Í einum húsum í Hvalba situr lítli Stefan so hugagóður og spælir á køksgólvinum.
Hann er fult konsentreraður um eina eina ranglu, sum hann situr og jaglar.
Men hann er ein fittur og glaður drongur og hann er skjótur við smíli, hvørja fer mamma ella pápi hansara práta við hann.
Enn er hann so lítil, at hann hevur ikki ánilsi av, at jól eru í hondum.
Men um hann so visti, tað, so hevði hann eisini vitað, at hann hevði verið noyddur at brynja seg við toli.
Tí hóast øll onnur børn í Føroyum hava jól nú fer hann ikki at halda jól fyrrenn sjeynda januar. Og fyrrenn tá fær hann heldur ongar jólagávur.
Foreldur Stefan eita Dragana og Zoran Mancic.
Tey komu til Føroyar fyri trinum árum síðani, tá ið hann fór at sparka við VB. Síðani royndi hann seg í Klaksvík eitt ár, áðrenn hann í fjør vár stevndi suðureftir aftur at verða spælandi venjari í Royn.
Og hóast tað nú eru tvey ár síðani, at fótbóltsárið endaði, eru hjúnini Mancic enn í Hvalba, tí Zoran og leiðslan í bóltfelagnum í Hvalba eru blivin samd um at halda fram við samstarvinum eitt ár afturat.
Annars plaga tey at fara aftur til Jugoslavia tá ið fótbóltsárið er liðugt og so koma tey aftur til Føroyar tíðliga um várið, áðrenn fótbólturin byrjar aftur.
Men hesuferð ætla tey sær so at halda jól í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ístaðin fyri ætla tey sær at halda eina langa summarferiu í Jugoslavia í summar.
Mancic húskið er úr einum býi sum eitur Sombor, har 80.000 fólk búgva.
Sombor er í einum landsparti, sum eitur Vojdovina, sum aftur er í Serbia í Jugoslavia.
Øðrvísi tíðarrokning enn vit
Hjúnini Mancic eru kristin, men tey hoyra til eina grein av kristindóminum, sum er rættiliga ókend um okkara leiðir.
Tey eru nevniliga limir í teirri griksk-ortodoksu kirkjuni.
Hóast tey nú skulu halda jól í Hvalba, langt av landi skotin, ber hvørki til at broyta trúgv, ella gamlan, sið fyri tað, so tey ætla sær at halda jól, soleiðis sum tey plaga at gera tað heima.
I teirri griksk ortodoksu kirkjuni hava tey eina tíðarrokning, sum er eitt sindur øðrvísi enn okkara.
Nógvir av teirra merkisdøgum eru 14 dagar aftaná eisini jólini og nýggjárið.
Eftir tí griksk-ortodoksa álmanakkanum, er jólaaftan sostatt 7. januar og nýggjársaftan 14. januar.
Men Zoran sigur, at nýggjarshaldið 14. januar er bara ímyndarligt, tí eins og allarflest øll onnur, halda tey eisini nýggjárið tað altjóða nýggjársaftan tann 31. desember.
Men ørðvísi er við jólunum, tí har verður ikki vikið frá tí almenna griksk-ortodoksa álmanakkanun.
Hátíðarlig gudstænasta
Zoran, Dragana og lítli Stefan fara sostatt ikki at halda jól fyrrenn sjeynda januar, hóast tey eru stødd í Føroyum.
Tá ið tey eru heima, byrja jólini hjá teimum 6. desember um kvøldið, tá ið tey fara í kirkju á midnáttargudstænastu at bíða eftir jólunum og tá er vanliga heilt nógv fólk í kirkju
Hetta er ein hátíðarlig gudstænasta, har er alt, sum hoyrir eini slíkari til, bæði prædika, bøn og sálmasangur.
Ljós verða tendrað og øll fáa eitt petti av granni av einum træi, sum prestur hevur vælsignað. Og øll fara upp at kyssa hondina á presti.
Gudstænastuna mugu tey so vera fyriuttan, nú tey eru í Føroyum.
Men annars ætla tey at jólini skulu vera, sum tey plaga at vera heima.
Og fríggjadagurin sjeyndi januar er altso tann stóri dagurin, tí tá er jólaaftan.
Jólaaftan hjá teimum líkist í mangar mátar jólaaftan hjá okkum.
Tá savnast familjan til jólahald hjá onkrum í familjuni, og mangan eru nógv fólk í húsi, tí tað er vanligt, at bæði ommur og abbar, mostrar og fastrar o.s.fr. eru við.
Maturin er eisini betri enn vanligt.
? Vit eta gás á jólum. Men kókaður og stoktur fiskur er eisini vanligur jólamatur hjá okkum, siga Dragana og Zoran.
Á borðinum sendur eisini ein stór skál av alskyns frukt, sum fólk fáa sær av, sum teimum lystir.
Og tey baka eisini dúgliga til jóla, bæði smákakur, rosinukakur og ymsar kryddaðar kakur.
Og jólatræið er líka fastur táttur í teirra jólahátíð, sum tað er í okkara.
Tey pynta jólatræið 29. desember og so stendur tað til eftir jól.
Tey hava eisini jólamenn, sum koyra ígjøgnum gøturnar í hestavogni og býta góðgæti út til børnini.
Jólagávurnar verða so lagdar undir træið, har tær liggja, til tær verða pakkaðar upp aftaná døgverðan jólaaftan - altso 7. januar.
1. og 2. jóladag, altso 8. og 9. januar, eru eisini heilidagar og teir eru sera friðarligir, tá hugna fólk sær heima, fara í kirkju, vitja vinfólk og s.fr.
Tveir, tríggir dagar
Dragana og Zoran siga, at hóast teimum dámar væl at halda jól, gera tey verri enn so so nógv burturúr sum vit.
? Eg haldi, at tað er hugnaligt, at tit gera so nógv burturúr jólunum at minnast Kristi føðing.
Ikki minst er tað stuttligt hjá børnunum, tí tað dylist ikki, hvussu spent tey eru, og tað er eisini hugnaligt at síggja øll ljósini í vindeygunum í hvørjum húsi.
? Men viðhvørt haldi eg, at tað er nakað nógv av tíð góða at ganga í fleiri mánaðir og gera til.
Sjálvi brúka tey ikki meiri enn einar tveir tríggjar dagar uppá jólini.
? Okkurt gott verður keypt, men annars eru tað bara tey allarnæstu skyldfólkini, sum fáa gávu, hjúnarfelagin, børnini o.s.fr.
? Og hóast vit eisini pynta til jólar, gera vit ikki so nógv burturúr sum tað er vanligt at gera í Føroyum, tí alt tað, sum tit hava av jóladúkum, jólagardinum og annað slíkt, brúka vit ikki, sigur Dragana.
Og hvat tey fara at gera ímeðan vit øll onnur halda jólaaftan?
? Ikki nakað serligt, tí hjá okkum er tað bara ein vanligur dagur, siga Dragana og Zoran.