Welcome to Jamaica man

Diny Sarita Heinesen, er 17 ára gomul, og fyri fyrstu ferð skal hon nú royna at halda jól, uttan at familjan er hjástødd.

Fyri flestu okkara man tað tykjast sum ein dreymaferð, at sleppa yvir á sólskins- og frítíðaroynna, Jamaica. Dreymurin gerst tó kanska nakað kaldari, tá tosað verður um at halda jól í 27 stiga hita, uttan at hava nakran av sínum kæru hjá sær, men hetta fær tó ikki Saritu Heinesen til at missa mótið.


Stættarmunur

Síðani eina ferð í heyst hevur hon hildið til í Kingston Town á Jamaica. Ein býður, sum flestu okkara einans hava hoyrt umúr sanginum hjá UB40. Sarita viðgongur eisini beinan vegin, at lopið av Toftum vestur til Kinston hevur verið rættuliga stórt, og at henni longdist rættuliga illa í byrjanini.

Fólkini, sum hon býr hjá, ella húski hennara, eru tó øgiliga fitt, og sjálv sigur Sarita, at tey gera alt fyri at fáa hana at kenna seg so væl sum gjørligt.

Sum nevnt, so er tó rættuliga stórur munur á lívinum á Toftum og Kingston, og tað, sum Sarita serliga hevur lagt merkis til er, at stættarmunurin er øgiligur.

Fólkið er so at siga býtt í tríggjar stættir. Sjálv býr hon hjá eini familju, sum má teljast millum miðal stættirnar, og heldur hon sjálv, at hetta ikki er so galið.

Bæði »mamman og pápin« hava fast arbeiði, við tað at tey hava ein handil, har list av ymsum slag er til sølu. Fyri nøkrum árum síðani vunnu hesi fitt av peningi, men seinastu tíðina hevur búskaparkreppa verið á Jamaica, so sølan er fallin rættuliga nóg. Sarita leggur tó afturat, at hon sum so ikki líður nakra neyð.


Fátækradømi

Tey lægst løntu í samfelagnum síggja tó út til at líða stóra neyð, og Sarita greiðir frá, at nógvir biddarar eru at síggja á gøtunum í býnum.

Klæðini tey hava á kroppinum eru einastu ognir teirra, og hjá mongum teirra er soleiðis, at tey eiga ikki so mikið sum eitt par av skógvum.

Eisini er vanligt, at ungir dreingir standa við ljóskurvarnar, har teir so royna at vaska forrútarnar hjá teimum bilum, sum eru noyddir at steðga fyri reyðum ljósi.

Sjálvsagt eru so eisini tey, sum eiga nóg mikið av peningi, og hesi eru rættuliga múgvandi sum skilst.

Hús teirra eru álík slottum, og flestu teirra eru eigarar av einum ella fleiri virkjum. Talan er her um rættuliga fá fólk, men hesi fáu eiga so at siga allar ognir í landinum, so lítið røkist fyri, at hesin stættarmunur fer at broytast.


Hevur hildi jól í Avstralia

Sarita sigur annars, at sum so er ikki so stórur munur á jólunum heima hjá okkum, og so jólunum á Jamaica.

Jólatrøð eru at síggja í flestu húsum, og hóast summi teirra eru úr plastik, so eru eisini fleiri, sum hava eitt rættuligt jólatræ. Hon viðgongur tó, at tað kann tykjast eitt sindur løgi, at fólk fara at gera seg til til jóla, samstundis sum hitin táttar upp móti teimum 30 stigunum, men soleiðis er tað bara.

Akkurát hvussu jólini verða hildin veit hon ikki. Tað er tó greitt, at hon saman við húskinum fer út til onnur í familjuni at eta ein jóladøgurða, har tey síðani fara at pakka gávurnar upp.

Hvønn døgurða talan verður um vitsti hon ikki, men eftir at hava spurt mammuna, kom hon aftur til hornið, og greiddi okkum frá, at allarhelst fór tað at vera høsnarungi og rís, sum stóðu á borðinum. Yvirhøvur eta tey rættuliga nógv av høsnarunga á hesi caribisku oynni, men tað tykist tó ikki, sum um Sarita hevur nakað ímóti hesum.

Annars hevur Sarita fyrr hildið jól í fjarskotnum londum, við tað at hon tað einu ferðina hevur verið í Avstralia um hetta mundi. Tá var tað tó saman við familjuni, og hetta er kanska tann størsti trupulleikin, við tað at hon væl kundi hugsað sær at sitið saman við teimum, nú høgtíðin stendur fyri durum.


Bert gentur

Tá januar mánaður kemur, gongur leiðin hjá Saritu so aftur í skúlan, har hon annars hevur jólafrí í hesum døgum.

Ikki er hetta tað sama, sum at ganga í skúla her heima. 1.500 gentur eru á skúlanum, og ikki ein tann einasti drongur. Harumframt skulu tær allar ganga í somu búnum, soleiðis at eingin líkist burtur úr fjøldini. Ikki so mikið sum eitt hvítt hárband er loyvt, tí skal hárband nýtast, skal hetta vera svart.

Hóast hesar treytir, sum onkur kanska vil kalla harðar, so letur Sarita heilsa, og sigur at henni dámar væl yviri í Kingston, hóast tankarnir ofta leita heim til familju, vinir og kenningar.

Væntandi verður Sarita aftur á klettum okkkara komandi summar, og fram til tá biðjur hon okkum heilsa øllum her heima, og ynskja teimum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.