Riva í bakborði er orsøk til at skipið lekur

Oljubyrgingar eru lagdar út, og eingin olja rennur nú úr skipinum, men russiski trolarin drekkur framvegis sjógv, nú tað fjarar Tað verður framvegis løgd stór orka í at fáa sjógvin úr russiska trolaranum Olshana, sum klokkan eitt korter til átta í kvøld rendi á Flesjarnar í Tangafirði.

Sambært Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóra, so hava kavarar í kvøld staðfest, at talan er um rivu í bakborði, sum er orsøk til, at sjógvur rennur inn í skipið. Ein kneysi stendur frammanfyri í bakborð, meðan tað tykist vera slætt og reint í stýriborði. Tí verður arbeitt við at flyta tyngdina í skipinum yvir í stýriborð, meðan tað verður pumpað við stórari orku.

Tyrla hevur flogið útgerð frá Tórshavnar kommunu umborð, og Tjaldrið og Triton eru eisini við í arbeiðnum.

Tað er fjarandi sjógvur nú, men tað verður sagt, at munurin er ikki so stórur á flóð og fjøru í Tangafirði, sum hann er so nógva aðra staðni.

Nakað av olju er farin á sjógv. Nú eru oljubyrgingar lagdar út, og strandferðsluskipið Sam er komið úr Klaksvík við skimmara, sum verður nýttur at taka olju upp við. Anni á Hædd sigur frá teimum umborð á Tjaldrinum, at teir halda ikki, at olja nú rennur úr skipinum. Tað verður roknað við at í mesta lagið 15 tons eru farin á sjógv.

Olshana rendi í dýrdarveðri á Flesjarnar á veg av Kollafirði, har hann hevði bunkrað 270 tons ella 270 túsund litrar av gassolju.

Nú er tað myrkt og framvegis dýrdarveður, men tað fer ikki at halda sær. Sambært forsøgnini hjá DMI snarar vindurin í morgin, tá ið tað er farið at lýsa, úr útsynningi niður í sunnan og landssynning. Á Flesjunum er hetta eingin serlig ætt. Vindferðin verður roknað eitt skifti í morgin at fara at verða millum 14 og 21 metrar um sekundið.

Fríggjakvøldið verður hann sunnan, og vindurin fer at minka rættuliga nógv.