Havið og lívið

? Blái liturin stendur fyri ævinleikanum. Er tað tann rætti blái liturin ber ikki til at gera av, um myndin er nær ella fjar. Og tí koma vit aftur til eina organiska kosmiska heildarkenslu, sigur listamaðurin Tróndur Patursson

Í dag kl. 17.00 letur summarframsýningin upp í Norðurlandahúsinum við Tróndi Paturssyni. Á framsýningini eru 25-26 verk, málningar, eldri sum nýggir, og glaslistarverk, sum vóru sýnd fram í Odense í fjør. Summarframsýningin letur upp longu í dag í sambandi við, at Norðurlandahúsið hevur 15 ár á baki í ár.

Eitt glaslistarverk er við, ið er rættiliga stórt. Tað er ein illusjón, sum er 7 m langt og 2 m høgt. Tað hevur verið rættiliga víða, í Týsklandi, Danmark og USA, og verður nú fyri fyrstu ferð sýnt í Føroyum.

? Stórur áhugi er fyri glaslistarverkum uttanlands og hann veksur alsamt, men eisini millum fólk sum heild. Men tað sum fólk ikki rættiliga hava skilt enn er, at glasmálningar kunnu eisini brúkast í vanligum heimum. Fyrr vóru glasmálningar næstan bara brúktir í kirkjum, men í dag hyggur man at tí sum arkitektoniskt tilfar. Hevur man nóg mikið av ljósi og glasi, kunnu glasmálningar hanga alla staðni. Og tað vísir henda framsýningin, at man kann, sigur Tróndur Patursson.


Náttúran

Tróndur Patursson fór undir at arbeiða við glasi fyrst í áttatiárunum, og fyrsta stóra listarverkið úr hansara hondum varð latið SMS í 1982. Síðani hevur hann fyri tað mesta arbeitt við glasi, men hann arbeiðir eisini við málningum.

? Fyrstu árini søgdu fólk, at gløsini líktust málningum, í dag er tað øvugt. Tað vil væl siga, at glasið hevur yvirtikið.

? Eg arbeiði við somu myndaevnum í málningum sum í glasi. Náttúran er næstan altíð útgangsstøðið, og tað er serliga havið og sjógvur.

Tað er serliga blái liturin sum sermerkir list Trónda.

? Eg brúki nógv blátt og havi arbeitt meg fram til ein serligan bláan lit bæði í glasi og málningum. Vanliga verður sagt, at næstan øll listarfólk hava eitt blátt tíðarskeið í sínum lívi, men nú havi eg arbeitt við hesum litinum í so nógv ár, og tað sær út sum eg fari at halda fram við honum í nøkur ár afturat.

? Í tann bláa litin leggi eg havið og lívið. Eg havi fingist nógv við havið, og tann blái liturin hevur ævinleikan í sær. So langt sum man sær, blánar tað burtur og so er einki meir. Er tað tann rætti blái liturin ber ikki til at gera av, um myndin er nær ella fjar. Og tí koma vit aftur til eina organiska kosmiska heildarkenslu. Tað kosmiska og lívgevandi eru ein heild, sigur Tróndur Patursson at enda í viðtali.