Tað var tann 23. mai í ár, at eldur kom í eina gravkúgv, sum júst var komin úr Kollfjarðatunlinum. Bilurin við gravkúnni steðgaði á busssteðgistaðnum við tunnilsmunnan. Eldur gjørdist tó so stórur, at [...] bussskýlið. Men nú arbeiðir Landsverk við at gera eitt nýtt skýli. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##
Besti málskjúttin hjá Giza Hoyvík hevur higartil í ár verið Ahmed Keita. Aftur í dag gjørdi Keita stóran mun, tá ið Giza Hoyvík vitjaði á Argjum og vann 5-2. Tað tók tólv minuttir hjá Keita í seinna hálvleiki [...] harvið hevur hann samantalt skorað sekstan mál og er næstbesti málskjútti í deildini. Síðsta málið – til 5-0 – skoraði Keita í 76. minutti, og so varð hann skiftur út. Tróndur Arge – ítróttarmaðurin í Miðlahúsinum
aldursbólkurin yvir 75 ár. Fólkaheilsuráðið spurdi eisini hvørja sjúku ella heilsutrupulleikar, ið talan var um. Hjá 22,3 prosent av teimum spurdu var ov høgt blóðtrýst orsøkin, 20,5 prosent vístu til ov [...] ovurviðkvæmið og 14,5 prosent til slitgikt. Talan er um somu sjúkur, ið eru mest vanligar í Danmark. Munur var eisini millum aldursbólkarnar. Hjá teimum eldru var tað serliga høgt blóðtrýst, sukursjúka,
arbeiði í færri enn 5 tímar um vikuna, so eru tað 37 prosent av monnunum, ið brúka færri enn 5 tímar til hetta endamálið. Í hesum tølunum skal havast í huga, at ung í aldrinum 15-29 ár eru við í uppgerðini
Vágs býráð samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri komandi ár. Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2021 mettar at verða tilsamans 66,3 mió. kr. og er hetta umleið 1 mió. kr. lægri enn fíggjarætlanin fyri 2020 [...] so talan er um 0% í rakstrarvøkstri seinastu trý fíggjarárini. Vágs kommuna fer í 2021 at rinda 3,5 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru í 2021 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr. Vágs kommuna fer í 2021 [...] 2021 at gera íløgur fyri 4,7 mió. kr, og skatta prosentið lækkar við 0,15 prosentstigum niður í 21,5 prosent.
Í apríl í ár var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent í miðal. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Fyri einum árið síðani var tað 2,2 prosent men eftir at arbeiðsloysið er minkað stútt og støðugt [...] eitt prosent og hjá kvinnum var tað 1,4 prosent. Í sama mánað í fjør var tað 2 prosent hjá monnum og 2,5 hjá kvinnum. Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum, men tað er lægst í Eysturoy, har tað er 0,6 prosent [...] 0,7 prosent. ##med2## Men Suðuroy er framvegis í eini serstøðu, tí har er arbeiðsloysið nevniliga 3,5 prosent, ella tríggjar ferðir hægri enn tað er í miðal í landinum - og seks ferðir hægri enn tað er
sløk 9 prosent, og miðalbrúkið hjá ferðafólkunum vaks 1,5 prosent. Meira enn 77.000 nýggj størv vóru skapt í ferðavinnuni, og ferðavinnan er nú 11,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá Spania. Ferðavinn [...] Ferðavinnumyndugleikarnir rokna við, at ferðafólkatalið í Spania fer at vaksa í ár, men ikki so nógv, sum tað vaks í fjør. Føroyingar eru partur av spanska vøkstrinum, eftir at beinleiðis ferðasambandið millum
er 50 ár. Hon er útbúgvin Cand merc, MSc í Management og hevur harumframt diplom í journalistikki. Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Landsbanka Føroya var úti tann 1. mai kl. 12.00, vóru 5 umsóknir [...] hálva árið hevur Malan Johansen verið virkandi stjóri í nýstovnaða Landsbanka Føroya. Tilsamans eru 5 starvsfólk í Landsbanka Føroya.
Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landss [...] verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september kl. 18:00 í Runavík. Leygardagin 5. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenning í Klaksvík og á Sandi og kl. 15:00 í Miðvági. Sunnudagin [...] 000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini. - Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg
fiskavørum frá norðmonnum. Útflutningurin til Russlands var í fjør 5,2 milliardir norskar krónur, og næstir russum komu fransmenn, sum keyptu fyri 5,1 milliardir krónur. Tann størsti vøksturin í fjør var til Japan [...] Eftir sjey ár við støðugum vøkstri fingu norðmenn minni fyri fisk og fiskaúrdráttir í fjør enn árið fyri. Útflutningsvirðið í fjár var 53 milliardir norskar krónur, sum var góðar 600 milliónir krónur minni