TANN EINSTAKI OG SØGAN
Í ÁTTANDA og seinasta parti av hesi viðgerð ? sum snýr seg um ta týdningarmestu politisku rørsluna í heiminum í 20. øld ? er ætlanin at taka saman um, draga fram nøkur høvuðseyðkennir við stalinismuni og greiða eitt sindur frá hennara ávirkan uttan fyri Europa og Russland. Samstundis er ætlanin at víðka perspektivið við at seta hesa hugmyndafrøði í samband við aðrar spurningar og rørslur, eitt nú tjóðskap, høgravongin og sokallað demokratisk lond sum USA og Ísrael.
Latið okkum allarfyrst eina ferð enn hyggja at tí mótsagnarkendu søgugongd, sum fyrstu ferð førdi hesa hugmyndafrøði til sigur.
Leiðin hjá einum einstøkum persóni, Jósef Vissarionovitj Dsjugasjvili úr Georgia, til at fáa alt valdið í einum av heimsins størstu ríkjum gongur eftir einum vegi, har tríggjar skipanir ? eitt einaveldi, eitt fólkaræði og í triðju atløgu ein einstakur maður - smokka saman og farast. Tann fyrsta av hesum skipanum, zarveldið í Russlandi, dettur sundur í februar 1917 sum ein seinkað avleiðing av bardaganum, sum byrjaði trý ár frammanundan. Onnur skipanin er tann russiska fyribilsstjórnin, sum missir takið og fer í søguna, tá Kornilov ovasti ger uppreistur á heysti 1917. Tann triðja skipanin er eitt menniskja, Vladimir Uljanov, róptur Lenin, hvørs andaligi førleiki ferst, tá sjúka ? atherosklerosa - rakar hann í tíðini 1922-24.
Í øllum trimum førunum verður til, í tí skipanin brotnar og ferst, ein tómi, eitt valdsvakuum, sum so verður hersett av eini politiskari organismu, sum treingist, smalkar og verður naskari fyri hvørt umfar ? er fyrst ein tjóð, síðani ein lítil politiskur flokkur og í triðja og seinasta umfari ein einstakur persónur.
Henda gongd er merkilig og, um ein hugsar hugmyndafrøðiliga, á ein hátt mótsagnarkend. Tí sambært einum serligum slag av grovmarxismu er tað ikki tann einstaki, sum skapar søguna, men stættir og handaligar og búskaparligar atvoldir. Tann hugsan, at tann einstaki hevur ávirkan á søgunnar gongd, er sambært marxismuni bygd á sand og dømi um "optiska sjónhvørving".
Støðan er sostatt tann, í Russlandi í árunum 1917-29, at ein einstakur persónur fær alt valdið ? bæði í samfelagnum og at enda yvir hvørjum einstøkum húski ? men at hann virkar í eini skipan og mentan, sum hvørki í sínum ástøði ella í síni almennu útsøgn viðurkennir ávirkan hins einstaka, men bara stættatogan og búskaparligar og handaligar atvoldir. Fyrimunirnir, úr valdsharrans sjónarmiði, við eini slíkari mótsøgn, eru optimalir. Tí hann kann útinna óavmarkað vald og samstundis krógva sín persón og sína valdsfremjan aftan fyri ta hvørvsjón, sum grovmarxisman ? við síni hugsan um, at persónsávirkan er optiskt gykl ? kastar yvir hann.
HVØR VAR JOSEF STALIN?
KOMIN SO langt kunnu vit staðfesta, at marxisman, í síni hugsan um hin einstaka, sum í so mongum øðrum lutum, er ein ófullkomin og svikalig læra. Og ein avleiðing av hesi sannroynd er, at søgugransking, tá hon skal meta um søgunnar gongd, ikki sleppir undan at taka ta subjektivu atvoldina við ? og sostatt eisini sálarlig viðurskiftir, persónligar eginleikar og psýkosøgu.
