Kvinnurnar í Føroyum eru raskari enn menninir, tá tað snýr seg um at gera húsligt arbeiði. Tað vísa úrslit frá stóru kanningini, ið varð gjørd í sambandi við Manntal.
Heili 93 prosent av øllum kvinnum gera eitthvørt húsligt arbeiði. Hjá mannfólkunum er hetta talið 79 prosent.
Stóri munurin kemur til sjóndar, tá húsliga arbeiðið verður býtt upp eftir, hvussu nógvir tímar verða brúktir til hetta í eina viku. Úrslitið vísir greitt, at føroysku mannfólkini leggja ikki eins nógva orku í húsligt arbeiði og kvinnurnar.
Meðan bert 17 prosent av kvinnunum gera húsligt arbeiði í færri enn 5 tímar um vikuna, so eru tað 37 prosent av monnunum, ið brúka færri enn 5 tímar til hetta endamálið. Í hesum tølunum skal havast í huga, at ung í aldrinum 15-29 ár eru við í uppgerðini, og hjá allar flestu teirra er húsliga arbeiðstímatalið í tí lægsta endanum.