Bæði maðurin og kvinnan noktaðu seg sekan, eftir at dómarin hevði lisið ákæruritið upp fyri teimum. Tey vórðu bæði ákærd fyri at hava brotið lógina um euforiserandi rúsevni. Ákærin vildi hava tey dømd fyri at hava smuglað ólóglig evni til landið við tí fyri eyga at selja tey víðari í Føroyum.
Kendi ikki til hassjið
Rættarfundurin vardi í heilar seks tímar, hóast einki vitni varð innkallað. Eftir at hava hugsað seg um í nakrar tímar, kunngjørdi dómarin dómin klokkan seks mikukvøldið.
Maðurin varð funnin sekur í ákæruni, og hann skal inn at sita í eitt ár. Kvinnan varð funnin ósek í ákæruni og kann fara heim beinanvegin.
Maðurin vildi vera við, at hann einki kendi til hassjið, ið varð goymt í eykahjólinum á bilinum, ið varð leigaður í Danmark.
Dómarin metti, at frágreiðingin hjá manninum varð óálítandi, at hann í veruleikanum visti um rúsevnini í hjólinum, og at hann hevði sølu fyri eyga. Tí varð hann funnin sekur. Umframt at skula í geglið skal maðurin gjalda sakarmálskostnaðin úr egnum lumma.
Dómarin vísti hinvegin á, at vantandi prógv vóru fyri, at kvinnan visti um hassjið. Tí varð hon fríkend. Hon kann nú krevja endurgjald fyri ta tíðina, hon sum ósek hevur sitið í varðhaldinum.
Eftir dómin tosaði tann dømdi við verjan. Eftir prátið boðaði hann frá, at hann ikki fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, men tekur við honum.
Aftur í varðhaldið
Eftir dómin kravdi ákærin, at maðurin verður settur aftur í varðhaldið beinanvegin, áðrenn hann fer at sita dómin. Orsøkin var, at maðurin fleiri ferðir fyrr er dømdur fyri brot á lógina um euforiserandi evni. Seinast fyri einum ári síðani.
Ákærin vísti á, at stórur vandi tí er fyri, at maðurin heldur fram við at fremja somu lógarbrot. Harumframt er kanningararbeiðið ikki liðugt enn, og við atliti til hetta arbeiðið hevði verið best, um maðurin aftur varð settur í varðhaldið.
Verjin mótmælti og segði, at eftir ein so harðan dóm er eingin vandi fyri, at maðurin heldur fram við somu lógarbrotum. Harumframt var ætlanin, at maðurin skuldi halda jól við sínum tveimum børnum. Dómarin gjørdi av, at varðhaldsfongslingin heldur fram, til hann skal sita tann veruliga dómin. Hesin úrskurður varð heldur ikki kærdur til Landsrættin.
Eftir kravi frá verjanum varð harumframt lagt hald á 12.000 krónur, ið maðurin hevði við sær til Føroyar. Hesin peningur skuldi nýtast til sakarmálskostnaðin. Verjin vísti á, at maðurin onga almenna inntøku hevur, og tí hevði verið óvist, um statskassin nakrantíð fór at fáa peningin fyri sakarmálið.
Afturlatin rættarfundur
Eftir at hava sitið í varðhaldinum í ein mánað komu tann 31 ára gamli maðurin og tann 19 ára gamla kvinnan, sum bæði eru í Danmark, fyri rættin mikudagin. Tey vórðu tikin 19. november, eftir at tollarar funnu góð 5 kilo av hassji í einum eykahjóli, ið hekk undir bilinum, tá tey komu í land úr Norrønu.
Rættarfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum, tí kanningarnar hjá løgregluni í hesum málinum enn ikki eru lidnar. Ákærin nevndi, at persónar í Danmark, sum løgreglan hevur illgruna til, ikki eru funnir enn. Tí hevði tað verið óheppið, um smálutir vórðu avdúkaðir á einum opnum rættarfundi.
Dómarin tók undir við hesum sjónarmiði, og verjin hevði ongar viðmerkingar til ynskið hjá ákæranum.
Tey hava verið varðhaldsfongslað síðan 19. november, og fyrstu tvær vikurnar vóru tey avbyrgd, so tey ikki skuldu hava møguleika at ávirka møgulig vitni og hvønn annan. Maðurin varð síðani avbyrgdur í nakrar dagar afturat, tí hann varð undir høvuðsillgruna.
Ein 46 ára gamal maður úr Føroyum eru eisini skuldsettur, men hann er leyslatin aftur eftir at hava verið avhoyringar.
31 ára gamli danin fer væntandi til Danmarkar at sita dómin av sær.