Hyggur ein nú at menniskjanum Josef Stalin, heftir ein seg við eginleikar sum viljastyrki, eirindaloysi, hevnissemi, taktiskar snildir. Einki óvanligt er við hesum. Meira áhugavert er, at okkara hetja sýnist at vera menniskjakennari, ein førleiki, sum er bæði sjáldsamur og ? í einum og hvørjum stríði um vald ? ómetaliga hentur. Skulu vit meta um, hvat var evsta stavnhald hjá hesum manni, so er svarið stutt: tað var at vinna vald, óskert og óavmarkað vald, vald fyri valdsins sakir, vald sum substitutt fyri alla aðra menniskjansliga stremban ? eros, vakurleika ella sannleika.
Ein ikki minni týdningarmikil meginlind í psýkosøguni hjá okkara hetju er fáfongdin, ynski um í øllum lutum at bera av øðrum, ein trá, sum var væl krógvað og av tí sama serliga hættislig, og sum seyg sær megi og stimbur úr øllum teimum rakárum, tá hesin maður helt seg vera vanvirdan og forfjónaðan av gávuríkari, málreystari og bragdligari lagsbrøðrum. Fáfongdin kemur m.a. til sjóndar í tí, at hesin maður at kalla altíð vísir seg í hvítum búna, sum letst hann at vera bæði úrmælingur og eingil, hóast hann í roynd og veru er ein Jago í Kristusar líki. Nikolaj Bukharin, sum kendi Stalin betur enn tey flestu, tekur soleiðis til um hesa fáfongd:
Hann er ólukkuligur, tí hann ikki megnar at sannføra øll, eisini seg sjálvan, um, at hann er størri enn øll onnur, og tí hann er ólukkuligur um hetta, kann hann ikki halda sær frá at hevna seg inn á menniskjur ... og serliga tey menniskjur, sum á onkran hátt eru størri og betri enn hann. Um onkur talar sína sak betur enn hann, er hesin persónur glataður! Stalin fer ikki at lata hann liva, tí hesin persónur fer áhaldandi at minna hann um, at hann, Stalin, ikki er tann fremsti og besti.
Millum aðrar høvuðslindir í psýkosøguni hjá okkara hetju eru narsissisma, megalomani og paranoia. Tað fyrsta av hesum fyribrigdum er í okkara sambandi serliga áhugavert. Har marxisman sum hugmyndafrøði sá søguna sum úrslit av eini togan millum uttanveltaðar kreftir, tvingaði Josef Stalin veruleikan ? sítt húski, sínar vinir, sín flokk, og at enda alt tað russiska fólkið ? til at rætta seg eftir sínum egna persónliga tørvi. Hann var eitt menniskja og hevði kenslur ? fyri konu og børnum, fyri vinum. Men um tey, hann var góður við, ikki gjørdu hansara tørvi eftir vild, slepti hann teimum. Svetlana, dóttir hansara, sigur um hetta:
Tá ið "veruleikin" sannførdi pápa um, at onkur, sum hann kendi væl, hevði víst seg at vera "svíkjari", hendi eitt sálarligt hamskifti í honum ... Í hesi løtu ... helt fortíðin uppat at vera til fyri honum. Vinskapur og stríð í mong ár fyri eini felags sak, tað kundi alt líka so væl ongantíð havt verið til. Hann kundi strika tað alt út við einum viðbragdi ? og X var glataður. "So, tú hevur svikið meg", teskaði ein djevil innantanna. "Eg kenni teg als ikki longur".
HALGUR TERROR
UM VIT nú fara frá tí einstaka og psýkosøguni, hvat er tað so, sum ger stalinismuna til eitt serstakt politiskt fyribrigdi í 20. øld? Valdshugur og eirindaloysi, morð og terror seta ár um ár sín dám á søguna, eisini í okkara tíð og eisini í londum, sum rópa seg demokratisk.
Eyðkent fyri stalinismuna er, at fólkamorð og terror í hesi skipan ikki eru viðfáningur ella hissini tilburður, men sjálvur kjarnin, og ikki bara tað, hópmorð, píning og terror verða í hesi læru sakral hugtøk og fyribrigdir, heilagir miðlar í tænastu hjá eini heilagari sak. Franski yrkjarin og kommunisturin Louis Aragon lýsir hesa morðsins og pínslunnar heilaggerð fyrimyndarliga í hesi (vánaligu) Whitman-ávirkaðu yrking til ta kommunistisku loyniløgregluna:
Eg syngi um tað GPU, sum nú verður skapt í Fraklandi.
