Mangur okkara hevur sannað hetta. Men tað er nokkso stórur munur ímillum hvussu teir ymsu politisku flokkarnir halda hetta skal førast út í lívið. Javnaðarflokkurin leggur alstóran dent á, at vit øll hava tað gott, og at hjálpa har ið á stendur.
Skalt tú hava eitt vælferðarsamfelag, er neyðugt við einum sunnum vinnulívi.
Trupult við dýrum skipum og trupult við høgari rentu og stórum eginkapitali bæði til virkir og skip.
Javnaðarflokkurin er fyri, at íløgustuðulin til skipini skal niðurtrappast yvir eina tíð, so tey ikki fara av knóranum, við tað at stuðulin verður avtikin her og nú.
Javnaðarflokkurin er fyri at smábátarnir gerast leysir av fiskidagaskipanini.
Javnaðarflokkurin er fyri at stuðla bygging av nýggjum skipum við eingangsstuðuli t.d.
Javnaðarflokkurin er eisini fyri at stuðla nýggjum virkjum og serliga í útjaðaraøkjunum.
Og Javnaðarflokkurin dugir at síggja, at stuðul er betur at geva viðhvørt, fyri at skapa virksemi, enn at vitøll enda á Almu, men tað skal gerast við einum samanlagt forsvarligum fíggjar- og búskaparpolitikki.
Vónandi fara nógv av tykkum at velja Javnaðarflokkin. Hann hevur víst, ikki minst seinastu tíðina, at stirðil er í honum og hann heldur tað hann lovar.
Gott val.
Gardar Joensen










