Dómadagur, helviti, djevlar og Hieronymus Bosch

Ein tann allar størsti listamaðurin nakrantíð í alheimslistasøguni er uttan iva Hieronymus Bosch (1453-1516). Hansara list var so stór, tíðarleys og ódeyðilig, at hon fer altíð at tala til menniskju. Tá ið tú sært listina hjá Hieronymus Bosch, hugsar tú: "áhh tær stóru sjónir." Hann málaði ta andaligu verðina, dómadag, helviti og djevlar, himmalin og Jesus, umframt nógv annað.

Hieronymus Bosch er faðirin at surrealismuni. Tað var bara orðið surrealisma, sum varð uppfunnið við Salvador Dali & Co., men hvørki Dali, Magritte ella nakar annar surrealistur koma uppá knøini á Hieronymus Bosch.
Í eini mynd, ið kallast Elle Hommo sæst Jesus tikin til fanga við bundnum hondum. Hann stendur uppi á einum palli. Undir pallinum sæst tann blóðtysti pøpilin, fullur av hatri og vanvirðing. Í eini mynd, ið kallast Death and the Miser síggja vit ein doyggjandi mann liggjandi í eini song. Hann er bleikur og neyðarsligur. Í hurðini stendur deyðin við deydningahøvdi við einum píli í hondini. Undir songini sæst ein gráur djevil, ið lyftir ein pengaposa uppá songina. Við síðuna av manninum stendur ein eingil. Djevulin við pengunum umboðar helviti og tað ónda, meðan eingilin umboðar himmalin og tað góða, og her skal maðurin velja ímillum tað ónda og tað góða. Fremst á myndini sæst ein eldri maður við einum grønum koti. Hann tekur pengar úr einum sekki í eini kistu. Ein djevil heldur í pengaposanum. Undir kistuni síggjast fleiri djevlar. Hetta er ein bæði súmbolsk og naturalistisk mynd um tað góða og tað ónda. Pengarnir umboða djevilin og tað ónda, og tað er jú púra rætt. Tað er kapitalisman, grádigheitin eftir pengum, sum skapar alt tað ónda, neyð og elendigheitina í verðini. Og so leingi, sum tann ráa og menniskjafíggindaliga kapitalisman ræður, fer tað altíð at vera soleiðis. Verðin yvirlivir ikki uttan sosialismu. Kapitalisman umboðar tað ónda. Hon byggir á grádigheit eftir pengum og makt. Hon ger tey fáu rík og tey flestu fátæk.
Sosialisman umboðar tað góða. Tað stendur í Bíbliuni, at øll menniskju eru líka í eygunum hjá Harranum og tað er júst tað, sum sosialisman umboðar, nevniliga at virðini og pengarnir í samfelagnum skulu býtast javnt út ímillum fólk og tað er tað einasta rætta. Sjálvandi er tað tað, - øll rætt hugsandi menniskju eru sosialistar.
Í eini mynd í fleiri pørtum, ið kallast The Temptations of Saint Anthony, sæst eitt stórfingið og ljóst landslag. Luftin er blá og sjógvurin gullittur. Man sær eitt brennandi skip og eitt seglskip. Man sær tvey fjøll í gráum litum, og fremst á myndini sær man tveir persónar og eitt dýr. Man sær grøn trø og mitt ímillum trøini eitt pínufult desperat andlit. Man sær eitt torn og undir hesum ein stóran fisk eita ein annan fisk. Í luftini sær man tann biðandi Anthony verða førdan burtur úr tí jarðiska lívinum inn í ta andaligu verðina av nøkrum monstrum og man sær diabolsk fiskamonstur aðra staðni í luftini. Í einum øðrum parti av hesi myndini sær man ein groteskan blanding millum menniskju og djevlar og monstur av ymiskum slagi. Í eini aðrari mynd, ið kallast The Last Judgement síggja vit dómadag, helviti og himmalin. Ovast á myndini síggja vit Jesus í reyðum klæðum. Hann er umgyrdur av nøkrum fáum einglum. Jesus er umgyrdur av einum kosmiskum ljósi og har, sum Jesus er, eru litirnir reinir og ljósir og umboða sálarligan reinleika, frelsu og kærleika.