Eg syngi um tað GPU, sum Fraklandi tørvar.
Krevjið eitt GPU!
Tykkum tørvar eitt GPU!
Leingi livi GPU, tann dialektiska ímyndin av reystleika!
Tað kann kanska løna seg, fyri at síggja hesi viðurskiftir í einum víðari perspektivi, at hyggja at hugtøkum sum átrúna og morali. Um vit fara til bókmentasøguna, so lýsir Shakespeare í sjónleikinum Rikardi III ein 15. aldar valdsharra í Bretlandi, sum fremur morð, m.a. móti sínum smáu bróðursonum, fyri valdsins sakir. Men í tí endaliga stríðnum verður valdsharrin feldur innanífrá, av síni egnu svørtu samvitsku. Dostojevskij lýsir í Raskolnikov yvirmenniskjað, sum tekur sær rætt til at seta seg upp um etiskar reglur og fremja morð. Men skaldsøgan er søkklaðin við angist og endar við eini langtan eftir bót.
Í tí nýggja universinum, sum Lenin og Stalin skaptu, og sum Aragon hálovar, er henda samvitskan ikki til longur. Tað ber til at eyðmýkja, pína og myrða grannan í húsunum yvirav, gentuna, sum lakkar paradís í túninum, bóndan á markini og arbeiðaran við spakanum ? og tað er sum at flysa eplir. Einki órógvar valdsharrans náttarsvøvn.
Eins og Robespierre framdu Lenin og Stalin brotsgerðir móti vanligum fólki, sum hvørki Ludvík XVI ella Nikolai II ? kongar gaman í, men umboð fyri ein eldri og hægri moral ? høvdu troystað sær at gjørt. Ivaleyst er tað hetta, danski gudfrøðingurin Ole Jensen sipar til, tá hann heldur fyri, at menniskjan ikki longur megnar at skammast. Thomas Mann lýsir hesa nýggju mentan í skaldsøguni Gandafjallið, 1924, har hann letur humanistin Settembrini og jesuittin Naphta skifta orð um framtíðina:
"Nei", helt Naphta fram, "frígering og menning hins einstaka eru ikki lykil til øldina, eru ikki tað sum okkara øld hevur brúk fyri. Tað, henni tørvar, tað hon strembar eftir, tað hon fer at skapa ? er Terror."
HARÐRÆÐISINS TVITØK
EYÐKENT FYRI hetta nýggja slagið av harðræði er, at tað ? mótvegis einum fólkaræði, sum tað kann taka øldir at menna og skapa ? ikki eigur natúrliga gróðrarmegi. Linkar terrorin, dettur skipanin sundur.
Og longu fáar vikur eftir at Stalin var deyður, fór hansara skipan at vikna. Teir fyrstu, sum gjørdu uppreistur ? hetta var í apríl 1953 - vóru arbeiðarar í býnum Pilsen í Kekkia. Sama árið var uppreistur í DDR. Í 1956 helt Khrustjov sína gitnu røðu á tí 20. flokstinginum í Moskva, har hann tók fyrsta stigið til eina uppgerð við stalinismuna.
Sama árið kom uppreisturin í Ungarn og átta ár seinni uppreisturin í Kekkoslovakia. Breznjev og Kosygin royndu risthentir at hótta við dryppandi glerpípum. Men tá ið Mikhail Gorbatjov gjørdist aðalskrivari í 1985 og fór at tosa um glasnost og perestrojka, rapaði korthúsið. Fá ár seinni var stalinisman ? í USSR og tess fríholtsríkjum ? farin í søguna.
Hugsar ein um avleiðingarnar, eydnaðist tann stalinska skipanin nógv betur í tí triðja heiminum, og serstakliga í Asia, enn í t.d. Eystureuropa. So løgið tað kann ljóða, valdu kommunistaflokkar í triðjaheimslondum eftir 2. heimsbardaga at endurtaka tann vanlukkuliga politikk, sum hevði verið førdur í USSR frá 1929. Millum hesi lond vóru Kina, Vietnam, Norðurkorea, Kampuchea, Kuba og Irak. Mistøkini og líðingarnar í USSR vórðu nú endurtikin, við frábrigdum, í globalum máli. Talið á teimum, ið lótu lív orsakað av hesum politikki, varð á henda hátt meira enn trífaldað ? vaks frá millum 23 og 30 milliónir til o.u. 100 milliónir.
