Spania er nú næstmest vitjaða landið í heiminum. Sponsku ferðavinnumyndugleikarnir meta, at 82 milliónir útlendingar vitjaðu í Spania í fjør, og tað er nýtt met.
Vitjanartalið ger, at Spania fer fram um USA sum ferðavinnuland, meðan Frakland varðveitir sína støðu sum mest vitjaða landið í heiminum.
Blaðið El Páis skrivar, at vøksturin í ferðafólkatalinum í Spania í fjør var sløk 9 prosent, og miðalbrúkið hjá ferðafólkunum vaks 1,5 prosent. Meira enn 77.000 nýggj størv vóru skapt í ferðavinnuni, og ferðavinnan er nú 11,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá Spania.
Ferðavinnumyndugleikarnir rokna við, at ferðafólkatalið í Spania fer at vaksa í ár, men ikki so nógv, sum tað vaks í fjør.
Føroyingar eru partur av spanska vøkstrinum, eftir at beinleiðis ferðasambandið millum Føroyar og Spania er styrkt seinnu árini. Atlantsflog hevur partar av árinum beinleiðis samband til eitt nú Barcelona, Alicante og Gran Canaria.