Goragangur og stovugongd

-

Fíggjarlógin fyri ár 2000 er komin undir land, og Jóannes Ejdesgaard gjørdi heilsupolitikk í Føroyum til ein spurning um, hvat av sjúkrahúsunum fekk størstu játtanina, og er orðaskiftið hareftir.

Til Landssjúkrahúsið var uppskotið frá landsstýrismanninum 5,6% hægri enn árið fyri, til Klaksvíkar Sjúkrahús var tað 1% lægri, og til Suðuroyar Sjúkrahús var tað 5,7% hægri enn árið fyri. Suðuroyar Sjúkrahús fekk sostatt stóra vøksturin frá landsstýrismanninum, og varðveitti hesa støðu, eisini eftir at fíggjarlógin varð samtykt.

Andstøðan skeyt upp at økja hesar játtanir við 11 mió. kr., ávikavist +20,2% til Landssjúkrahúsið, + 10,4% til Klaksvíkar Sjúkrahús og +7,3% til Suðuroyar Sjúkrahús.

Aftaná 3. viðgerð varð endaliga úrslitið soleiðis, at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk 4,2% meiri enn undanfarna ár, og nærkaðist soleiðis %-vísa vøkstrinum hjá hinum báðum sjúkrahúsunum.

Fyri at fáa undirritaða niður við nakkanum setti formaðurin fyri stóra andstøðuflokkin kílar ímillum suðringar og norðingar. Hann vildi vera við, at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk ov stóra játtan í mun til Suðuroyar Sjúkrahús, og brúkti m.a. indekstøl roknaði síðani 1970 til endamálið.

Jóannes Ejdesgaard forroknaði seg kortini eisini hesuferð. Tí hóast goragangurin órógvaði stovugangin, tá ið norðingar vóru settir upp móti suðringum, vísti tað seg, at Javnaðarflokkurin í álitinum hevði skotið upp at økja um munin millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús við heili 3,1%.

Sjálvandi er tað óverdugt at seta kílar inn í sjúkrahúsverkið og brúka støðuna hjá teimum, ið eru ringast fyri til at lyfta seg sjálvan upp á politiska nullpunktið. Hví ikki samanbera okkurt sjúkrahúsið á Bornholm ella á Malawi við okkurt av okkara, og hví er tað altíð so umráðandi hjá Javnaðarflokkinum at halda onkrum niðri fyri sjálvur at flóta omaná?

Roynt varð at vinna undirtøku fyri at veita Suðuroyar Sjúkrahúsi eina hægri játtan vísandi til, at leiðslan á sjúkrahúsinum, hóast hægsta játtanarvøksturin, metti ráðini so vánalig, at talan bleiv um stórt tal av uppsagnum.

Royndin hjá andstøðuni fall við einum braki við aðru viðgerð, og varð tí Jóannes Ejdesgaard tíðliga fríggjadagin boðin at vera við sum uppskotsstillari saman við einum manni úr hvørjum flokki. Hesum møguleika havnaði sami Jóannes Ejdesgaard og valdi at royna enn einaferð, og enn einaferð bara saman við Sambandsflokkinum.

Hann rópti enn einaferð inn í hellið og fekk sjálvandi enn einaferð sama svarið.

Niðurstøðan kann bara vera hon, at Jóannes Ejdesgaard hevði størri politiskan áhuga í at málið fall enn at tað kom ígjøgnum.

Hergeir Nielsen