Fara at leita eftir semju í næstu vikuni

Tað verður ógvuliga torført at semjast um fiskidagarnar og toskafiskiskapin næsta ár, men í næstu viku fer samgongn at royna at finna semju

Enn er ongin semja í samgonguni um fiskidagaskipanina næsta ár.

Longu um knappar 14 dagar, á ólavsøku, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot fyri Løgtingið talið á fiskidøgum næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.

Men samstundis skal støða eisini takast til, hvussu verður við toskafiskiskapinum næsta ár, eftir at fakligu tilmælini hava mælt til mestsum at halda uppat at fiska tosk.

Tað er kanska ikki so løgið, at ongin semja er fingin í samgonguni enn, tí enn eru ongar royndir gjørdar at finna semju.

Men tað verður eitt arbeiðið, sum samgongan fer undir nú í vikuni, sum kemur.

Fólk vóru so smátt farin í summerferiu, tá ið fakligu tilmælini komu og tí hevur ikki borið til at savna tropparnar aftur, fyrrenn nú.

Henrik Old, formaður í vinnunevndini staðfestir, at tilmælini frá sakkunnleikanum um skerjingar, eru so mikið víttgangandi, at hann væntar, at tað verður ógvuliga torført at finna semju.

- Uppgávan verður serliga torfør í ár, tí tilmælini um skerjingar eru víðgongdar, heldur hann. Tað ger tað ikki minni torført, at valár er, tí tá kunnu politikarar vera serliga varnir við at skerja.


Mugu vísa styrki

Hinvegin heldur hann, at tað er neyðugt, at samgongan nú vísir styrki og finnur eina semju um ein hóskandi niðurskurð.

- Tað hevði verið eitt gott tekin at víst úteftir, at vit megnaðu at finna eina forsvarlig semju, hóast uppgávan er torfør, sigur hann.

- Men tað er í eini støðu sum hesari, við víðgongdum tilmælum og vali fyri framman, at vit eiga at vís okkara styrki. Vit mugu ásanna, at tað er neyðugt at gera nakað og lata vit standa til, er tað eitt øgiligt veikleikatekin og so hevur fiskidagaskipanin fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, sigur Henrik Old.