Dekan tú. Dejá Vu fóru á flog, og teir í mesta lagi millumlendi aftur, áðrenn teir aftur fóru upp frá og vórðu kosnir sum vinnarar av Prix-umfarinum leygarkvøldið.
Bólkurin spældi sveimandi, sýrutan og melodiøsan popptónleik í modernaðum klæðum. Kassagittar, tveir góðir sangarar og vakrir sangir var reyði tráðurin, og tað var meira enn ein klænur tráður.
Fýra av tónleikarunum í Déjá Vu hava fyri kortum verið á tónleikaskúla í Danmark. Hetta hevur havt nógv gott við sær. Bólkurin hevur funnið ein spennandi stíl, sum teir klára at gjøgnumføra, og sum kann fanga eina breiða áhoyrarafjøld.
Teir hava sjálvir nevnt, at teir fáa íblástur frá nøvnum Radiohead, Turin Brakes og Elbow, men tað ber eisini at hoyra bólkar sum Coldplay og Travis í tónleikinum hjá teimum.
Tónleikurin hjá Déjá Vu er hugtakandi og inniligur, og teir báðir sangararnir í bólkinum, Flóvin E. Viderø og Líggjas Olsen, syngja væl ? bæði hvør sær og í felag. Teir hava arbeitt nógv við at syngja kór, og tað riggar væl.
Sita á afturpartinum
Déjá Vu hevur ikki sitið á afturpartinum seinastu tíðina, men á pallinum eru teir sermerktir við, at báðir frotnmenninir sita niðri og spæla. Líggjas situr við ljómborðið, og Flóvin situr og spælir kassagittar. Hetta ger, at tað kemur ikki so nógv lív í á pallinum, men tónleikurin leggur heldur ikki upp til hopp og høvdarystan.
Kanska var tað fyri at leggja nakað afturat tónleikinum, og kanska var tað eisini fyri at fáa meira at henda undir framførsluni, at Déjá Vu hevði serligt ljósshow við myndum og grafikki, sum koyrdi alla tíðina, meðan teir spældu. Tað tóktist vera gjøgnumført, og sum góð list plagar at gera, so setti tað líka nógvar spurningar ? ella meira ? enn tað gav svar.
Umframt teir báðar Líggjas og Flóvin eru tríggir aðrir tónleikarar í bólkinum, sum leggja ein góðan botn. Gittarspælarin Rói Christiansen, sum eisini er kendur frá bólkinum Tangz, legur nógv afturat við sínum gittarspølum, og solospølini hjá honum vóru serstakliga góð.
Størsta yvirraskilsið
Fyrsti bólkurin, sum skuldi á pallin, var púra ókendur, og tískil vistu fólk ikki, hvat tey skuldu væntað. Teir høvdu sjálvir sagt, at hóast teir ikki høvdu spælt alment áður, so stúrdu teir ikki fyri tí, tí teir høvdu fyrireikað seg væl.
Og hetta vísti seg eisini frá fyrsta tóna. Teir høvdu sjálvsálit, stóðu við síni hugskot og høvdu nógv orku. Teir spæla harðan rock, men nógvu skiftini millum róligar partar og tað meira villa ger, at stórur dynamikkur er í tónleikinum hjá teimum, og tað verður ikki so strævið at lurta eftir, sum tá alt skal vera ógvusligt alla tíðina.
Teir løgdu fyri við frálíka sanginum Self Control, og sangurin vísti, at summar vendingar ongantíð fara av móta í rocktónleikinum. »Eye in the sky« má verða brúkt bæði eina og tvær ferðir áður.
Teir høvdu eisini nakað, sum líktist eini balladu, men sangurin vant seg upp ímóti endanum og setti eitt gott punktum.
Tveir gittarspælarar við góðari Marshall-útgerð gjørdu, at gittarljóðið var tungt, og tað klæddi tónleikinum væl.
Mind?s Eye tók nógvar áhoyrarar á bóli, og teir gjørdust higartil størsta yvirraskilsið í kappingini. Ein nýggjur bólkur, sum legði fyri á einum støði, sum summir bólkar ikki koma í nánd av.
Kleine nachtmusik
Karl Anton Klein og hansara menn í bólkinum við tí strævna navninum ? onkikanndiskuterast.alt kann ? høvdu ein øðrvísi framførslu. Sum ein hvítur Jimi Hendrix var Karl Anton miðdepilin á pallinum ? berføttur, við pannubandi og sveittabroti dýkti hann á.
