Keita trífaldur málskjútti

Giza Hoyvík vant burtur úr AB, sum hevur kós ímóti niðurflyting

Besti málskjúttin hjá Giza Hoyvík hevur higartil í ár verið Ahmed Keita. Aftur í dag gjørdi Keita stóran mun, tá ið Giza Hoyvík vitjaði á Argjum og vann 5-2.

Tað tók tólv minuttir hjá Keita í seinna hálvleiki at skora hattrikk, og harvið hevur hann samantalt skorað sekstan mál og er næstbesti málskjútti í deildini. Síðsta málið – til 5-0 – skoraði Keita í 76. minutti, og so varð hann skiftur út.

 

Tróndur Arge – ítróttarmaðurin í Miðlahúsinum – setti hol á fyri Giza Hoyvík í 20. minutti, tá ið hann við høvdinum stýrdi bótin í málið eftir innlegg frá Ahmed Keita. Hetta var fyrsta málið, sum Tróndur hevur skorað í næstbestu deildini síðani 15. august 2009, tá ið hann umboðaði HB.

 

Seks minuttir eftir steðgin økti Emil Ronaldsson um Giza leiðsluna, og so var tað, at Keita eftir lítlari løtu skoraði tríggjar ferðir.