Fólkaheilsurenningin 2009

Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september kl. 18:00 í Runavík. Leygardagin 5. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenning í Klaksvík og á Sandi og kl. 15:00 í Miðvági. Sunnudagin 6. september kl. 13:00 verður fólkaheilsurenningin í Havn og kl. 14:00 í Vági.

Hetta er 6. árið at skipað verður fyri árligu fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Í fjør vóru fleiri enn 4.000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini. - Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður.