innflutningi av vørum til Føroya. Bert tvær reisur hevur landsstýrið brúkt hesa heimild. Fyrru ferð var miðskeiðis í áttati árunum, tá krøv vórðu sett til innfluttar kjøtvørur og egg at tey ikki skuldu innihalda [...] ES-vørum, sum nú verður tikin av. Í ES avtaluni hava vit bundið okkum til at hava tað tey kallað eitt ?ikki-diskriminernadi? eftirlit við matvørum. Hetta merkir, at um tú setir krøv til eina matvøru, skal sama [...] lív og heilsu og er tað til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at tryggja við sínum eftirlitið, at so er. Hetta verður gjørt uppá tríggjar mátar: Tann fyrsti er at seta krøv til tey virkir og handlar, sum framleiða
nøkur av forsetavalevnunum hjá andstøðuni vórðu tikin og sett í fongsul. Fleiri mótmælisgongur vóru ímóti forsetanum. Nógv av teimum mótmælandi vóru ung lesandi, og tey hava seinni mist lestrarplássið. [...] Alexandr Lukasjenko. Tiløkini bera í sær, at forsetin og 157 aðrir hvítatussar sleppa ikki til nakað ES-land. Millum tey 157 eru tveir av synum forsetans, hvítarussiski verjumálaráðharrin, Jurij Sjadobin, og
Símun spældi inn til Jákup á Borg, sum skotfintaði, áðrenn hann legði stutt til Holst. Hann skotfintaði eisini, og beint sum hann skuldi smoyggja sær inn í brotsteigin, vórðu beinini tikin undan honum. Fríspark [...] ir vórðu hildnir á pínubeinkinum, men okkara prógvaðu allan vegin, at teir vildu ikki sleppa. Og hóast dómarin í løtum hevði hug at geva litavum alt, so slapp hann ikki at geva teimum stigini. Tey vórðu [...] dystir. Og tað hendi, so var tað ikki uttan eina hampuliga stóra undran og diskussión. Skuldu reisast Tey vóru nevnliga mong, sum høvdu hug at yppa øksl, tá føroyska liðuppstillingin var greið. Eitt var, at
streymaður til Moskva úr øllum ríkisins avkrókum at síggja hann, varð slík trokan, at fólk í hundraðatali vórðu kroyst til deyðis. Tíðindini um Stalins deyða frættust víðari út um hansara ríki, og vórðu borin [...] fortelur, er ógviliga løgin. Boð vórðu send eftir valdsharrans mætastu skutilsveinum. Heilir fýra tímar gingu, til Beria og Malenkov komu út í summarhúsið. Teir fóru inn til Bossin, komu út aftur, søgdu, [...] Longu tíðliga í tíðini koma ? um ein kann taka so til ? tey ljósaru brigdini í Stalins persónleika til sjóndar. Hann var gløggur, hevði framúr gott minni og var musikalskur. Vit vita eisini, at hann hevði
m - laogai. Hóast milliónir vórðu skotnar ella píndar til deyðis, legði Mao sum heild størri dent á heilatvátt enn Stalin. Heilatvátturin, sum kundi taka mong ár, hevði til endamáls at rudda burtur sjálvt [...] høvdu sett eld á bygningin. Somu snildir vórðu brúktar, tá Kirov varð skotin í 1934, helst eftir boðum úr Kreml. Báðar hendingar vórðu brúktar sum undanførslur til at seta í verk ógvisligar útreinsingar [...] søgugongd, sum fyrstu ferð førdi hesa hugmyndafrøði til sigur. Leiðin hjá einum einstøkum persóni, Jósef Vissarionovitj Dsjugasjvili úr Georgia, til at fáa alt valdið í einum av heimsins størstu ríkjum
Fyrst ringdi hann til Statsadvokatin, har hann fekk at vita frá einum advokatfulltrúa, at hon júst hevði fingið málið upp í hendurnar. Hann hevði tá sagt, at hann var til reiðar at koma til Danmarkar at tosa [...] verður hann í august í ár liðugur at sita tann dómin. Dómin situr hann í Danmark, og hann kom til Føroya til landsrættarfundin mikudagin við tveimum vaktarfólkum í danska fongslinum. Hetta var eitt annað [...] at um fútin ikki vildi tosa við seg, var hann noyddur at fara heim til hennara, og hann legði líka í, um maður hennara og børn vóru til staðar. Fútin var illa við, tá ið hon frætti hetta. Øll hesi vitnini
fyri teimum. Tey vórðu bæði ákærd fyri at hava brotið lógina um euforiserandi rúsevni. Ákærin vildi hava tey dømd fyri at hava smuglað ólóglig evni til landið við tí fyri eyga at selja tey víðari í Føroyum [...] eru í Danmark, fyri rættin mikudagin. Tey vórðu tikin 19. november, eftir at tollarar funnu góð 5 kilo av hassji í einum eykahjóli, ið hekk undir bilinum, tá tey komu í land úr Norrønu. Rættarfundurin [...] fram, til hann skal sita tann veruliga dómin. Hesin úrskurður varð heldur ikki kærdur til Landsrættin. Eftir kravi frá verjanum varð harumframt lagt hald á 12.000 krónur, ið maðurin hevði við sær til Føroyar
surrealistur koma uppá knøini á Hieronymus Bosch. Í eini mynd, ið kallast Elle Hommo sæst Jesus tikin til fanga við bundnum hondum. Hann stendur uppi á einum palli. Undir pallinum sæst tann blóðtysti pøpilin [...] helvitiseldi í allar ævir, sum Bíblian sigur. Og eg trúgvi heldur ikki, at tey flestu fara til helvitis og bara nøkur fá til himmals, sum Bíblian eisini sigur. Tað er tað reina møsn og tvætl í mínari verð [...] sosialismu. Kapitalisman umboðar tað ónda. Hon byggir á grádigheit eftir pengum og makt. Hon ger tey fáu rík og tey flestu fátæk. Sosialisman umboðar tað góða. Tað stendur í Bíbliuni, at øll menniskju eru líka
ætlaðu sær við til Íslands. Teir komu ikki longur enn til Føroya, tí tollvaldið og politiið funnu stóru nøgdina av sterkum rúsevnum í bilinum. Ella vórðu teir lokkaðir at taka bilin við til Íslands? Eigarin [...] varð tikin á flogvøllinum á veg til USA. Ákæru menninir í Føroyum vóru kurerar, pástóð ákærin, sum vísti á, at flutningur er líka so týdningarmikil í øllum sum at fáa hendur á rúsevnunum og selja tey.Verjin [...] so stórt sum í Litava. Verjin helt tað vera mest sannlíkt, at hesir báðir vórðu lokkaðir av narkomafiuni til at flyta bilin til Íslands. Hann helt tað eisini vera løgið, at einki var komið fram um rann
tú. Dejá Vu fóru á flog, og teir í mesta lagi millumlendi aftur, áðrenn teir aftur fóru upp frá og vórðu kosnir sum vinnarar av Prix-umfarinum leygarkvøldið. Bólkurin spældi sveimandi, sýrutan og melodiøsan [...] gott við sær. Bólkurin hevur funnið ein spennandi stíl, sum teir klára at gjøgnumføra, og sum kann fanga eina breiða áhoyrarafjøld. Teir hava sjálvir nevnt, at teir fáa íblástur frá nøvnum Radiohead, Turin [...] kassagittar. Hetta ger, at tað kemur ikki so nógv lív í á pallinum, men tónleikurin leggur heldur ikki upp til hopp og høvdarystan. Kanska var tað fyri at leggja nakað afturat tónleikinum, og kanska var tað eisini