Tað var líka við, at tú hevði hug at peika honum leiðina til Woodstock...
Teir spældu rocktónleik við íblástri frá ymiskum øðrum tónleikastílum, og tað var ferð á alla tíðina. Men tað kann nú diskuterast, hvussu spennandi tað var.
Framførslan hjá onkikanndiskuterast.alt kann gjørdist á ein hátt ótolandi. Ljóðið var skrúvað for frá, og tað tóktist vera óðamannaverk at útseta oyruni á fólki fyri so nógvum decibellum. Hetta var eitt lýti fyri framførsluna hjá bólkinum, sum var lívlig og stuttlig, men sum ikki kundi bera bólkin víðari í kappingini.
Góða nátt
Speaker er ein nýggjur bólkur úr høvuðsstaðnum, sum ikki hevur verið nakað serligt frammi áður. Teir spæla rocktónleik og hava vant nógv seinastu tíðina fyri at gera góðan figur á Prixnum.
Talan er um ungar tónleikarar, sum framvegis kunnu mennast nógv. Teir høvdu tó drivið til at tveita seg út í eina framførslu við nógvum detaljum, skiftum og ferð á. Tað gekk ikki eins væl allatíðina. Tað sat nøkunlunda, men ikki fullkomiliga sum tað skuldi, og sangarin hevði eisini við hvørt trupulleikar við at raka tónan.
Tað var nú ikki akkurát linligt fyri tað, um sangarin hevði latið seg í náttklæði, men tá ið teir fóru av pallinum aftur, vóru teir noyddir at siga góða nátt til Prixið, sum fer víðari uttan teirra luttøku.
Endaði við dansi
Ein dámur av gamlamannadansi ? kanska enkeball ella bygdaveitslu ? var yvir framførsluni hjá Holgari og Villmonnum. Teir spældu svingandi poptónleik, og fólk løgdu bragdliga fyri at dansa. Men tey vóru ikki trúgv í móti bólkinum, tí sum tíðin leið, so tyntist útaftur á dansigólvinum.
Holgar Jacobsen hevur fleiri ferðir áður spælt á Prixnum, og tað ger hann framvegis við fullum huga. Teir syngja á føroyskum, og tað er so í hvussu er deiligt at hoyra eitt slíkt kvøld.
Teir eru ikki nakar Prix-bólkur, men tilkomnu lurtararnir hava tó uttan iva havt gleði av tí korterinum, sum teir vóru á pallinum.
Upplagdir vinnarar
Aftaná tær fimm framførslurnar var tað ikki nakað stórt kynstur at gita seg fram til teir báðar bólkarnar, sum fóru at enda sum nummar 1 og 2. Teir báðir fyrstu bólkarnir høvdu verið teir mest spennandi, og tað gjørdist eisini teir, sum vunnu hetta umfarið.
Déjá Vu var tann ordiligi vinnarin og tryggjaði sær finalupláss, meðan Mind?s Eye var tann hálvi vinnarin, sum fær ein kjans afturat at spæla seg í finaluna.
Prix-parturin av kvøldinum endaði við, at Déjá Vu fór aftur á pallin at spæla nakrar sangir, og illgrunin um, at nógvir av Prix-bólkinum ikki eru førir fyri at spæla so nógv annað sannførandi enn sín egna tónleik, var eitt sindur styrktur ta løtuna, Déjá Vu spældi.
Ikki tí, teir spældu nakrar fínar sangir seinnu ferðina, teir vóru á pallinum, men tá ið Flóvin fór at syngja tiltikna sangin Lívsmynd hjá Frændum var tað, sum sum restin av bólkinum steðgaði upp. Um tað var tí, at teir ikki vildu ella dugdu at spæla, er kanska líkamikið, tað tóktist í øllum førum alt annað enn sannførandi. Flóvin sang av fullum hjarta saman við áhoyrarunum, meðan hinir í Déjá Vu mest sum riggaðu av.
Tað var enn einaferð fullsett við fólki, og fyrstu tvey Prix-kvøldini í Fuglafirði hava fingið góða undirtøku. Nú verður frívikend, áðrenn tað verður tørnað til aftur við seks bólkum mitt í februar.
Hesaferð var tað Déjá Vu, sum sveimaði allan vegin í finaluna.