føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore, áðrenn flogfarið skuldi fara. Hetta høvdu fyrireikarnir longu tikið hædd fyri. Teir høvdu ringt til Island Air og spurt [...] sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí F [...] Viðførið skuldi koma til Danmarkar næsta dag og síðan koma heim til Føroyar við Atlantic Airweys. Vit lendu tó í øllum góðum í Vágum kl. 16.30 føroyska tíð, og allir fóru hvør til sín. Soleiðis var ein
upprunaliga ætlað, men kemur stígur í, ber til at gevast eftir hvørt byggistig, men fyribils er onki, sum bendir á tað. Fimta og seinasta byggistig er lagt av til almenn endamál, eitt nú hotel, skrivstovur [...] komið slíkum byggjaríið í ringt orð og tað ávirkar eisini verkætlanina undir Kongavarða. - Eftir upprunaligu ætlanini skuldu vit seta íbúðirnar og raðhúsini í øðrum byggistigi til sølu nú í summar, men av [...] fíggja bústaðarbygging hjá fólki. Men tað er ikki rætt, staðfestir Valbjørn Dalsgarð. - Eg kenni onki til, at tað er verri at fáa fígging nú, enn tað hevur verið, sigur Valbjørn Dalsgarð. Men hann leggur afturat
hestabók. Hon skrivaði bókina til sín sjálvs og ætlaði ikki, at onnur skuldu lesa hana. Men mamman bað lova sær at lesa hana og fekk hugskotið at royna at senda bókini til eitt forlag. Tá Lene var 15 ára [...] Kaaberbøl skriva nógvar bøkur, sum eru umsettar til meira enn 20 ymisk mál og eru útgivnar í nógvum londum. Røðin um Skammaran er eisini umsett til Føroyskt. Veit ikki hvussu søgan endar Men hvussu [...] Tala tínar barnabøkur til vaksin? Ja, tað veit eg, at tær gera. Eg veit at í fleiri familjum, tá foreldrini lesa góða nátt søgur, klára tey ikki at leggja bókina frá sær og kom til at lesa framum. Tað síggi
enda í annan. Hetta man koma undir ÆRUMEIÐING av grovasta slag, og átti hetta, um nakað rættvísi er til, at fingið fylgjur fyri hesar persónar. Tað kundi verið áhugavert, um allir limir fiskimannafelagsins [...] arbeitt av fullum hjarta fyri fiskimannin, har hvør einasti fiskimaður og familja hansara hevur kunnað ringt inn á kontórið, og altíð hevur fingið svar upp á spurningar um ivamál. Trúfastur hevur hann verið [...] seg aftur. Olaf hevur onga orsøk at skammast! Skomm fái tykkum! Mong fólk munnu undrast á orsøkina til, at tríggir nevndarlimir hava valt at stuðla Jan Højgaard, formanni. Hevði Jan Højgaard lopið á bláman
Masilik, og teir arbeiða átta tímar og hava so frí í átta tímar. Tvær manningar hoyra til skipið, og teir eru umborð í seks til átta vikur í senn. [...] men kundi væl verið størri. Vit royna mest í Eysturgrønlandi, og har kann veðrið gerast rættiliga ringt um veturin, sigur skiparin á grønlandska línuskipinum, Masilik, Hans Petur Samuelsen. Mánadagin landaðu [...] Sjómansmissiónini størsta línuskip í danska ríkinum. - Í fyrstani kendist skipið ógvuliga stórt í mun til tey føroysku línuskipini, eg var vanur við. Haraftrat hevur skipið dragingarbrunn, so línan verður
Fólkatinginum. - Eg havi havt fortreð av iskiasnervini, soleiðis at tað hevur verið ringt at gingið, og eg havi gingið til viðgerð. Men, nú gongur betur, leggur fólkatingslimurin aftrat. [...] heiminum í hugnaliga umhvørvinum á Oyrarbakka hava tey jólatræ, og abbabørnini gleða seg sjálvsagt til gávurnar jólaaftan. - Vit tilkomnu fáa eisini gávur, men hjá okkum eru tað ikki gávurnar, sum telja [...] í familjuni. Jólini eru ein stak hugnalig og gevandi tíð, tá dagsins yrki og uppgávur verða lagdar til síðis eina løtu. Edmund og Edfríð eiga trý børn. Tey eru Elsa og Hjalmar, sum búgva í Hoyvík og Sigga
leið, gjørdist átakið størri og størri, til tað til síðst endaði við, at bátasmiðjur, træskerari, smúkkudesignari, listafólk, trummudansarir og eitt heilt kór komu til Amerika at luttaka. Á NMNH-savninum duga [...] fleiri og fleiri av teimum stóru ferðamannaskipunum leggja til seinastu árini. Eg fann á internetium eitt yvirlit, ið fortaldi, at í mun til í 2003, so øktist talið av atløgum í 2004 við 42%. Hetta má [...] tónleikurin var ikki til at taka feil av. Úti er gott, men heima er best. Spennandi verður at fylgja við, hvussu avleiðingarnar verða av átakinum, um tað fer at føra t.d. fleiri ferðfólk til Grønlands, og um
fólk á val í ár, 2983 higartil í mun til 2904 tilsamans í 2012. Tað eru eini 120 fleiri, ið hava valrætt í Klaksvík í ár. Higartil hava 81.8% verið á val í ár, í mun til 74.1%, ið høvdu verið á valið somu [...] Fólkaflokkurin størstur við fimm býráðslimum, men bleiv ikki tikin við í meirlutan. Tað er sjálvandi ringt at spáa um hvat fer at henda, men nógv vænta at borgarstjóraeffektin møguliga fer at hava ein avgerandi [...] Nýtt Sjálvstýri hava ein avtalu um at halda fram, men einki kann sigast við vissu. Um Fólkaflokkurin til dømis loyvir Jógvan Skorheim at sleppa í løgtingið umframt at verða borgarstjóri, kann nógv broytast
lutaíbúðir, almennar leiguíbúðir, 60+ íbúðir, íbúðir til lesandi og byrja at hugsa í alternativum loysnum. Í Íslandi hava pensjónskassar og fakfeløg verið við til at stovna non-profit lutaíbúðar og leigusjálv [...] skulu eisini byggja “non-profit”, tað vil siga, lutaíbúðir, almennar leiguíbúðir, 60+ íbúðir, íbúðir til lesandi og byrja at hugsa í alternativum loysnum. Eg havi fylgt væl við kjakinum um bústaðarpolitik [...] Kortini fer prísurin ikki niður. Tað er nemliga eitt, ið hevur týdning: Tá prísurin er farin upp, so er ringt at fáa hann niður aftur. Sjálvt bankakreppan í 2008, har útboðið hækkaði og eftirspurningurin lækkaði
har færri kemisk evni verða brúkt til at basa lúsini. Atli Gregersen vísir á, at í dag verða so nógv avlúsingarevni brúkt, at tað helst bara er ein spurningur um tíð, til lúsin er mótstøðufør móti øllum [...] tíð í ringum á sjónum hevur fleiri fyrimunir við sær. Á aliráðstevnuni í februar varð víst til ein einstakan ring á Sørvágsfirði, har fiskurin hevði gingið lutfalsliga stutt í sjónum. - Tølini, sum tá vórðu [...] verður sett á sjógv, tess betri er møguleikin fyri trivnaðinum hjá fiskinum. Tað er ein av orsøkunum til, at alifyritøkan Hiddenfjord í Sørvági fer at byggja smoltstøðina á Fútakletti munandi út. Soleiðis