Arnhold Davidsen farin

   

Fríggjakvøldið 17. september andaðist Arnhold Davidsen á Toftum 84 ára gamalur. Arnhold var ein bygdarmynd á Toftum og væl kendur kring alla oynna. Hann arbeiddi í mong ár sum bilførari.
Arnhold á Kvíggjarheyggi, sum var føddur 23. juni í 1920, var sonur til Niclas og Annu Helenu Davidsen. Hon var úr Hoygarðinum á Toftum, og hann var av Kvíggjarheyggi á Nesi. Tey bæði áttu sjey børn: Dávur, Kristianna, Hassadi, Arnhold, Mary, Nelly og Anni. Eftir á lívi eru Kristianna, Dávur, Mary og Anni. Hassadi búði í Klaksvík, og Nelly búði á Kvíggj-arheyggi. Anni býr í Heiðum, Mary býr í Havnini, Kristianna býr á Toftum, og Dávur býr í sambýlinum á Toftum.
Arnholdi dámdi frá barni av væl at flóta og veiða, og hann hevði frá heilt ungum av góðan hug til jørð og landbúnað. Tá ið hann var fjúrtan ára gamalur, fór hann til Dan-markar, har hann í fýra ár var á bóndagarði í Jyllandi. Stutt undan, at kríggið breyt út í 1939, kom hann aftur til Føroya. Undir krígnum sigldi hann eitt nú við Gunhild. Tá ið kríggið var liðugt, fór Arnhold saman við knappliga sjeyti øðrum føroyingum við hollendskum reiðarí á hvalaveiðu í Suðuríshavinum. Teir fóru úr Føroyum í september í 1946, og teir vóru við hús aftur í mai í 1947.
Arnhold mundi vera ein tann fyrsti á Toftum, sum fekk sær koyrikort. Tað var í 1944. Nakað eftir, at hann var komin aftur av hvalaveiðuni, fór hann at koyra bil, og tað gjørdist lívsstarvið hjá honum at koyra buss, lastbil og hýruvogn. Eitt nú koyrdi hann í fleiri ár toftabørnini, sum gingu í framhaldsskúla á Glyvrum. Tað hevur so ofta verið tikið til, hvussu lagaligur hann var at fáast við skúlaungdómarnar.
Arnhold var sera fryntligur og fyrikomandi maður, og hann var altíð klárur at dugna og veita eina hjálpandi hond. Arnhold gekk alla sína tíð høgt upp í heimaseyðin, og eftir at hann fyri einum tíggju árum síðani var givin at koyra lastbil, helt hann fram við at koyra persónbil inntil eina ferð í vár, tá ið hann gjørdist sjúkur, og tað skjótt fór at ganga skeiva vegin.
Í 1951 giftist Arnhold við Henny, fødd Højgaard, og ættað úr Rituvik. Tey búsettust við Toftagjógv. Hetta var í hjartanum í bygdini. Nógv ferðsla var har um vegir, og mong duttu inná gólvið og nutu blíðsskap.
Henny og Arnhold eiga seks børn: Aloma, Hanus, Niclas, Annika, Harda og Fróði. Hanus og Harda búgva í Havnini, Fróði býr í Saltangará, og Aloma, Niclas og Annika búgva á Toftum.