KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Sambært hagtals yvirlitinum á heimasíðuni rogving.fo er 901,3 metra teinurin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið eina ferð rógvin í so góðari tíð. Tað var á Ólavsøku í 1992, tá ið 10-mannafarið Skálabáturin setti hetta metið.
Tað verður ikki roknað við, at 15 ára gamla ólavsøkumetið hjá Skálabátinum ella ólavsøkumet í nakrari av hinum bátastøddunum verður tikið í morgin.
- Eitt er venjingarstøðan hjá rógvarunum. Um tað bara var hon, sum var avgerandi, so kundi okkurt metið verið sett hesa ferð. Men streymur, ætt og vindstyrki hevur nógv at siga. Um hann er undan, eru fyritreytirnar bestar fyri góðum tíðum. Veðurmaðurin sigur frá høgætt. Róðrarlíkindini verða ivaleyst góð, men tað verður ímóti, og harvið verður neyvan talan um nakað met, verður sagt av teimum, sum hava skil fyri veðrið og kappróðri.
Í Havnar Róðrarfelag hava teir áður sagt, at besta ættin til kappróður á Ólavsøku er vestan. Tá er góð lívd at leggja bátarnar undir Argjahøvda, og tá rógva teim undan. Tá ið Skálabáturin setti metið í 1992 var hann vestan, og tað var frískur vindur. Uttan at taka nakað frá óføru skálamonnunum, so sigur tað seg sjálvt, at veðrið var í parti við teimum fyri fimtan árum síðani.
Onkra ferðina hevur verið um reppið, at metið hevur verið tikið. Næstbestu tíðina eigur Havnarbáturin, sum á Ólavsøku í 2001 vann við 3.52.03.
Sambært hagtalsyvirlitinum var besta vinnaratíðin hjá Eysturoyingi, sum í ár og fleiri av seinastu tíggju árunum hevur verið stinnastur, í 1988, tá ið teir vunnu við 4.02.60.
Ikki altíð so neyvt
Tá ið tosað verður um mettíðir í kappróðri, so undirstrika teir serkønu, at tað ikki skal leggjast so nógv í tíðirnar, sum tað eitt nú verður gjørt í svimjing, renning og súkkling.
Róðrartíðirnar eru eisini skrásettar frá tí tíðini, tá ið tað bara var leysur startur. Tá kom tað meiri enn so fyri, at bátarnir vóru farnir nakað inn um startmálið, tá ið skotið geltið.
Á Ólavsøku hevur tað verið fastur startur síðani 1979. Í fjør varð nýggjur fastur startur lagdur, og hann verður eisini nýttur í ár.
At tað í so mong ár hevur verið fastur startur átti at borið við sær, at kappróðrartíðirnar á Ólavsøku áttu at verið neyvari, enn tær kanska hava verið á øðrum stevnum.
Kappróðrarhugað kenna skrásettu tíðirnar, og tey, sum ganga høgt uppí hetta, hava so ofta kannað tíðirnar. Tað gera tey við stoppuri at lurta eftir upptøkum frá Útvarpinum.