líður við byggingini. Í hesum krepputíðum eru tað, hóast alt, ikki bara sorgarsøgur, ið eru at hoyra úr byggivinnuni. Byggiverkætlanin Undir Kongavarða fór veruliga í gongd fyrst í farna ári, og nú gott [...] fleiri longu skuldu verið flutt inn í raðhúsini Undir Kongavarða. Men veðrið hevur í fleiri førum spælt teimum eitt puss. - Vit verða órógvaðir av vindi og av frosti, og í vetur hevur verið fitt av báðum, [...] mánaðir seinni eru raðhúsini í fyrsta byggistigi um at verða liðug. Øll húsini eru seld, hóast astronomiska kostnaðin á 2,9 milliónir fyri húsið, og tey fyrstu fara at flyta inn fyrst í komandi mánaði, og innan
kom í 1958. Solveig sigur, at tá hon jú búði í húsinum, so hjálpti hon til í handlinum og arbeiddi nógv har, men í 1961 giftist hon Eyðuni Johansen, og tey búðu niðri tvey tíðarskeið. Í 1978 tók Solveig [...] ferð mikudagin í handlinum Fa. Ellen Dahl, sum hon førdi víðari, tá mamma hennara legði frá sær. Sostatt fer hesin gamli handilin í Vági nú í søguna. Tað var Ellen Dahl, sum byrjaði virksemið í 1930. Flutt [...] Flutt varð tó ikki í núverðandi húsini, fyrr enn í 1935. Fotografur Ellen Dahl lærdi til fotograf og hon hevði atelier í kjallaranum og seldi eisini gávulutir. Frá 1949 seldi hon eisini vikubløð. Kioskin kom
sindur av innliti í tankarnar hjá persóninum, tú annars ongantíð hevði funnið upp á at sett teg í samband við. Øll hava roynt tað onkuntíð, siga tey á Tjóðpallinum: maðurin í bussinum, sum ikki kann lata vera [...] hendan leikin í einum bussi. Hetta er ongantíð roynt áður, hóast leikurin er framførdur nógvastaðni. Tjóðpallurin lænti tí ein býbuss til sýningarnar. Fransmaðurin Koltés skirvaði leikin í 1976. Í leikritinum [...] og øll hini, sum ikki kunnu lata vera við at lurta – tí hesin maðurin hevur sínar tankar og dreymar. Áskoðarin sleppur sostatt so at siga at »lúra«. Bussurin tekur fólk upp í Steinatúni í Havn, og sían verður
koyringina á odda, bert í løtum, tá hann hevði verið í pitt og onkur annar ikki hevði verið inni enn, lógu onnur á odda. Ferrari liðfelagin Kimi Räikkönen var alla koyrigina beint í hølunum á honum, men megnaði [...] vann annað ár á rað turkisku formil 1 koyringina, í fjør vann hann sín allar fyrsta formil 1 sigur á hesi breytini, og eftir, at hann nú í sjey koyringar ikki hevur staðið ovast á sigurskamlinum, so nýtti [...] Oddafiskurin í heimsmeistarakappingini Lewis Hamilton í McLaren Mercedes lá á einum rættiliga tryggum triðja plássi, inntil hann punkteraði og hetta kostaði honum dýrt, hann fór afturum bæði Heidfeld í BMW, og
sum arbeiða í Havn eisini betala skatt í Havn, sigur borgarstjórin Nú kann tað henda, at Tórshavnar Býráð fer at krevja, at tey bygdafólk, sum arbeiða í Havnini, eisini skulu betala skatt í Havn. Tað sigur [...] fram í løtuni, fyri ágang ímóti Havnini og tað ætlar hann ikki skal standa ósvarað. Serliga misnøgdur er hann um ætlanina um at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk, har tað líkasum liggur í kortunum [...] at bygdirnar runt um í Havnini njóta eisini gott av Havnini. - Veruleikin er, at bygdarfólk fáa 1/3 av øllum lønarútgjaldingum í Tórshavnar Kommunu. Hann sigur, at hesum hava tey í Tórshavnar Kommunu als
