reingir ikki við veruleikan. Hann er, at fíggjarlógin, sum vit nú hava samtykt, er ein heimastýrisfíggjarlóg. Nú er valskeiðið um at vera hálvrunnið, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast politikarunum [...] hjá mær, Anfinni Kalsberg, løgmanni, sum skal standa á odda fyri samráðingunum, og eg haldi, at hann er betri førur fyri enn nakar annar at fáa tað burturúr, sum kann fáast burturúr. Men samstundis má eg [...] eg siga, at eg rokni við, at fíggjarlógin, sum vit samtyktu mánakvøldið, glíður væl niður hjá teimum, sum vit skulu samráðast við. Teir kunnu bara staðfesta, at viljin í Føroyum at laga búskapin til at
um Rannvá Simonsen, sum býr í Nunavut, ið júst hevur fingið sjálvstýri. Eisini hevði pápi Rannvá, Erling Simonsen, forvitnisliga greinarøð um vitjan í Nunavut. Hóast ein ikki kann siga annað, enn at í [...] gleðilig jól, er ein árstíðar heilsan ístaðin. Vanligt er at gera nógv burturúr jólakortum. Øll geva hvør øðrum jólakort og hesi verða nýtt at heingja á jólatræið, sum jólaprýði. Og eins og vit so ofta síggja [...] veðurlagið er lættari at fáast við, enn í Føroyum, tí tað er so einfalt, og tað er bara at lata seg í eftir umstøðunum. Eru tað eini 5 kuldastig, so kennist tað næstan heitt. Kavin liggur frá oktober til juni
toppurin Tað er kortini ikki bara sum at siga tað, at flyta úr einum landi í eitt annað. Sum vera mann er stórur munur á mentanini í londunum báðum, og bara maturin kann gerast ein forðing í sær sjálvum. Kortini [...] her eru, sum vit sjálvi, von við at halda jól, meðan onnur antin halda jól á ein annan hátt, ella halda als ikki jól, og í slíkum førum má talan vera um eina ógvusliga broyting, tí sum tey allarflestu vita [...] galdandi við fikum, sum eisini kostað nógva ferðir meiri enn tær kostað í Turkalandi, sigur hann. Omman varð bangin Sum vera mann er teinurin úr Ismir til Føroya langur, og tá ein er vanur at liva í góðum
byrjanini. Fólkini, sum hon býr hjá, ella húski hennara, eru tó øgiliga fitt, og sjálv sigur Sarita, at tey gera alt fyri at fáa hana at kenna seg so væl sum gjørligt. Sum nevnt, so er tó rættuliga stórur [...] men hesi fáu eiga so at siga allar ognir í landinum, so lítið røkist fyri, at hesin stættarmunur fer at broytast. Hevur hildi jól í Avstralia Sarita sigur annars, at sum so er ikki so stórur munur á jólunum [...] líkist burtur úr fjøldini. Ikki so mikið sum eitt hvítt hárband er loyvt, tí skal hárband nýtast, skal hetta vera svart. Hóast hesar treytir, sum onkur kanska vil kalla harðar, so letur Sarita heilsa, og sigur
tí, sum hon sigur, so eru tað ikki øll, sum hava summarfrí tvær ferðir um árið. Annars dámar henni bara heilt væl í skúlanum, har tey eru gott og væl 30 næmingar í flokkinum,sum øll ganga í eins ílatin [...] harumframt eru flestu húsini pyntað við littum ljósperum, so á sín hátt gera tey so sanniliga nógv fyri, at høgtíðin skal gerast so hugnalig sum gjørligt. Lítil býur Ofta verður havt á munni, hvussu tað [...] tykist at vera í lagi, og eftir stuttari løtu havi eg fingið orðið á fryntligu hoyvíksgentuna, sum hetta skúlaárið hevur fingið møguleikan at búgva í Puerto Armuelles í Panama. Summarfrí So løgi tað ljóðar
