Vágs býráð samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2021 mettar at verða tilsamans 66,3 mió. kr. og er hetta umleið 1 mió. kr. lægri enn fíggjarætlanin fyri 2020.
Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2021 mettur at kosta umleið 57,1 mió. kr. Hetta er tað sama, sum raksturin er mettur at kosta í 2020, og tað sama sum raksturin kostaði í 2019, so talan er um 0% í rakstrarvøkstri seinastu trý fíggjarárini.
Vágs kommuna fer í 2021 at rinda 3,5 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru í 2021 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.
Vágs kommuna fer í 2021 at gera íløgur fyri 4,7 mió. kr, og skatta prosentið lækkar við 0,15 prosentstigum niður í 21,5 prosent.