Í sambandi við orðaskiftið teir seinastu dagarnar um nýtslu av rúsdrekka umborð á skipum, vil Blái Krossur Føroya taka undir við og stuðla sjónarmiðinum hjá Felagnum fyri Fiskimannakonur.
Blái Krossur Føroya er av tí áskoðan, at rúsdrekka als ikki eigur at verða nýtt umborð á skipum í heila tikið.
Allir skipaeigarar eiga at hava ein rúsdrekkapolitikk og greiðar reglur hesum viðvíkjandi. Og tað má vera ábyrgd skiparans, at hesar reglur verða fylgdar umborð á skipunum.
Tá ið hugsað verður um ábyrgd av skipi og manning, er tað skilaleyst, at einki promillumark er galdandi fyri at føra skip.
Tí vil Blái Krossur Føroya mæla til, at promillumarkið verður 0,0 og at hetta verður galdandi í allari ferðslu, bæði á sjógvi og landi.