Størsta jólagávan er samveran í familjuni

Edmund Joensen hevur havt farloyvi úr Fólkatinginum, tí hann hevur havt fortreð av iskiasnervini, men nú gongur betur.

 

- Jólini eru ein stak hugnalig og gevandi tíð, tá dagsins yrki og uppgávur verða lagdar til síðis eina løtu.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fer at halda jól heima við hús á Oyrarbakka, har tey plaga at samla familjuna jólaaftan. 

Tollaksmessudag plaga Edmund og konan Edfríð at eta ræstan fisk og sperðil, og hetta hevur verið siðvenja hjá teimum gjøgnum mong ár.

- Vit eiga ongan seyð, so tað kjøtið, vit hava, verður keypt. Men, pápi var røktingarmaður, og verfaðir hevði seyð á trøðni við Norðskála. So, hóast vit vóru umgyrd av seyði, hava vit ikki havt seyð sjálvi.

Edmund Joensen sigur, at seinnapartin jólaaftan plagdu tey at fara í kirkju, og um kvøldið verður gás á borðinum. Nú verður so eingin vanlig kirkjugongd jólaaftan og 1. jóladag í ár, tí koronu-støðan loyvir tí ikki.

- Vit hava eina heimagás, og eisini í ár eru nakrir ungar. Hetta plagar at verða døgurðin jólaaftan, og soleiðis verður eisini í ár.   

 

Í heiminum í hugnaliga umhvørvinum á Oyrarbakka hava tey jólatræ, og abbabørnini gleða seg sjálvsagt til gávurnar jólaaftan.  

- Vit tilkomnu fáa eisini gávur, men hjá okkum eru tað ikki gávurnar, sum telja mest, men samveran í familjuni. Jólini eru ein stak hugnalig og gevandi tíð, tá dagsins yrki og uppgávur verða lagdar til síðis eina løtu.   

 

Edmund og Edfríð eiga trý børn. Tey eru Elsa og Hjalmar, sum búgva í Hoyvík og Sigga, sum býr við Norðskála.

- Vit eiga eisini sjey abba-og ommubørn og eitt langabba-og langommubarn, og alt eru gentur, sigur Edmund brosandi.

Hinar jóladagarnar ferðast hjúnini á Oyrarbakka millum børnini, bæði í Hoyvík og við Norðskála.

 

Seinastu dagarnar hevur Edmund Joensen havt farloyvi úr Fólkatinginum.

- Eg havi havt fortreð av iskiasnervini, soleiðis at tað hevur verið ringt at gingið, og eg havi gingið til viðgerð. Men, nú gongur betur, leggur fólkatingslimurin aftrat.

 

- Jólini eru ein stak hugnalig og gevandi tíð, tá dagsins yrki og uppgávur verða lagdar til síðis eina løtu.