður galdandi í allari ferðslu, bæði á sjógvi og landi
havið og lívið. Eg havi fingist nógv við havið, og tann blái liturin hevur ævinleikan í sær. So langt sum man sær, blánar tað burtur og so er einki meir. Er tað tann rætti blái liturin ber ikki til at gera [...] er serliga blái liturin sum sermerkir list Trónda. ? Eg brúki nógv blátt og havi arbeitt meg fram til ein serligan bláan lit bæði í glasi og málningum. Vanliga verður sagt, at næstan øll listarfólk hava [...] gera av, um myndin er nær ella fjar. Og tí koma vit aftur til eina organiska kosmiska heildarkenslu. Tað kosmiska og lívgevandi eru ein heild, sigur Tróndur Patursson at enda í viðtali.
»albyl-loysn«, sum er til at liva við, eisini eftir at hon var aktuel. Eg skjóti tí upp, at vit venda eygunum niðan á Frælsið, árakað háskúlan. Úr hesum nýmótans vegi á Frælsinum ber væl til at gera ein nøktandi [...] ólki at mana spøkilsið aftur í jørðina. Og tá okkara borgarstjóri heitir á fólk um at siga sína áskoðan, fari eg at loyva mær at leggja uppí. Nú Argir eru komnar upp í Havnina, dugi eg væl at síggja, at [...] grópa tann vakra gerðisblettin upp og stoyta asfalt og betong í hann og halda nú, at innkoyringin til Argjar er í lagi. Tað er hon ikki. Hon hevur ov stóran kostnað. Umhvørvisligan kostnað. Og alt, sum
fátækastu 20% var í 1960 30 til 1. Hesi somu tøl vóru í 1990 60 til 1 og í 1996 78 til 1. Her er okkurt í alheimsskipanini, sum slettis ikki riggar. Menningarhjálpin, ið latin verður til hesi tilafturskomnu londini [...] í føroyska fólkaflokkinum bidnir um at vísa ?samfelagssinni? til komandi lønarsamráðingar... Apurnar á dekkinum skulu nú, stendur tað upp til hesar, lata mestsum allan skattalættan niður í djúpu lummarnar [...] av ?Sosialistisk Ungdoms Forbund? í 1911 eitt úrslit. Hetta vóru ungir menn, sum saknaðu eitt forum til at kjakast um sosialismu. Í 1915 kom skrímslið ?Enigheden?, fakfelagið í Tvøroyri. Stovnanin av Havnar