- Tað gongur væl. Vit eru við at verða lidnir við raðhúsini, og nú verður gjørt klárt hjá teimum fyrstu familjunum at flyta inn. Tað sigur Valbjørn Dalsgarð, byggimeistari fyri byggingini Undir Kongavarða, tá vit spyrja hann, hvussu tað líður við byggingini.
Í hesum krepputíðum eru tað, hóast alt, ikki bara sorgarsøgur, ið eru at hoyra úr byggivinnuni.
Byggiverkætlanin Undir Kongavarða fór veruliga í gongd fyrst í farna ári, og nú gott og væl 14 mánaðir seinni eru raðhúsini í fyrsta byggistigi um at verða liðug.
Øll húsini eru seld, hóast astronomiska kostnaðin á 2,9 milliónir fyri húsið, og tey fyrstu fara at flyta inn fyrst í komandi mánaði, og innan leingi skuldu øll húsini verið búsett.
- Raðhúsini eru um at verða liðug, og í løtuni arbeiða vit við at seta síðstu íbúðarblokkarnar upp. Tveir blokkar eru komnir upp, og tveir eru við at verða settir upp, greiðir Valbjørn Dalsgarð frá.
Darvaðir av veðri
Eftir øllum at døma var ætlanin at fleiri longu skuldu verið flutt inn í raðhúsini Undir Kongavarða. Men veðrið hevur í fleiri førum spælt teimum eitt puss.
- Vit verða órógvaðir av vindi og av frosti, og í vetur hevur verið fitt av báðum, sigur Valbjørn Dalsgarð, byggimeistari.
Annað byggistig útsett
Tað gongur eftir øllum at døma sera gott við fyrsta byggistigi av verkætlanini. Men enn vil Valbjørn Dalsgarð ikki tosa nakað serligt um annað byggistigið.
- Vit konsentrera okkum bara um fyrsta byggistig beint nú. Vit hava nógvar fyrispurningar til næsta byggistigið, men tíðirnar eru kanska ikki tær bestu beint nú at fara undir tað. Vit skulu hava selt stóran part av seinna byggistigi, áðrenn vit fara at arbeiða við tað, vísir Valbjørn Dalsgarð á.