Størri vallutøka enn seinast í Klaksvík

Nógv bendir á, at tað verður høg vallutøka í Klaksvík hesuferð. Seinastu tølini kl. 19 vísa, at tað hava longu verið fleiri fólk á val í ár, 2983 higartil í mun til 2904 tilsamans í 2012. Tað eru eini 120 fleiri, ið hava valrætt í Klaksvík í ár.

Higartil hava 81.8% verið á val í ár, í mun til 74.1%, ið høvdu verið á valið somu tíð í 2012.

Seinasta býráðsval í Klaksvík bleiv Fólkaflokkurin størstur við fimm býráðslimum, men bleiv ikki tikin við í meirlutan. Tað er sjálvandi ringt at spáa um hvat fer at henda, men nógv vænta at borgarstjóraeffektin møguliga fer at hava ein avgerandi leiklut.

Hvar teir koma frá kann bert metast um, men har er bert at taka frá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin hevur bert tann eina býráðslimin valdan. Um so er, at Nýtt Sjálvstýri fær tveir afturat, so verður hann møguliga størstur í Klaksvík og tíkskil ógvuliga ringur at sleppa uttanum í eini býráðssamgongu.

Eygleiðarar á staðnum meta, at Nýtt Sjálvstýri fær í øllum førum tríggjar, men tann fjórði er ivasamur, tó ikki ómøguligur at fáa. Tað sigst, at Tjóðveldi og Nýtt Sjálvstýri hava ein avtalu um at halda fram, men einki kann sigast við vissu. Um Fólkaflokkurin til dømis loyvir Jógvan Skorheim at sleppa í løgtingið umframt at verða borgarstjóri, kann nógv broytast skjótt.

Úrslitið á valinum í 2012:  

 

Fólkaflokkurin:                 1104 atkvøður -  5 vald
Sambandsflokkurin:         215 atkvøður –   0 vald
Javnaðarflokkurin:            440 atkvøður –   1 vald
Nýtt Sjálvstýri:                   522 atkvøður –   2 vald
Tjóðveldi:                           702 atkvøður –   3 vald