enn einaferð, og enn einaferð bara saman við Sambandsflokkinum. Hann rópti enn einaferð inn í hellið og fekk sjálvandi enn einaferð sama svarið. Niðurstøðan kann bara vera hon, at Jóannes Ejdesgaard hevði [...] ráðini so vánalig, at talan bleiv um stórt tal av uppsagnum. Royndin hjá andstøðuni fall við einum braki við aðru viðgerð, og varð tí Jóannes Ejdesgaard tíðliga fríggjadagin boðin at vera við sum uppsk [...] Fíggjarlógin fyri ár 2000 er komin undir land, og Jóannes Ejdesgaard gjørdi heilsupolitikk í Føroyum til ein spurning um, hvat av sjúkrahúsunum fekk størstu játtanina, og er orðaskiftið hareftir. Til Landssjúkrahúsið
spurningur, hvørjar funktionir skulu vera á sjúkrahúsinum. Tí má tað vera Helena Dam á Neystabø, sum má siga okkum, hvat skal sparast burtur, sigur Ronnie Midjord. Landsstýrismaðurin segði annars í degi og Viku [...] avleiðingar hetta fer at fáa fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Tí Ronnie Midjord sigur, at bara fyri at halda sama støðið komandi ár, sum í ár, er tað neyðugt, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verður tvær milliónir [...] fyri tað, sum lønarhækkingin kostar, og at tað tí verður óneyðugt at siga fólki upp. Onkur hevur ført fram, at einans 500.000 krónur mangla í komandi ár fyri at kunna halda sama støði sum í ár. Mugu siga
at kyssa hondina á presti. Gudstænastuna mugu tey so vera fyriuttan, nú tey eru í Føroyum. Men annars ætla tey at jólini skulu vera, sum tey plaga at vera heima. Og fríggjadagurin sjeyndi januar er altso [...] skjótur við smíli, hvørja fer mamma ella pápi hansara práta við hann. Enn er hann so lítil, at hann hevur ikki ánilsi av, at jól eru í hondum. Men um hann so visti, tað, so hevði hann eisini vitað, at hann hevði [...] siga, at hóast teimum dámar væl at halda jól, gera tey verri enn so so nógv burturúr sum vit. ? Eg haldi, at tað er hugnaligt, at tit gera so nógv burturúr jólunum at minnast Kristi føðing. Ikki minst er
skrivað. Hvør setningur í bókini kann takast sum eitt orðatak, sigur Óli um skaldsøguna hjá Heðini Brú. -Og so upplesturin hjá Mariusi. Hann er bara so fantastiskur, sigur Óli, so at tú ikki ert í iva um tað [...] allar frásøgukempurnar, sum hava verið at hoyrt í Útvarpinum. Byrjaði við Pollux Óli Olsen var bert 14 ára gamal, tá hann fall fyri bandupptakaranum. Tað var ein lítil Philips, sum pápi hansara, Frits Olsen [...] sendingar, sum hava verið í Útvarpi Føroya. Og ein stórur partur er siðsøga. Upplestur og samrøður. Óli sigur, at hann roynir bara at fanga tær stóru løturnar við útvarpslurtið. Løtur, sum vóru farnar
onki jólastress. Ein handil sigst vera í býnum, sum selur plastikk jólatrø. Tað man helst vera tí, at viðkomandi keypmaður hevur hoyrt okkurt gramlið um, at teir fáu vesturlendingarnir, sum eru her, halda [...] landinum, sum sambært traditiónina hevur hildið til í høvuðsstaðnum Kathmandu, sigur Tommy. Blítt fólk Hann fekk starvið. Og so gekk leiðin avstað í summar longu leiðina til Nepal. Og vegurin er ikki bara drúgvur [...] Skal tú generalisera, so kann sigast um nepalesarar, at tey eru serstakliga blíð. Vit eru ótrúliga væl móttikin og gestablídni er stórt, hóast fátækradømið er eyðsýnt. Her, sum eg arbeiði, er talan um