Livilíkindini avgerandi
Fyri 200 árum síðani vóru Føroyar eitt bóndasamfelag, og tí var natúrligt, at fólk fluttu til tær bygdirnar, har landbúnaðurin hevði bestu gróðrarlíkindini. Seinni kom slupptíðin, og tá blómaðu bygdir, har millum annað atløguviðurskiftini vóru góð.
Fólkið flutti til støð, har arbeiði var at fáa og har livilíkindini annars vóru tey bestu. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini.
Tíðir broytast
Slupptíðin og bóndasamfelagið eru farnar tíðir, og nú eru heilt onnur viðurskifti avgerandi fyri, hvar fólk velja at búsetast. Jørð og náttúruhavnir hava ikki so nógv at týða longur, og fólk trunka seg saman á stórplássum. Men onkursvegna hava vit ilt við at sleppa teimum farnu tíðunum, og berjast tí við hond og fót ímóti hesi natúrligu fólkaflyting.
Framtíðar bústaðarmynstrið
Eg ivist ikki í, at nógv tann størsti parturin av føroyingum í framtíðini fer at búgva í økinum Tórshavn, Skálafjørður og Klaksvík (og sjálvandi eisini í bygdunum sum liggja uppat hesum økinum), og her verður Skálafjarðartunnilin ein týðandi partur. Hetta fer at henda, líkamikið hvussu ofta vit brúka orðini miðspjaðing, útjaðarastuðul og bygdamenning. Fólk vilja búgva tættari saman, og hesi gongdini kunnu vit ikki forða fyri við politiskum tiltøkum – og hví skuldu vit tað?
Sjálvandi er tað harmiligt, hvørja ferð ein smábygd doyr út. Tað munnu øll vera samd um. Men hava vit nakað val?
Liva ikki av hugna
Øll munnu vera samd um, at ein vissur hugni er í sluppum, torvskurði og ullararbeiði. Men tann sum sjálvur hevur livað í teirri tíðini, ynskir hana neyvan aftur, tí tað var ikki serliga liviligt. Føroyingar høvdu ikki kunnað staðið einsamallir eftir við vaðbeinið í 2009, meðan aðrar tjóðir fylgdu tøkniligu menningini.
Soleiðis verður eisini við smábygdunum. Nútíðar ungdómur krevur meira enn tað, tær hava at bjóða, sjálvt um tær eru sera hugnaligar.
Mugu fylgja tíðini
Vit stríðast í løtuni um politivaktir, læknavaktir, samferðsluútbyggingar, orkuspurningar o.s.fr. Hetta gera vit, tí vit búgva so spjatt, og vit hava ikki ráð at veita tær tænastur, sum eru neyðugar. Bústaðarmynstrið frá bóndasamfelagnum og slupptíðini hóskar ikki til nútíðina. Vegastrekkini eru dupult so long, sum tey áttu at verið. Vit brúka í tonsavís av brennievni, fyri at flyta okkum aftur og fram eftir hesum longu vegunum. Vit fáa illa brúkt fjarhita, tí rør skulu leggjast til hvørt einstakt hús, og húsini standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
Tað er tí sera umráðandi, at vit hava hetta í huga, tá framtíðar íløgur verða gjørdar. Vit hava ikki ráð til at liva í einum nútímans samfelag, sum er samansett eftir slupptíðar fyrimynd.