Jesus er dómarin og niðri undir honum sær man eitt stórt og myrkt helviti. Tey deyðu rísa uppaftur og eru antin frelst ella glatað. Man sær svartar ruinir og eld. Eldurin er súmbol fyri sálarligu pínuna, líðingina og glatanina. Niðri undir sær man djevlar og monstur av ymiskum slag eta, pína og drepa menniskjur. Man sær yvirvaksnar knívar. Ræðuleikarnir eru øgiligir og óbeskriviligir, og djevlarnir eru flottir. Í hesi myndini eru tey flestu glatað og bert nøkur fá frelst.
Eg trúgvi ikki, at nakar syndari er so stórur, at hann hevur uppi-borið at brenna í helvitiseldi í allar ævir, sum Bíblian sigur. Og eg trúgvi heldur ikki, at tey flestu fara til helvitis og bara nøkur fá til himmals, sum Bíblian eisini sigur. Tað er tað reina møsn og tvætl í mínari verð. Eg trúgvi ikki uppá, at Gud er psykopatur sum pínir og brennur teir flestu av sínum skapningum í helviti. Gud er kærleiki, men hvat er helviti?
Helviti er hatur. Jú meira tú hatar, jú meiri helviti kemur tú at uppliva. Eg sá eina ferð helvitiseldin í einum hassjrúsi. Óndir hópdrápsmenn, sum Hitler og Stalin, fara uttan iva til helvitis, men eg skal ikki vera dómari, tíbetur.
Men helviti er ikki bara nakað negativt. Helviti stendur eisini fyri líðing og ígjøgnum líðingina veksur man andaliga. Líðingin ger, at man fær innlit. Man verður sterkur og djúpur av líðingini. Eitt menniskja, sum ongar líðingar og ongan mótgang upplivir, hevur ongan substans og onga dýpd. Tað eru øgiliga nógv yvirfladisk menniskju, sum ikki hava funnið sína sál og tíverri heldur ikki leita eftir henni, men fylla seg við undirhaldi, fótbólti, bingo og øðrum líkasælum fjasi. Fjølmiðlarnir koyra í ólukkumát alt ov nógv uppá undirhald og fótbólt.
Tú verður ongantíð liðugur við at hyggja at myndunum hjá Hieronymus Bosch. Har hendir so øgiliga nógv. Ein ørgrynna av motivum og smálutum, sum verða savnað í eina stórfingna og stóra heild. Hann blandar tað súmbolska og tað surrealistiska við tað heilt naturalistiska. Tekniskt var hann øgiliga virtuosur.
Ein onnur mynd í fleiri pørtum eitur The Garden of Delights. Hetta er ein ljós og nógv meiri positiv mynd. Her renna menniskju, djór, landslag, sjógvurin og nakrir løgnir organiskir formar saman í eina ljósa og lívgevandi poetiska heild.
Ræðuleikarnir sum Hieronymus Bosch málaði hava samband við inkvisatiónina, tá ið tann katólska kirkjan umskapaðist til eitt svart facistiskt monstur, sum drap og forfylgdi øll øðrvísi hugsandi. Tí sær man í myndunum hjá Hieronymus Bosch djevlar, sum drepa og stinga fólk við knívum, men hetta er enn aktuelt í verðini í dag, tí krígg og helviti, neyð og elendigheit eksistera enn í verðini í dag tíverri. Tí eru myndirnar hjá Hieronymus Bosch enn aktuellar. Hann var sjálvur limur í eini religiøsari sekt, sum varð forfylgd av tí katólsku kirkjuni.