rfeløgunum, sum áttu at skundað undir, at skil fekst á hesi viðurskifti. Vinnumálaráðið boða annars á heimasíðuni frá í fjør, tá lógin kom í glidi, at kunngerðin »fer at koma seinni í ár«. – [...] keypir at kalla eingi rættindin hevði – og tú hevði onga trygd fyri, at seljari og meklari vístu tær neyðugu virðing. Tí er tað gott, at ein slík lóg varð samtykt, men líka so stórt spell, at landsstýrið [...] Dømið, sum útvarpið vísti, vóru eini hjún, sum hava keypt eini hús – uttan at vita, at húsini vóru so illa fongd við soppi, at ikki var búgvandi í húsunum. Tað var eitt stórt framstig – hildu vit – tá
vit hava ikki ráð at veita tær tænastur, sum eru neyðugar. Bústaðarmynstrið frá bóndasamfelagnum og slupptíðini hóskar ikki til nútíðina. Vegastrekkini eru dupult so long, sum tey áttu at verið. Vit brúka [...] góð. Fólkið flutti til støð, har arbeiði var at fáa og har livilíkindini annars vóru tey bestu. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini. Tíðir broytast Slupptíðin [...] avgerandi fyri, hvar fólk velja at búsetast. Jørð og náttúruhavnir hava ikki so nógv at týða longur, og fólk trunka seg saman á stórplássum. Men onkursvegna hava vit ilt við at sleppa teimum farnu tíðunum
Birgit Høj leiðari í »Eikini», sigur við Sosialin, at hon hugsar altíð um at seta møblar saman, so teir koma betur til sín rætt. Tað er ikki so lætt at síggja, hvussu ein sofa, borð ella stólur rigga, um [...] nógvum ymsum møblum. Vit hava arbeitt nógv við at innrætta handilin sum stovur. Tað er stuttligt at fáast við, eins og fólk halda tað vera hugnaligt at ganga inn á gólvið, sigur Birgit Høj. Umframt møblar [...] óblankt tað skal vera o.s.fr.. Tað ber eisini til at velja, um útskeringar skulu vera ella ikki, eins og møguleiki er fyri at velja onnur sløg av búnyttum, enn tey ið eru í handlinum í løtuni. Upplatingartíðin
startur lagdur, og hann verður eisini nýttur í ár. At tað í so mong ár hevur verið fastur startur átti at borið við sær, at kappróðrartíðirnar á Ólavsøku áttu at verið neyvari, enn tær kanska hava verið á øðrum [...] frískur vindur. Uttan at taka nakað frá óføru skálamonnunum, so sigur tað seg sjálvt, at veðrið var í parti við teimum fyri fimtan árum síðani. Onkra ferðina hevur verið um reppið, at metið hevur verið tikið [...] øðrum stevnum. Kappróðrarhugað kenna skrásettu tíðirnar, og tey, sum ganga høgt uppí hetta, hava so ofta kannað tíðirnar. Tað gera tey við stoppuri at lurta eftir upptøkum frá Útvarpinum.
