? Tað einasta, eg havi at halda meg til, eru tey turru tølini. Og tey siga, at skal játtanin næsta ár haldast, er tað neyðugt at siga einum 12-16 fólkum úr starvi.
Ronnie Midjord, fyristøðumaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur fast við, at skal játtanin fyri komandi ár haldast, at tað neyðugt við hópuppsagnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað kom illa við á Suðuroyar Sjúkrahúsi at løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri 2000, uttan at lurta eftir ávaringunum um, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Tí Ronnie Midjord sigur, at bara fyri at halda sama støðið komandi ár, sum í ár, er tað neyðugt, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verður tvær milliónir hægri, enn løgtingið hevur samtykt á fíggjarlógini.
Annars er stór ósemja um, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Nakrir politikarar, m.a. enntá formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hava tvíhildið um, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið endurgjald fyri tað, sum lønarhækkingin kostar, og at tað tí verður óneyðugt at siga fólki upp.
Onkur hevur ført fram, at einans 500.000 krónur mangla í komandi ár fyri at kunna halda sama støði sum í ár.
Mugu siga 25-30% av starvsfólkinum upp
Men Ronnie Midjord, fyristøðumaður á Suðuroyar Sjúkrahúsið heldur hinvegin fast um, at tað verður neyðugt at siga fleiri fólkum úr starvi.
? Tað einasta, vit hava at halda okkum til, eru tey turru tølini. Og tølini vísa, at síðani lønarhækkingina í apríl í ár, eru lønarútreiðslurnar hjá sjúkrahúsinum umleið 2,7 milliónir um mánaðin.
Hann leggur afturat, at hetta eru tøl úr roknskaparskipanini hjá landskassanum, so tey skuldu verið álítandi.
? Og so krevst ikki tað stóra roknikynstrið til at rokna út, at tilsamans eru lønarútreiðslurnar 12 x 2,7 milliónir, ella 32,4 milliónir um árið.
? Men hartil vita vit, at 1. mars komandi ár hækka allar lønir um 3% afturat.
? Og tað førir eina eyka lønarútreiðslu uppá 800.000 afturat fyri 2.000.
Sostatt koma samlaðu lønarútreiðslurnar næsta ár uppá 33,2 milliónir.
?Samstundis kann staðfestast, at landsstýrið hevur játtað okkum 31.248.000 krónur til lønir.
? Sostatt koma 1.952.000, ella runt roknað tvær milliónir krónur at mangla í til lønir komandi ár, sigur Ronnie Midjord.
Hann sigur at tvær milliónir svara til 8-10 størv.
Men av tí at nógv tey flestu hava tríggjar ella seks mánaða uppsagnartíð, er tað neyðugt at siga ímillum 12-16 fólkum upp fyri at kunna halda játtanina komandi ár, tí hóast fólk verða søgd upp nú, fara tey ikki úr starvi fyrrrenn í fyrsta lagi 1. apríl, og nógv enntá ikki fyrrenn 1. juli.
Tað eru 67,25 fulltíðarstørv á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Og fyri at skera støðuna, sum sjúkrahúsi er komið í, út í papp, merkir hetta, at eini 25-30% av starvsfólkunum skulu sigast upp.
Hann sigur, at hann dugir ikki at síggja, hvar aðrastaðni, tað ber til at spara uttan í lønunum, tí tær allarmestu útreiðslurnar eru lønir.
Aðrar útreiðslur fáa vit onki gjørt við, tí har er talan um olju, streym, heilivág o.s.fr, sum vit onga ávirkan hava á.
Helena má spara
Fyristøðumaðurin sigur, at sjúkrahúsið er so skravað fyri starvsfólk frammanundan, at hann dugir ikki at hugsa sær, hvussu tað skal kunna halda fram, um 25-30 % av fólkinum skulu koyrast til hús.
Hann sigur, at á ongari deild eru fleiri fólk enn allarhægst neyðugt, so hann dugir ikki at síggja nakrar møguleikar fyri at spara, uttan at kubba heilar funktiónir burtur.
Og tað ætlar hann sær ikki at gera sjálvur.
? Tað er ein politiskur spurningur, hvørjar funktionir skulu vera á sjúkrahúsinum. Tí má tað vera Helena Dam á Neystabø, sum má siga okkum, hvat skal sparast burtur, sigur Ronnie Midjord.
Landsstýrismaðurin segði annars í degi og Viku týskvøldið, at tey bíðaðu nú eftir einum uppskotið frá leiðsluni á Suðuroyar sjúkrahúsið um, hvussu tað skal rekast komandi ár.
Og so skuldi almanna og heilsumálaráðið viðgera uppskotið saman við leiðsluni fyri Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men eftir, hvat skilst, fær hon onki uppskot frá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
?Almanna-og heilsumálastýrið skal fáa allar upplýsingarnar frá okkum, sum tey biðja um.
? Men vit kunnu ikki leggja eina fíggjarætlan fyri komandi ár, fyrrenn landsstýrið hevur víst okkum á, hvørjar sparingar skulu gerast, tí. Tí nú verður talan um sparingar, sum ikki kunnu gerast við at siga einstøkum fólkum upp. Vit eru so illa mannað frammanundan, at nú eru ongir sparingarmøguleikar uttan at skerja heilar funktiónir burtur.
Tær funktónirnar, ella deildirnar, sum eru á sjúkrahúsinum, eru skurðdeild, røntgendeild, laboratorium, vaskarí, køk, fyrisiting, reingerð, sjúkrabilatænasta, fysiurgisk deild og føðideild.
? Hesar funktiónirnar eru bundar hvør av aðrari og verður ein tikin burturúr, kunnu hinar heldur ikki virka. So eg dugi eisini illa at ímynda mær, hvørjar funktiónir tað yvirhøvur ber til at spara burtur, uttan at lemja sjúkrahúsið fullkomiliga, tí ongin funktión kann virka uttan at hinar eisini virka, sigur fyristøðumaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hann sigur, at nú verður bíðað eftir einum útspæli frá almanna- og heilsumálastýrinum.
Og boðini haðani eru, at tað skal onki henda fyrenn stýrið og leiðslan fyri Suðuoyar Sjúkrahús hava tosað saman.










