Øll áttu at farið á eftirskúla

Hetta sigur Barbara Poulsen úr Hvannasundi. Hon var á eftirskúla í Danmark, tá hon var liðug við fólkaskúlan. Henni dámdi avbera væl, og hon hevur fingið nógvar góðar vinir fyri lívið

Hvannasund:
Tá 19 gamla Barbara Poulsen var liðug við tíggjunda flokk, var hon ikki í iva um, hvat hon skuldi finna uppá. Hon hevði hugsað um at fara á eftirskúla í Danmark í eina tíð, men tað bleiv ikki fyrr enn skúlin var liðugur.
So fóru hon og ein vinkona niður og tóku 11. flokk á Horne Ungdomsskole. Vinkonan fór heim til jóla, men Barbaru dámdi so væl, at hon helt á til summarið.
? Eftirskúli er nakað heilt øðrvísi enn fólkaskúlin. Mær dámdi so væl á skúlanum, sigur Barbara.
Barbara viðmælir øllum ungum, sum hugsa um at fara á eftirskúla at fara avstað. Hon sigur, at tey fara ongantíð at angra tað.
? Hevði eg vitað, at tað var so stuttligt og gott at vera har, so var eg langtsíðani farin, sigur hon.
Barbara kundi bara vera eitt ár, tí hon var jú liðug við fólkaskúlan, tá hon fór, men hon sigur, at hon gleðiliga hevði tikið tíggjunda árið á eftirskúlanum eisini.

Eftirlit
Næmingarnir á skúlanum, sum koma allastaðnis frá, búgva á skúlanum og hava sjálvi ábyrgd av kamarinum hjá sær. Eftirlit er við teimum og hvat tey gera.
Tey verða vakt hvønn morgun klokkan sjey. Morgunmatur er klokkan hálvgum átta, og síðani skulu tey rudda kamarið. Lærararnir ganga síðani runt á kømurni at kanna, um alt er nóg væl ruddað. Hetta er ikki nakað, sum Barbara heldur er keðiligt.
? Hatta er ein partur av degnum, og ein venur seg við tað beinanvegin, sigur hon.
So verður farið í skúla. Summir dagar eru langir, heilt til klokkan hálvgum seks á kvøldi.
Frá klokkan seks og ein tíma fram, skulu næmingarnir binda frið í eina løtu. Tey gera skúlatingini, sum tey hava fyri til næsta dag. Og tá ganga lærararnir runt og vegleiða teimum, um tey ivast í onkrum og ansa eftir, at skúlatingini verða gjørd.
? Tað virkar slettis ikki so longi, sjálvt um summir dagar eru rættuliga langir, sigur Barbara.

Nógvar vallærugreinir
Ígjøgnum dagin hava tey tær mest vanligu lærugreinarnar. Men tey sleppa sjálvi at velja mest sum allar. Bara danskt, enskt, rokning og kristni eru tvungnar lærugreinar. Restin kunnu tey sjálvi velja.
Barbara greiðir frá, at vallærugreinirnar eru fyri øll. Ein og hvør kann finna onkra grein, sum teimum dámar. Tað ivast hon ikki í.
Hon nevnir sum dømi, at ítróttur ikki er ein lærugrein samlað. Barbara hevði flogbólt, fótbólt og eina konditiónslærugrein, sum vallærugreinir. Tað dámdi henni avbera væl.
Hvørja viku fóru tey við flokkinum at vitja aðrar skúlar, og so spældu tey dyst móti hinum skúlunum.

Góðar royndir
Mogens Jensen, leiðari á Horne Ungdomsskole, sigur, at royndirnar hjá skúlanum við at hava ung frá ymiskum londum sum næmingar, eru avbera góðir. Og tí roynir skúlin í dag at marknaðarføra seg í eini roynd at fáa fleiri næmingar úr til dømis Føroyum.
? Vit hava næmingar úr Iran, Grønlandi, Amerika, Afghanistan, Vietnam umframt úr Føroyum. Og tað hevur víst seg at virka væl á skúlanum, greiðir hann frá.
Horne Ungdomsskole fer í summar at byrja við nøkrum nýggjum breytum, sum næmingarnir kunnu velja seg inná.
Breytirnar eru drama og tónleikur, ítróttur, har serliga fótbóltur og hondbóltur er á skránni, foto og medie breyt, har eitt ummæli til grafiska útbúgving í framtíðini kann fáast við lokið skúlaár. Og so er ein breyt, har arbeitt verður við list og myndum.
Mogens Jensen væntar, at hesar breytir fara at lokka enn fleiri næmingar til skúlan. Og tað er eisini tað, tey vilja.
Dentur verður í stóran mun lagdur á samanhaldið á skúlanum, og tað vænta tey, at eitt nú breytaarbeiðið fer bara at gera enn betur.

Samansjóðing
Barbara sigur, at hóast nógvir ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir á skúlanum, so er tað ongin trupulleiki at koma í samband við øll.
Tá tey byrja skúlan, fara tey fyrst á eina samansjóðingarferð, har øll koma í samband við hvønnannan.
? Tá tann fyrsta vikan er farin framvið, tosar tú við øll, og tað virkar als ikki sum um tú júst ert komin at kenna tey. Tað er sera løgið, men soleiðis er tað á eftirskúlanum, sigur hon.
Barbara greiðir frá, at tá hon søkti inn á skúlan, gjørdi hon tað umvegis heimasíðuna hjá skúlanum, sum er www.horne.dk.
? Øll ung áttu at roynt eitt ár á onkrum eftirskúla. Tað er læruríkt og spennandi, sigur Barbara, sum í dag gongur á fyrsta ári á HF skúlanum í Klaksvík.