Fíggjarlógin ber ikki á fullveldiskós

Formaðurin í fíggjarnevndini saknar, at landsstýrið kemur við uppskotum til tær broytingar, sum skulu til, um tað skal bera til at reka føroyska samfelagið uttan stuðul úr Danmark

Jóannes Hansen


Formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum, heldur ikki, at fíggjarlógin, sum løgtingið samtykti í fyrrakvøldið, er í tráð við tær politisku ætlanirnar, sum vórðu orðaðar, tá samgongan millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin varð skipað fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðani.

? Landsstýrið fyrireikar seg at fara til Danmarkar at samráðast um framtíðar støðuna hjá okkum. Eg havi stórt álit á partamanninum hjá mær, Anfinni Kalsberg, løgmanni, sum skal standa á odda fyri samráðingunum, og eg haldi, at hann er betri førur fyri enn nakar annar at fáa tað burturúr, sum kann fáast burturúr. Men samstundis má eg siga, at eg rokni við, at fíggjarlógin, sum vit samtyktu mánakvøldið, glíður væl niður hjá teimum, sum vit skulu samráðast við. Teir kunnu bara staðfesta, at viljin í Føroyum at laga búskapin til at hanga saman uttan heildarveitingina úr Danmark er so mikið lítil, at tað ikki sæst aftur í fíggjarlógini.


Mangla stóra arbeiðið

Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at arbeiðið, sum landsstýrið gjørdi, tá teir fyrr í ár fyrireikaðu fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000, ikki ber boð um, at landsstýrið hugsar um ein føroyskan búskap, sum skal standa seg uttan veitingina úr Danmark.

? Tað er ikki meiningin, at fíggjarnevndin skal gera eitt nýtt fíggjarlógaruppskot, og tað hvørki vil ella hevur fíggjarnevndin orku til. Vit kunnu bara fyrihalda okkum til tað uppskotið, sum kemur frá landsstýrinum, og tað hava vit gjørt. Eg haldi, at allir fíggjarnevndarlimirnir hava gjørt eitt seriøst arbeiði, men tað reingir ikki við veruleikan. Hann er, at fíggjarlógin, sum vit nú hava samtykt, er ein heimastýrisfíggjarlóg. Nú er valskeiðið um at vera hálvrunnið, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast politikarunum tvey tey seinastu árini í valskeiðnum at gera tær tillagingarnar, ið skulu til fyri at fáa eina fullveldis fíggjarlóg, sum vit ikki hava megnað at gjørt fyrru árini í valskeiðnum. Tí ivist eg í, men tað er framvegis møguleiki fyri tí, heldur Bjarni Djurholm.

Tillagingarnar, sum formaðurin í fíggjarnevndini tosar um, hava við raksturin av samfelagnum at gera á øllum økjum:

? Samfelagið verður rikið eftir lógum og kunngerðum, sum bera lógarbundnar útreiðslur við sær. Vit kunnu skerja hesar á fíggjarlógini, men gera vit tað, so verða vit noyddir at játta tær í eykajáttanarlógum. Tí er neyðugt at broyta lógirnar á almanna, heilsu, skúla og samferðsluøkjunum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ferð eftir ferð havt hetta frammi. Hann hevur eftirlýst hugskotum og uppskotum frá hinum landsstýrismonnunum, men enn hava vit sæð lítið ella rættari sagt einki til hetta, og tað er spell fyri politiska málið hjá samgonguni, heldur formaðurin í fíggjarnevndini.


Veruleikin

Um rakstrarútreiðslurnar á roknskapinum fyri 1997 verða settar til eitt hundrað, so vóru tær sambært roknskapin fyri 1998 101. Fíggjarlógin fyri 1999 vísir 110, og í fíggjarlógini fyri ár 2000, sum varð samtykt mánadagin, er talið 114. Tá eru eykajáttanirnar, sum eru samtyktar í 1999 ikki taldar við, og sjálvandi ikki tær eykajáttanirnar, sum uttan nakran iva fara at verða samtyktar í ár 2000.

Um íløgurnar verða lagdar afturat, og talið fyri ár 1997 framvegis verður sett til eitthundrað, so er talið fyri 1998 101, fyri 1999 110 og fyri ár 2000 117. Í pengum er fíggjarlógin økt við umleið 170 milliónum frá 1999 og til ár 2000. Tá er roknað við, at tær 40 milliónirnar, sum í 1999 vórðu settar av til endurnýgging av fiskiskipaflotanum, ikki verða brúktar. Frá síðst í 1998 og til fíggjarlógina, sum varmtykt fyrradagin, er talan um ein vøstur í útreiðslunum til rakstur og íløgur hjá landskassanum upp á umleið 150 milliónir krónur.

Formaðurin í fíggjarnevndini sigur seg vera so hjartaliga samdan við Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, tá hann í blaðnum í gjár segði, at almennu íløgurnar í samfelagnum eru ikki nóg stórar:

? Øll vita, at tað krevjast stórar upphæddir fyri at fáa millum annað samferðslukervið og heilsuverikið á tað støðið, sum hesi eiga at vera, men sum støðan er nú, er ikki pláss fyri hesum, sigur Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnenvdini.