Býráðið útsetir trupulleikarnar

Við at veita foreldrum 2000 krónur fyri at ansa børnum heima, vrakar tað eina varandi loysn til frama fyri eina loysn, ið ongan trupulleika loysir. Samstundis stuðlar tað svørtum arbeiði, tí tað eru foreldur, sum ikki fáa longt barnsburðarfarloyvið og tí finna eina aðra loysn, til dømis svarta dagrøkt ella gentu í húsið, sigur foreldrafelagið í mótmæli til avgerð býráðsins seinasta hóskvøld

Á býráðsfundi hóskvøldið í farnu viku legði Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð, óvæntað uppskot fram um, at kommunan skal gjalda foreldrum 2000 krónur, sum vilja ansa børnum heima, ið eru millum 6 og 12 mánaðir. Uppskotið hevur ikki fingið politiska viðgerð í sosialu nevnd, áðrenn tað varð lagt fram á býráðsfundi.

Eftir uppskotinum frá Elini verður sambært felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn henda stuttfreistaða loysnin tikin fram um eina langfreistaða loysn, sum er lyklaklár í sept. ? nevniliga barnagarðurin til uml. 45 børn í Sjónleikarhúsinum, ið svara til uml. 10 % av samlaða tørvinum fyri ansingarplássum í kommununi.

Foreldrafelagið mótmælir harðliga mannagongdini í málinum um barnaansingina í kommununi og gongur ikki inn fyri uppskotinum um kontantan stuðul, tí tað ikki loysir ansingartrupuleikarnar hjá foreldrunum. Trupulleikarnir verða bert útsettir og ein langfreistað loysn, sum er í eygsjón verður vrakað.


Verri fyri

Sambært kanningini, sum býráðið gjørdi millum foreldur í kommununi, ynskja tey ikki eina slíka loysn.

Foreldur, ið ikki hava ráð at fara í longt barnsburðarfarloyvi uttan løn, kunnu søkja Almannastovuna um pening eftir forsorgarlógini. Øll inntøka verður tikin framum forsorgarhjálp, tað vil siga, at tey foreldur, sum fáa 2000 krónur frá kommununi fáa hægri inntøku og harvið minni pening frá Almannastovuni. Við øðrum orðum átekur kommunan sær ein kostnað sum Almannastovan annars hevði átikið sær. Um foreldrini taka ímóti 2000 krónum frá kommununi fyri at ansa børnunum heima, yvirtaka tey samstundis ábyrgdina fyri ansingini frá kommununi. Tí dettur grundarlagið fyri at fáa forsorgarhjálp orsakað av ansingartrupulleika burtur. Hesi foreldur kunnu ikki fáa forsorgarhjálp t.d. vegna arbeiðsloysi. Orsøkin er, at tey ikki eru arbeiðsleys, men í longdum barnsburðarfarloyvi.

Uppskotið um kontantan stuðul førir við sær, at tey sum frammanundan eru illa fyri verða verri fyri, ímeðan tey sum hava ráð til longt barnsburðarfarloyvi og tí ikki lúka treytirnar fyri forsorgarhjálp fáa 2000 krónur í lummapeningi frá kommununi. Tey sum ætla at vera heima hjá børnum sínum og tí ikki hava brúk fyri ansingarplássi fáa somuleiðis 2000 krónur í lummapeningi. Tískil stuðlar kommunan teimum, sum eru best fyri, sigur foreldrafelagið.


Varandi framum fyribils

Foreldrafelagið mælir býráðnum til at brúka peningin til alternativar loysnir at finna varandi loysnir. Kontantur stuðul er ikki ein varandi loysn. Felagið er av teirri áskoðan, at peningurin má brúkast soleiðis, at børn kunnu fáa gagn av honum ár undan ári. Býráðið hevur fleiri ferðir einmælt samtykt at seta barnagarð á stovn í Sjónleikarhúsinum saman við uppskoti um at útbyggja býlingahús. Uppskotið um barnagarð í Sjónleikarhúsinum er lagað til tær treytir, kommunan hevur sett og er klárt at seta í verk.