Heimsmet í búskaparligum býttleika

Uppskotið um liberalisering av útlendingalógini kemur í tøkum tíma, heldur stjórin í Vinnuhúsinum, ið sigur vantandi arbeiðsmegina verða tekin um búskaparligan býttleika frá politiskari síðu

- Tølini frá eru bert ein staðfesting av tí, vit hava ávarað um í fleiri ár, nevniliga at arbeiðsmarknaðurin hungrar eftir arbeiðsmegi.

Tað sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, um nýggjastu Hagstovutølini, ið vísa eitt metlágt arbeiðsloysi.

Hann vísir á, at óvanliga støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki er eitt met, ið føroyingar kunnu vera ernir av.

- Hetta er heimsmet í búskaparligum býttleika. Hóast politikararnir hava vitað av trupulleikanum við vantandi arbeiðsmegi í fleiri ár, er einki gjørt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.

Hann vísir á, at byggi- og flakavinnan hava rópt eftir arbeiðsmegi í nøkur ár, men seinasta árið hava arbeiðsgevarar í so at siga øllum vinnum rópt eftir arbeiðsmegi. Men framvegis er so at siga einki gjørt frá politiskari síðu.


Barnaarbeiði

Tølini frá Hagstovuni vísa, at vøksturin á arbeiðstakarum er størstur millum tey 16-19 ára gomlu. Økta unga arbeiðsmegin er sambært stjóranum í Vinnuhúsinum als ikki nøktandi.

- At fleiri ungfólk arbeiða er í lagi. Men hetta er als eingin varandi loysn. Og spurningurin er, um vit skjótt seta eitt annað met sum tað einasta ídnaðarlandið, ið hevur trupulleikar við barnaarbeiði, sigur Jan Mortensen bersøgin.

Hann vónar, at ætlanin um at liberalisera útlendingalógina, so útlendsk arbeiðsmegi lættari sleppur til landið at arbeiða, gerst veruleiki skjótast gjørligt. Kortini ivast hann, um nýggja uppskotið er nóg mikið.

- Ein liberalur ES-marknaður ger tað munandi lættari, men vit síggja, at í til dømis baltisku londunum er arbeiðsmegin longu við at verða troytt. Ein skal jú eisini minnast til, at Føroyar ikki eru einsamallar í neyðarrópinum um útlendska arbeiðsmegi. Kappingin um arbeiðsmegina verður ivaleyst stór, og tískil ræður um at hava so góðar livi- og arbeiðsumstøður sum gjørligt at bjóða útlendingunum, vísir Jan Mortensen á.