Størsta línuskip í danska ríkinum

- Skipið er stórt, men kundi væl verið størri, sigur skiparin á grønlendska línuskipinum, Masilik, Hans Petur Samuelsen.

- Skipið er stórt, men kundi væl verið størri. Vit royna mest í Eysturgrønlandi, og har kann veðrið gerast rættiliga ringt um veturin, sigur skiparin á grønlandska línuskipinum, Masilik, Hans Petur Samuelsen. Mánadagin landaðu teir 80 tons av avhøvdaðum toski í Nuuk eftir at hava fiskað í átta dagar.

 

Grønlandstoymið hjá Føroysku Heimamissiónini vitjaði umborð mánadagin, og her fingu tey at vita, at Masilik er bygdur í 2001. Hann er 52 metrar langur, 11,5 metrar breiður og lastar 360 tons av frystum fiski.

 

Masilik er sambært Føroysku Sjómansmissiónini størsta línuskip í danska ríkinum.

 

- Í fyrstani kendist skipið ógvuliga stórt í mun til tey føroysku línuskipini, eg var vanur við. Haraftrat hevur skipið dragingarbrunn, so línan verður drigin upp ígjøgnum skipið, sigur Hans Petur Samuelsen við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Skiparin vísir á, at hetta riggar sera væl, og haraftrat kunnu teir fiska í vánaligum líkindum, tí allir menn arbeiða inni, sum hann tekur til.

 

Masilik hevur eginkvotu í Eysturgrønlandi og royndarkvotu í Vesturgrønlandi. Tað eru Ice Trawl Greenland og Royal Greenland, ið eiga skipið, sum er skrásett í Sisimiut. 18 mans, grønlendingar og føroyingar, eru við Masilik, og teir arbeiða átta tímar og hava so frí í átta tímar.

 

Tvær manningar hoyra til skipið, og teir eru umborð í seks til átta vikur í senn.