Hans Jacob Debes farin

Tað boðaði óráð, tá merkið varð vundið í hálva stong í Tórfinsgøtu sunnudagin. Hans Jacob Debes, professari og rithøvudur, var farin, 62 ára gamal

Hans Jacob Debes var gáarmaður, føddur 17. juli í 1940. Hann var sonur Olivar og Hansinu Debes, sum bæði vóru frá Gjógv. Tey vóru ein stórur barnaflokkur, 13 í tali, har Hans Jacob var elstur av dreingjunum.
Barnaárini gekk Hans Jacob í skúla við Gjógv, og hann hevur mangan greitt frá, hvussu góður skúlin var, og hvussu vitugur lærarin, Hans Kristiansen, var. Har fekk hann gott í beinið at bera víðari, segði hann. Men áðrenn hann fór víðari í skúla, fór hann til skips við slupp á suðurlandinum og við íslendskum trolara árini 1955-57. Hann fór á preliminerskúla í Havn í 1957 og tók prógv í 1959 ? og nýmálsligt studentsprógv í 1962.
Hans Jacob leitaði sær til Danmarkar, har hann las søgu og enskt mál og bókmentir. Í 1970 tók hann prógv sum cand. mag.
Heimkomin til Føroya í 1971 fór hann í starv sum lærarari á Studentaskúlanum í Hoydølum, har hann undirvísti í søgu, enskum, fornaldarfrøði og samfelagslæru, eins og hann í nógv ár var tímalærari á Føroya Læraraskúla. Hann var giftur við Elsu, fødd Arge, og tey áttu børnini Per, Elin og Súsonnu, tá tey fluttu út í Tórfinsgøtu at búgva tíðliga í sjeytiárunum. Seinni kom so Ólavur afturat barnaflokkinum.
Heimið hjá Hans Jacobi og Elsu í Tórfinsgøtu var eitt opið heim, har børn altíð savnaðust ? eitt fløtt heim, har børnini kendu seg væl.
Hans Jacob hevur eisini verið ein virkin rithøvundur, og kom fyrsta bókmentaverk hansara út í 1984. Tað var søgubókin »Nú er tann stundin«, sum hann hevði arbeitt við líka síðani lestrarárini. Hetta var eisini doktararitgerð hansara ? og gjørdist hann dr. phil við Hóskóla Íslands. Seinni komu fleiri søgubøkur úr hansara hondum, bæði um politiska søgu í Føroyum og í Íslandi. Í 1986 fekk Hans Jacob Debes M. A. Jacobsensvirðisløn fyri yrkisbókmentir.
Í 1989 var hann tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya. 1987-1990 prorektor. Hann var deildarleiðari á Søguvísindadeildini. Frá 1995 megindeildarleiðari (dekanur) á Søgu- og samfelagsdeildini.
Hans Jacob Debes var virkin í politikki. Hann var tjóðveldismaður og sosialistur. Hann hevði mong álitisstørv í Tjóðveldisflokkinum, og tá Ellintur Patursson doyði í 1986, tók hann sæti á tingi ? og var tingmaður til 1988. Av álitisstørvum annars kunnu nevnast, at hann var formaður í nevndini, sum fyrireikaði yvirtøkuna av føroyska skúlaverkinum frá ríkinum til heimastýrið 1978. Hann var í stjórnini fyri Føroya Fólkaháskula (1973-90), í stýrinum fyri Norðurlandahúsið (1988-92), í Føroya Skúlastjórn (1975-78), í Landsskúlaráðnum (1988-92, formðaur í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin (1975-79 og 1989-91).
Seinnu árini hevur Hans Jacob havt ringa heilsu, og nú var hann mettur av døgum, hann orkaði ikki meira.
Friður veri við minninum um Hans Jacob Debes.