Sum dømi um hesa stalinismunnar altjóðagerð kunnu vit taka heimsins størsta land, Kina. Eftir at kommunistar høvdu fingið valdið har í 1949, varð stalinskur politikkur settur í verk í serstakliga trimum høvuðsbylgjum ? búnaðarpolitikkinum í 50´unum, Framlopinum Mikla 1959-61 og mentunarkollveltingini 1966-76.
Tann mest radikala av hesum atgerðum var Framlopið Mikla 1959-61. Ætlanin við hesum politikki var at skrumla eina búnaðarkollvelting ígjøgnum og á henda hátt eftir stuttari tíð at fleirfalda grøðina í Kina. Fyrst vórðu bøndurnir tvingaðir inn í risastór sambýlir. Síðani fingu teir harraboð um t.d. at sáa fræið tættari, at sáa hveiti í staðin fyri bygg á háslættunum og at drepa allar spurvar (tí teir ótu fræið).
Í fyrstuni tóktust hugskotini hjá Róðursmanninum Mikla at bera frukt, og hvørvisjónin bleiv ikki minni glæsilig av tí, at hjartkiptir hagfrøðingar falsaðu síni hagtøl. Men skjótt var greitt, at framlopið var ein vanlukka. Jørðin, sum ikki toldi ta útpíning, sum stóðst av eitt nú ov tættari fræan, tornaði upp, hveitin treivst ikki upp í fjøllunum, spurvadeyðin økti um talið á smáum snúltidjórum osfr. Avleiðingin var størsta hungursneyð, sum heimssøgan veit um at siga.
Longu stutt eftir at teir høvdu tikið valdið í Kina, vóru Mao og hansara lagsbrøður farnir undir at fremja einsrætting, kúgan og morð í landinum. Tað velduga ríkið var sandrað við savningarlegum - laogai. Hóast milliónir vórðu skotnar ella píndar til deyðis, legði Mao sum heild størri dent á heilatvátt enn Stalin. Heilatvátturin, sum kundi taka mong ár, hevði til endamáls at rudda burtur sjálvt minsta tekin um sjálvstøðu ella persónleika hjá tí dømda.
Hvat pínsluháttum viðvíkir, ríkaði Róðursmaðurin Mikli ta stalinsku skipanina við ymiskum etniskum frábrigdum og nýskapanum. Eitt nú var tað rættiliga vanligt í Kina at jarða fólk livandi. Somuleiðis var mannaát vanligt, ikki sum nakað, fólk gjørdu av neyð, men sum ein partur av sannari, solidariskari mentan, og fólk kundu t.d. býta um børn við hesum framkomna endamáli. Summastaðni vórðu børn dripin, kókað og brúkt til tøð.
TIBET
SUM LONGU nevnt bygdi USSR frá 1939 upp eitt imperialistiskt hjálandaveldi, sum serliga eftir 1945 víðkaði um sín haga, og sum ikki fór endaliga í søguna fyrr enn í 1989. Tá ið Kina árini 1950-51 gjørdi innrás í Tibet, tók Mao upp hesa somu imperialistisku kósina.
Atgerðirnar í Tibet ? tvingsilssambýlir, savningarlegur, kúging og morð ? raktu so meint, at talan at kalla var um fólkamorð. Sum Dalai Lama tók til, vóru hansara landsmenn "ikki bara skotnir, men eisini bardir í hel, krossfestir, brendir livandi, druknaðir, lamløstaðir, svøltaðir til deyðis, kvaldir, hongdir, kókaðir í hel, grivnir livandi, sundurskornir ella hálshøgdir".
