ES revsar Lukasjenko

Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum samdust á fundi í gjár um at seta tiltøk í verk ímóti hvítarussiska forsetanum, Alexandr Lukasjenko. Tiløkini bera í sær, at forsetin og 157 aðrir hvítatussar sleppa ikki til nakað ES-land.

Millum tey 157 eru tveir av synum forsetans, hvítarussiski verjumálaráðharrin, Jurij Sjadobin, og ovastin fyri teirri loyniligu løgregluni,Vadim Saitsev.

Umframt ferðarbannið samdust uttanríkisráðharrarnir um at binda pengar, sum fleiri leiðandi hvítarussar hava standandi í ES-londum.

Forsetaval var í Hvítarusslandi í desember. Tann 56 ára gamli Alexandr Lukasjenko vann, men illgruni er um, at myndugleikarnir framdu umfatandi valsvik. Aftan á valið fingu fleiri andstøðupolitikarar av at vita, og nøkur av forsetavalevnunum hjá andstøðuni vórðu tikin og sett í fongsul.

Fleiri mótmælisgongur vóru ímóti forsetanum. Nógv av teimum mótmælandi vóru ung lesandi, og tey hava seinni mist lestrarplássið.