tosk. Tað er kanska ikki so løgið, at ongin semja er fingin í samgonguni enn, tí enn eru ongar royndir gjørdar at finna semju. Men tað verður eitt arbeiðið, sum samgongan fer undir nú í vikuni, sum kemur [...] kemur. Fólk vóru so smátt farin í summerferiu, tá ið fakligu tilmælini komu og tí hevur ikki borið til at savna tropparnar aftur, fyrrenn nú. Henrik Old, formaður í vinnunevndini staðfestir, at tilmælini frá [...] ógvuliga torført at finna semju. - Uppgávan verður serliga torfør í ár, tí tilmælini um skerjingar eru víðgongdar, heldur hann. Tað ger tað ikki minni torført, at valár er, tí tá kunnu politikarar vera serliga
arbeiðsmarknaðinum ikki er eitt met, ið føroyingar kunnu vera ernir av. - Hetta er heimsmet í búskaparligum býttleika. Hóast politikararnir hava vitað av trupulleikanum við vantandi arbeiðsmegi í fleiri ár, er [...] er einki gjørt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann vísir á, at byggi- og flakavinnan hava rópt eftir arbeiðsmegi í nøkur ár, men seinasta árið hava arbeiðsgevarar í so at siga øllum vinnum rópt eftir [...] millum tey 16-19 ára gomlu. Økta unga arbeiðsmegin er sambært stjóranum í Vinnuhúsinum als ikki nøktandi. - At fleiri ungfólk arbeiða er í lagi. Men hetta er als eingin varandi loysn. Og spurningurin er, um
Eg vil gera vart við, at ANSO ikki skipaði fyri seinasta ráðstevna/skrúgonga fyri samkynd í Føroyum fyri 2 árum síðani, sum tað bleiv sagt í útvarpinum herfyri. Tá var tað tað føroyska felagið Bogin (sum [...] hýsa ANSO her heima hjá okkum í Føroyum, og taka undir við bæði ráðstevnu sovæl sum skrúðgonguni. Sjálvt um vit gleðast yvir og heilsa øllum tiltøkum til frama fyri samkynd í Føroyum vælkomnan, hevði tað [...] tiltakið, soleiðis at tað kennist sum okkara/eitt tiltak við gróðrarbotn í føroysku rørsluna fyri tey samkyndu. Sum nú er kennist tað ikki sørt fremmand, at vera kunnað 2 dagar áðrenn gjørnum útvarpið, uttan
stór orka í at fáa sjógvin úr russiska trolaranum Olshana, sum klokkan eitt korter til átta í kvøld rendi á Flesjarnar í Tangafirði. Sambært Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóra, so hava kavarar í kvøld staðfest [...] staðfest, at talan er um rivu í bakborði, sum er orsøk til, at sjógvur rennur inn í skipið. Ein kneysi stendur frammanfyri í bakborð, meðan tað tykist vera slætt og reint í stýriborði. Tí verður arbeitt við [...] at flyta tyngdina í skipinum yvir í stýriborð, meðan tað verður pumpað við stórari orku. Tyrla hevur flogið útgerð frá Tórshavnar kommunu umborð, og Tjaldrið og Triton eru eisini við í arbeiðnum. Tað er
fyrsta A-landsdyst. Hann var allan dystin á tamb í miðverjuni, har hann spældi undir liðini á Egili á Bø, og tað var ikki minst Atla fyri at takka, at Zigic ikki fekk so nógv burturúr hesa ferð. Livdi dreymin [...] sáttmála við spanska felagið, Valencia, men síðani í januar mánaði hevur verið læntur einum øðrum sponskum felag, Racing Santander. Undan dystinum í gjárkvøldið hevði hann spælt 35 landsdystir og skotið [...] skotið 15 mál fyri Serbia, harav fleiri hava verið við høvdinum. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Zigic er av hægstu framherjum – heilir 2,02 metrar eru frá ilini og upp til hægstu hárrøturnar. Óivað