Men meira áhugaverdur var ágangurin móti fólksins mentan og átrúna, sum varð nógv herdur, tá ið tibetanar í 1959 gjørdu uppreistur í Lhasa. Kleystur og tempul vórðu týnd, standmyndir smeltaðar um, heilag rit brend og mandalur sorlaðar. Landsins andaligi leiðari, Dalai Lama tann fjúrtandi, noyddist at flýggja við 100.000 monnum. Mentunarkollveltingin kom, og Mao beitti tann garvilla kinesiska ungdómin á landsins andsmennir. Tá ið hon var av, vóru 13 av 6259 kleystrum eftir í Tibet. Í 1973 hevði eitt stoypivirki í Beijing savnað saman 600 tons av tibetanskum standmyndum. Tibetanar noyddust at geva sínum børnum kinesisk nøvn, og til 1979 at geva teimum undirvísing á mandarin-máli. Mett verður, at ágangurin móti Tibet hevur kostað o.u. 800.000 mannalív.
STALINISMA OG FASCISMA
EFTIR HESA viðgerð ? um stalinismunnar altjóðagerð ? venda vit okkum til eitt annað mál, nevniliga sambandið millum stalinismu og fascismu. Vanlig hugsan hevur verið, at hesar rørslur, umboðandi ávikavist vinstra- og høgravongin, vóru andstaddar, so langt hvør frá aðrari sum hugsast kann. Men longu meðan tær vóru ungar, vístu nakrar heimspekingar og søgufrøðingar á, at tær í týðandi lutum vóru merkiliga líkar.
Felags fyri stalinismu og fascismu (og nazismu) er, at báðar hesar lærur venda sær ímóti fólkaræði, humanistiskum virðum og góðtiknum morali, og at tær, har tær valda, rudda av vegnum fólkaræðislig eyðkennir sum fundarfrælsi, talufrælsi og valdsins tríbýti.
Tað politiska valdið, soleiðis sum vit kenna tað í fólkaræðum í dag, nertir vanliga ikki tað, vit rópa intimsferuna, menniskjanna nærumhvørvi. Men bæði stalinisma og fascisma hertaka eisini intimsferuna, heimið, tankan, kenslurnar. Báðar lærur hava eisini tað í felag, at tær dyrka harðskap, ikki bara sum veg til eitt úrslit, men sum virði og hugtak. Tað er sigandi, at tann franski heimspekingurin Georges Sorel (1847-1922), ein tann fyrsti, sum hevur prísað harðskapi sum virði, helt nógv um kommunistin Lenin og fascistin Mussolini.
Skyldskapurin millum stalinismu og fascismu er ikki bara hugmyndafrøðiligur, men eisini ítøkiligur. Tað er sum oddamenninir í báðum rørslum kveita yvir um landamark og læra hvør av øðrum. Tá ið eldur kom í týska tinghúsið í Berlin í 1933, var Marinus van der Lubbe ákærdur og dømdur fyri gerðina, hóast vanlig hugsan tá var, at nazistar høvdu sett eld á bygningin. Somu snildir vórðu brúktar, tá Kirov varð skotin í 1934, helst eftir boðum úr Kreml. Báðar hendingar vórðu brúktar sum undanførslur til at seta í verk ógvisligar útreinsingar.
Men tað kanska mest áhugaverda í hesum líkleika er, at báðar hesar lærur tykjast at umboða ein afturróður á farin søgulig mið, eina rebarbarisatión. Tað utopia, sum bæði Lenin, Stalin og Hitler lova sínum næmingum, er tann miðaldarligi dreymurin um eitt ævinligt ríki frítt fyri andsagnir, neyð ella ólukku. Eitt meginhugtak í hesum miðaldarliga universi er tankin um tey óndu, Antikrists fjøldir, sum skulu beinast av vegnum, áðrenn vegurin er gongdur, og tað eru, sum vita vita, í stalinismuni eitt nú kulakkar og í nazismuni jødar. Hitt meginhugtakið er tankin um Føraran, tann alvísa og algóða frelsaran, sum stendur á odda í stríðnum.
