Arbeiðsloysið í Suðuroy tríggjar ferðir so høgt sum aðrastaðni

Sum heild er arbeiðsloyvið metlágt, men Suðuroyggin er í eini serligari støðu

Í apríl í ár var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent í miðal.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Fyri einum árið síðani var tað 2,2 prosent men eftir at arbeiðsloysið er minkað stútt og støðugt hesi seinastu sjey, átta árini, er minkinginnú hæsað av.

Í apríl var arbeiðsloysið hjá monnum eitt prosent og hjá kvinnum var tað 1,4 prosent.

Í sama mánað í fjør var tað 2 prosent hjá monnum og 2,5 hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum, men tað er lægst í Eysturoy, har tað er 0,6 prosent og í Norðoyggjum har tað er 0,7 prosent.

 

##med2##

 

Men Suðuroy er framvegis í eini serstøðu, tí har er arbeiðsloysið nevniliga 3,5 prosent, ella tríggjar ferðir hægri enn tað er í miðal í landinum - og seks ferðir hægri enn tað er í Eysturoynni.

%.