Triði hvør føroyingur dregist við sjúku

31 prosent av føroyingum siga, at tey hava havt eina drúgva sjúku, árin av skaða, brek ella drúgvar heilsutrupulleikar, sum hava staðið við í seks mánaðir ella longur.


Hjá monnum hækkar títtleikin samstundis við at aldurin hækkar. Hjá kvinnum er tað eitt sindur skiftandi, men títtleikin er ikki óvæntað størstur í aldursbólkurin yvir 75 ár.


Fólkaheilsuráðið spurdi eisini hvørja sjúku ella heilsutrupulleikar, ið talan var um. Hjá 22,3 prosent av teimum spurdu var ov høgt blóðtrýst orsøkin, 20,5 prosent vístu til ovurviðkvæmið og 14,5 prosent til slitgikt. Talan er um somu sjúkur, ið eru mest vanligar í Danmark.


Munur var eisini millum aldursbólkarnar. Hjá teimum eldru var tað serliga høgt blóðtrýst, sukursjúka, slitgikt, grá star, beinbroyskni og tinnitus, ið varð nevnt sum heilsutrupulleikar, meðan tað hjá teimum ungu var talan um ovurviðkvæmi og migrenu ella ringa høvuðpínu.


2197 føroyingar luttóku í kanningini.