EITT KALT GOS ÚR MIÐØLDINI
RÆTTARMÁLINI Í Moskva og aðrastaðni, har teir ákærdu viðgingu seg sekar í gerðum, teir ikki høvdu gjørt, og har vitnisburður varð fingin til vega við píning, eru eitt gott dømi um hesa afturvendan til miðøldina. Eitt er, at tann løgfrøðiliga siðvenjan undir hesum sakum var miðaldarlig. Ikki minni forvitnisligt er, at vit í miðøldini finna dømir um rættarmál, sum í øllum lutum líkjast hesum sakum.
Fyrst í 14. øld setti franski kongurin Filip IV sær fyri at beina fyri tempulriddarunum, einamest tí hann tráaði eftir teirra ómetaliga ríkidømi. Í hesum atgerðum, sum fóru fram í tíðini 1307-14, vóru tempulriddararnir lagdir undir alskyns óreinsskap, skemd og gudloysi, og teir vórðu við píning hóttir til at viðganga seg sekar.
Tað eydnaðist kongi at smildra tempulharraregluna og fáa hennara ognir. Hóast atgerðirnar hjá Filip IV, aftur ímóti rættarmálunum í USSR í 20. øld, vóru amatørkendar, eydnaðust tær sera væl sum propaganda. Ikki fyrr enn í 1813 fóru søgufrøðingar at ivast í, um nakað var í hesum skuldsetingum.
STALINISMA OG TJÓÐSKAPUR
EIN ANNAR spurningur, sum hóskandi kann verða tikin upp í eini niðurstøðu, er sambandið millum stalinismu og tjóðskap. Ofta hevur verið ført fram, at kommunisman er ein altjóðarørslu, og at hon sostatt er í andsøgn til ta meira ráu, heimføddu og grefligu nationalismuna. Eftir mínum tykki er hetta sjónarmið ikki rætt. Kommunisman, og serstakliga stalinisman, hevði dám av stórrussiskari nationalismu og vendi sær av hesi orsøk ímóti mongum av teimum tjóðskaparligu rørslum, sum hildu fram at virka í landsins mongu tjóðarbólkum.
Í hesum sambandi kann tað víðka perspektivið, um ein ger vart við ein mun ella eina distinktión ímillum tvey sløg av tjóðskapi ? tjóðskaparkenslu (t.e. nationala kenslu) og nationalismu. Tað fyrra av hesum hugtøkum fatar um ein natúrligan tokka til eins mál og mentan, flættaðan saman við eini - kanska kámari - fatan av samleika og einum vilja til at verja og varðveita henda samleika. Hetta slagið av nationalum hugburði er ein innankensla, sum sýgur sær megi úr tryggleika og støðufesti. Tað seinni slagið er ein harðrend chauvinisma, sum sýgur sær megi úr innantóma og innanótrygd, sum brúkar orðabrask og ofta í síni grund er autoriter.
Hetta seinna slagið av tjóðskaparkenslu ? nationalisman ? var ein flógv í stalinismuni. Mangar av atgerðunum, sum vórðu framdar móti ymiskum tjóðarbólkum í Sovjetsamveldinum ? eitt nú royndir at russifisera Baltikum, seta fót fyri málstríðnum í Ukraina, tvingsilsflyta kekenar, asjketar, finnar og jødar ? botna fyri ein part í hesi stórrussisku nationalismu. Àgangurin móti Tibet er dømi um hesa somu marxistisku imperialismu.
USA OG ÍSRAEL
MÓTI ENDANUM fari eg ? bæði fyri at sleppa undan óneyðugum misskiljingum og fyri at fáa eina beinrakna mynd av stalinismuni í einum víðari samanhangi ? at snúgva mær eitt bil frá evninum og stutt kveita at tveimum londum, sum vanliga verða rópt demokratisk, og sum mong bæði í Europa og USA, og serliga í Føroyum, hálvavegna dyrka sum fyrimyndir. Londini eru USA og Ísrael, og spurningurin ljóðar: Hava fólk, sum rópa seg kristin og demokratar, nakað at rósa sær av og nakað at kasta øðrum fyri ? um ein hugsar um moral og sámiliga politiska siðvenju?
