Fyrr í ár skrivaðu vit um Rannvá Simonsen, sum býr í Nunavut, ið júst hevur fingið sjálvstýri. Eisini hevði pápi Rannvá, Erling Simonsen, forvitnisliga greinarøð um vitjan í Nunavut.
Hóast ein ikki kann siga annað, enn at í Nunavut hava tey hvít jól, so er nógv øðrvísi, enn hjá okkum.
Í Nunavut er vanligt, at pakka gávur upp jólamorgun. Handlarnir hava opið jólaaftan. Tó ætla Rannvá og familjan at gera sum vit, og pakka upp jólaaftan.
Plast og ongan greyt
Vanligt er at hava jólatræ, men tey eru úr plasti. Veruligu jólatrøini eru ov dýr og heldur ikki vøkur, tá tey koma til Nunavut. Tað tekur einar 3 tímar at flúgva tey til Nunavut úr Ottawa.
- Jólatræið verður sett upp fyrst í desember og stendur allan desember, sigur Rannvá.
Jóladøgurðin er kalkun. Men rísgreyt fær Rannvá ikki á jólum, tí hóast vanligt rís er at fáa, so er vónleyst at fáa hendur á greytrísi.
Jólakort og ljósperur
Um veðrið er gott, so ætla Rannvá og familjan í kirkju jólaaftan. Vanligt er, at øll í kirkjuni ynskja hvør øðrum gleðilig jól.
Tó er tað soleiðis, at fleiri fólkasløg og fleiri trúarbólkar eru umboðað á staðnum. Tí er eisini vanligt, at vanliga heilsanin - gleðilig jól, er ein árstíðar heilsan ístaðin.
Vanligt er at gera nógv burturúr jólakortum. Øll geva hvør øðrum jólakort og hesi verða nýtt at heingja á jólatræið, sum jólaprýði.
Og eins og vit so ofta síggja tað í amerikanskum filmum, so hava ljósperur stóran leiklut í hátíðarhaldinum á jólum.
Tað er ikki bert trø og vindeygu, ið verða upplýst. Ofta eru øll húsini prýdd við ljósperum. Onkur hevur eisini lýsandi jólamann úr plasti á tekjuni.
Hvít jól
Nunavut merkir okkara land. Rannvá býr í Iqaluit, ið merkir staðið við nógvum fiski. Har búgva eini 5000 fólk.
Í løtuni eru um 25 kuldastig í Nunavut. Í januar eru vanliga eini 30 kuldastig.
Men Rannvá metir, at veðurlagið er lættari at fáast við, enn í Føroyum, tí tað er so einfalt, og tað er bara at lata seg í eftir umstøðunum. Eru tað eini 5 kuldastig, so kennist tað næstan heitt.
Kavin liggur frá oktober til juni. Um miðan juli hvørvur ísurin á fjørðinum.
Í Nunavut er nú eitt sindur ljóst á morgni, men eftir døgurða er aftur myrkt.
Spøl
Rannvá hevur 2 grønlendskar vinkonur, ið hon júst hevur havt eitt hugnakvøld saman við. Tann eina hevði tá bakað kleynur og vinkonurnar hugnaðu sær. Ein teirra er farin til Grønlands at halda jól.
Í Nunavut eru spøl høgt í metum. Í bygdarhusinum koma t.d. konurnar saman at kasta terning. Hon, ið kastar seks, sleppur at pakka ein væl innpakkaðan pakka upp. Síðani sleppur tann næsta at pakka upp. Tann, ið síðst pakkar upp, fær gávuna, ið er okkurt, ið fólk virðismeta. Ein breyðristari ella kanska ein traditiónellur knívur.
Men eisini onnur spæla og vanligt er, tá t.d. børn eru á vitjan, at roynt verður at fáa tey við í spælið, so tey ikki bert eygleiða, tí á tann hátt merkja tey ikki felagsskapin og hugnan.
Hesa vikuna er bygdarhúsið opið alla vikuna, og m.a. er dansur á skránni.
Ár 2000
Tíðarmunur er millum Nunavut og Føroyar. Í Nunavut eru tey eini 6 tímar aftanfyri okkum í Føroyum. So Rannvá fer inn í ár 2000 nakað væl eftir, at rómurin hevur verið á tindunum í Føroyum.
Nógv verður tosað um ár 2000 trupulleikan í Nunavut. Myndugleikarnir hava sent út faldara, har heitt verður á fólk um at hava battarí klár.
Rannvá var herfyri í bankanum og har høvdu tey lýsingar, har tey løgdu dent á, at alt var klárt til ár 2000 og eingin orsøk var til at taka allan peningin út.
Nógv verður ikki gjørt við fýrverk á nýggjárinum. Tó ætlar býráðið í Iqaluit at skipa fyri onkrum í ár.
- Vanligt er heldur ikki við báli, men vit ætla møguliga at hava bál, sigur Rannvá, sum ynskir øllum í Føroyum eini gleðilig jól og gott nýggjár.