á sjúkrahúsinum og at tey, sum hava tað neyva innlitið í tey ymsu økini, eru virkin og við í hesum arbeiðinum. Tað eru nógvir partar, sum skulu samskipast og spæla væl saman, fyri at úrslitið skal blíva [...] fjølmiðlunum, hóast tær áttu at verið loystar innanhýsis. Síðst hevur tað verið tvídrátturin millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum og sjúkrahúsleiðsluna. Málið hevur snúð seg um, at yvirlæknarnir hava verið [...] 800 høvdum, slepst ikki undan, at tað til tíðir eru tvídráttir og ymsar meiningar um, hvussu tingini skulu hanga saman. Tað skal tað eisini verða, tí annars er vandi fyri, at alt stendur í stað og so er eingin
men eisini nógv smá virki, ið hava víst, at tey megna at kappast og at tey megna at umstilla seg, tá fyritreytirnar broytast, og so er tað av alstórum týdningi, at sum heild er vinnan í hesum partinum av [...] hittust at lýsa støðuna hjá vinnulívinum í oynni og at tosa um framtíðarvánirnar, so mundu luttakararnir longu frammanundan hava eina fatan av, at økið er eitt tað fremsta vinnuøkið í landinum, og at gongdin [...] Hann ynskti ikki at fara í smálutir, tí hann helt fundarluttakararnar í høvuðsheitinum kenna til traditionellu vinnuna. At menn hava havt hug, hegni og áræði at fáa sær bátar og skip og at fara undir framleiðslu
fara avstað. Hon sigur, at tey fara ongantíð at angra tað. ? Hevði eg vitað, at tað var so stuttligt og gott at vera har, so var eg langtsíðani farin, sigur hon. Barbara kundi bara vera eitt ár, tí hon var [...] viku fóru tey við flokkinum at vitja aðrar skúlar, og so spældu tey dyst móti hinum skúlunum. Góðar royndir Mogens Jensen, leiðari á Horne Ungdomsskole, sigur, at royndirnar hjá skúlanum við at hava ung [...] Jensen væntar, at hesar breytir fara at lokka enn fleiri næmingar til skúlan. Og tað er eisini tað, tey vilja. Dentur verður í stóran mun lagdur á samanhaldið á skúlanum, og tað vænta tey, at eitt nú bre
tímalærari á Føroya Læraraskúla. Hann var giftur við Elsu, fødd Arge, og tey áttu børnini Per, Elin og Súsonnu, tá tey fluttu út í Tórfinsgøtu at búgva tíðliga í sjeytiárunum. Seinni kom so Ólavur afturat barn [...] gáarmaður, føddur 17. juli í 1940. Hann var sonur Olivar og Hansinu Debes, sum bæði vóru frá Gjógv. Tey vóru ein stórur barnaflokkur, 13 í tali, har Hans Jacob var elstur av dreingjunum. Barnaárini gekk [...] hvussu góður skúlin var, og hvussu vitugur lærarin, Hans Kristiansen, var. Har fekk hann gott í beinið at bera víðari, segði hann. Men áðrenn hann fór víðari í skúla, fór hann til skips við slupp á suðurlandinum
in hevur verið væl betri tey seinnu árini, og tað er stuttligt at síggja, at hesin parturin av flotanum, sum í fleiri ár hevur hingið við reyvini í vatnsskorpuni, nú er við at reisa seg. Reiðaríini, sum [...] Flemish Kap at fiska, eftir at eingin vinnulig veiða hevði verið um hesar leiðir í fleiri ár, gav hetta eisini føroyskum línuskipum nýggjar møguleikar. Seinnu árini hevur nógvur toskur aftur verið at fingið [...] hvussu veðrið háttar sær. Hóast tað hevur gingið skjótt at fingið upp í skipini, er ein slíkur túrur heldur langur fyri ísfiskalínuskipini. Tey fyrru árini vóru tó nøkur ísfiskalínuskip eisini á Flemish
n, og eftir at hann fyri einum tíggju árum síðani var givin at koyra lastbil, helt hann fram við at koyra persónbil inntil eina ferð í vár, tá ið hann gjørdist sjúkur, og tað skjótt fór at ganga skeiva [...] fekk sær koyrikort. Tað var í 1944. Nakað eftir, at hann var komin aftur av hvalaveiðuni, fór hann at koyra bil, og tað gjørdist lívsstarvið hjá honum at koyra buss, lastbil og hýruvogn. Eitt nú koyrdi [...] Annu Helenu Davidsen. Hon var úr Hoygarðinum á Toftum, og hann var av Kvíggjarheyggi á Nesi. Tey bæði áttu sjey børn: Dávur, Kristianna, Hassadi, Arnhold, Mary, Nelly og Anni. Eftir á lívi eru Kristianna