Í 1965 framdi herurin í Indonesia, stuðlaður og eggjaður av USA, eitt blóðugt kvett í landinum, sum hevði við sær, at Suharto herovasti setti á stovn eitt totalitert harðræði. Endamálið hjá USA var at leggja ríkidømið í landinum inn undir privatan amerikanskan kapital. Atgerðin kostaði o.u. 900.000 indonesum lívið. Síðani tá hava stórar fjøldir av indonesum livað eitt trælalív, við ómenniskjansligum arbeiði og at kalla ongari løn, serliga í Jakarta, har arbeiðaraøkini minna um eitt "kapitalistiskt GULAG".
Eftir bardagan 1948-49 millum Ísrael og tess arabisku grannalond (sum lupu á Ísrael), flýddu o.u. 700.000 palestinar úr teirra landi og teirra húsum til m.a. Transjordan, Sýria og Libanon. Israelskir talsmenn førdu fram, at hesi fólk flýddu sjálvboðin og lokkað av teirra arabisku grannalondum. Seinni hava t.d. ísraelskir søgufrøðingar víst á, at sannleikin er øðrvísi og fløktari, og at ein av ymiskum grundum til tað stóra talið av flóttafólkum var, at ísraelar framdu "etniska útreinsan". Ísrael legði sostatt inn undir seg eitt landaøki, sum tað ikki átti, og henda imperialistiska atgerð varð framd við m.a. stuldri, terroratgerðum og morði.
Ein kundi kanska rópt hesar báðar hendingar dømir um ávikavist amerikanska og ísraelska stalinismu. Men hetta hevði verið at bronglað hugtøkini, og rættari er tí at siga, at sokallað demokratisk lond væl kunnu fremja brotsgerðir, ið standa mát við tær, sum Stalin og Mao framdu. Ein sleppur tí ikki undan at spyrja: Hvør er í grundini rættvísur, og hvør hevur rætt til at kasta tann fyrsta steinin? Og eiga ikki ? eisini føroyskir ? USA- og Ísraelsvinir viðhvørt at skammast?
FRAMTÍÐIN
TIL SEINAST kann vera spurt, hví ein rithøvundur heldur tað vera ómakin vert at viðgera eitt evni sum stalinismu í eini heilari greinarøð. Tað er ikki torført at svara upp á henda spurning. Samstundis sum hetta evnið er ómetaliga viðkomandi, er merkiliga lítið upplýst og skrivað um tað, og í Føroyum at kalla einki.
Hinvegin er til skjals rættiliga fitt av tilfari, skrivað av fólkum, sum hava verið hugtikin av stalinismuni ella leninismuni. Eg havi valt ikki at taka hetta evni (sum hevði kravt eina serliga viðgerð) upp.
Men kanska er ikki av leið at nevna, til seinast, at tann føringur, sum kanska á fyrsta sinni av álvara viðgjørdi totaliter politisk rák, var rithøvundurin Jens Pauli Heinesen. Longu seinast í 50´árunum viðgjørdi Jens Pauli stalinismuna í Mentum (sum var ein deild av Dagblaðnum). Hann gjørdi vart við, at mannarættindir vórðu brotin á Kuba, eftir at Castro hevði tikið valdið har. Og í eini grein, sum minnist meg rætt hevði yvirskriftina "Lívsins gullskógvar", skrivaði hann beinrakið um sambandið millum ta trongu hugmyndafrøðina og tað livandi lívið.
Hvussu við framtíðini? Tann samanrenning av persónsdyrkan og utopiskum longsli, sum skapar rørslur sum stalinismu ella maoismu, sprettir úr menniskjans heila og hevur gróðrarlíkindir, tá ávísar samfelagsligar fyritreytir eru til staðar ? kríggj, skipanarloysi, mentunarsyndran. Minnið um ræðulig tíðarskeið kann eina tíð fáa mannaættina til at taka betri partar fyri seg. Men hvørki í Russlandi ella Kina tykjast politikarar ella fólk sum heild at hava nakran vilja til tað slagið av søguligari sannkenning, sum heilsubót er í. Tær sálarligu og samfelagsligu matrisur, har nýggjar mannvondar messiasútgávur verða stoyptar, og seinni forgyltar, eru sostatt framvegis til. Mangt bendir á, at øldin, sum beint er byrjað, fer at síggja nýggj ikon rísa ? ólík teimum gomlu í hami, meinlík teimum í holdi.