Samkynd í Norðurlandahúsinum

Viðvíkjandi lýsing í Útvarpinum ígjár kl. 18, um ráðstevna í Norðurlandahúsinum fyri tey samkyndu

Eg vil gera vart við, at ANSO ikki skipaði fyri seinasta ráðstevna/skrúgonga fyri samkynd í Føroyum fyri 2 árum síðani, sum tað bleiv sagt í útvarpinum herfyri.

Tá var tað tað føroyska felagið Bogin (sum Friðarbogin men fyri lesandi og ung), sum endaði við at standa fyri tiltakinum. Bogin stóð fyri allari praktiskari fyrireiking heima í Føroyum, alla projektleiðsluárbyrgd sovæl sum alla fíggjarligu ábyrgdina fyri veitarum, lutakarum teimum grunnunum, sum veittu pening til tiltakið. Allir teir føroyingar, sum vóru við til at skipa fyri, sum á ymiskan hátt hjálptu og stuðlaðu, vóru sostatt við til at hýsa ANSO her heima hjá okkum í Føroyum, og taka undir við bæði ráðstevnu sovæl sum skrúðgonguni.

Sjálvt um vit gleðast yvir og heilsa øllum tiltøkum til frama fyri samkynd í Føroyum vælkomnan, hevði tað kanska verði uppaftur betur, um limirnir í felagnum fyri tey samkyndu høvdu verði betri kunnaði um tiltakið framanundan, soleiðis at luttøka kundi tilrættaleggjast. Sama kann sigast um føroyingar kundu verði við til at fyrireika tiltakið, soleiðis at tað kennist sum okkara/eitt tiltak við gróðrarbotn í føroysku rørsluna fyri tey samkyndu.

Sum nú er kennist tað ikki sørt fremmand, at vera kunnað 2 dagar áðrenn gjørnum útvarpið, uttan hóming um hvat og hvar tiltakið skal vera. Onkur hevur bjóða sær til at hjálpa, um nakað bleiv, uttan at fáa orð aftur tey seinastu 2 mánaðirnar. ?Eingin av teimum 6 limunum av Friðarbogan eg tosaði ígjar visti hvar ráðstevnan skuldi vera, og flestu (tað vil siga 5) vistu ikki, at nakað skuldi vera yvirhøvur her í vikuskiftinum. Helvtin søgdu seg tíanverri vera stødd uttanlands, vegna væntandi kunning.

Ynski er tí um betri kunning, serliga tá feløg við útlendingum á odda skipa fyri tiltøkum í Føroyum. Hetta til tess at gera tiltøknini so væleydnað sum gjørligt - eisini (serliga?) fyri okkum sum búgva her heima á klettarnar.