FÓTBÓLTUR
Eitt av kendastu nøvnunum á serbiska liðnum, sum var eitt sindur rakt av forfalli undan ferðini hendavegin, var 28 ára gamli framherjin, Nikola Zigic, sum hevur sáttmála við spanska felagið, Valencia, men síðani í januar mánaði hevur verið læntur einum øðrum sponskum felag, Racing Santander.
Undan dystinum í gjárkvøldið hevði hann spælt 35 landsdystir og skotið 15 mál fyri Serbia, harav fleiri hava verið við høvdinum. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Zigic er av hægstu framherjum – heilir 2,02 metrar eru frá ilini og upp til hægstu hárrøturnar.
Óivað var hansara hjávera ein orsøk til, at Atli Gregersen fekk kjansin frá byrjan og sostatt spældi sín fyrsta A-landsdyst. Hann var allan dystin á tamb í miðverjuni, har hann spældi undir liðini á Egili á Bø, og tað var ikki minst Atla fyri at takka, at Zigic ikki fekk so nógv burturúr hesa ferð.
Livdi dreymin
Eftir dystin var Atli sjálvandi eitt sindur vónbrotin, tí tað gjørdist til eitt 0-2 tap fyri serbum, og hann tók soleiðis samanum:
– Eg upplivdi tað soleiðis, at vit vóru vandamiklari enn teir, tí vit raktu beint við síðuna av ella málmaðurin bjargaði. Eg haldi, at vit leveraðu ein ordiligan innsats, segði hann.
– Nú ræður um at royna at bíta seg fastan, og so mugu vit eisini royna at fáa stig næstu ferð. Annars var tað fantastiskt at spæla, tí áskoðararnir vóru so góðir, at tað gav eyka orku.
Um tað at spæla sín fyrsta landsdyst, fortaldi Atli Gregersen, at hetta hjá honum var ein dreymur, sum gekk út.
– Í 1992 fekk eg eina landsliðsblusu frá Jóannes Jakobsen við nummar tvey á rygginum, og líka síðani tá havi droymt um hetta, segði hann.