Eitt er at verða uppsagdur úr starvi, men at verða skírdur brotsmaður og tjóvur, illoyalur, og tað, sum verri er, er ikki hissini ákæra. Tað, sum er mest skelkandi, er, at tað er ein STÓR LYGN úr einum enda í annan. Hetta man koma undir ÆRUMEIÐING av grovasta slag, og átti hetta, um nakað rættvísi er til, at fingið fylgjur fyri hesar persónar. Tað kundi verið áhugavert, um allir limir fiskimannafelagsins taka undir við hesari viðferð, Olaf hevur fingið. Eg loyvi mær at ivast. Sum øllum kunnugt hevur Olaf arbeitt av fullum hjarta fyri fiskimannin, har hvør einasti fiskimaður og familja hansara hevur kunnað ringt inn á kontórið, og altíð hevur fingið svar upp á spurningar um ivamál. Trúfastur hevur hann verið móti fiskimanninum og teirra avvarandi í samfull 35 ár. Umframt tað hevur hann havt so ófatiliga nógvar aðrar týdningarmiklar uppgávur í FF, og alt, hann hevur fingist við, er væl úr hondum greitt, og tað uttan grenj ella viðmerkingar.
Eg kann leggja aftrat, at Randi, kona Olaf, sum tíverri ikki er ímillum okkum meira, men sum altíð var honum ein dyggur stuðul, mangan segði við hann: Hví flytur tú ikki bara heim á Fiskimannafelagið? Tú ert altíð har kortini. Hetta lýsir væl, hvussu nógv Olaf ofraði seg fyri FF og fiskimannin.
Olaf er tann triði persónur, ið stendur mær næst, sum hevur eina sjúku, har likamið spakuliga viknar. Olaf er greiður um sína støðu og veit, hvønn veg tað ber.
Sum onkur annar hevur orðað tað, veit eg, at Olaf flýtur tungt á sjónum og hevur fingið alt ov nógvar brotasjógvar oman yvir seg. Kortini hevur hann hvørja ferð hórað undan og er farin oman á FF at gera tað, sum hevur ligið honum fremst á hjarta við tí nærlagni, samvitsku og góðsku, hann altíð hevur kent fyri fiskimanninum.
Men nú er hann av formanninum í FF og hansara viðhangi trýstir undir vatnskorpuna og hildin har. Hann fær ongantíð luft aftur og kemur aldri fyri seg aftur. Olaf hevur onga orsøk at skammast!
Skomm fái tykkum!
Mong fólk munnu undrast á orsøkina til, at tríggir nevndarlimir hava valt at stuðla Jan Højgaard, formanni. Hevði Jan Højgaard lopið á bláman, høvdu teir so lopið aftaná? Næstformaðurin var at síggja í sjónvarpinum og skuldi líkasum traðka til, tí formaðurin var uttanlands. Eg haldi, at allir føroyingar krympaðu tær, tá hann slongdi út, at hann ikki kendi mun á burturvísing og uppsøgn. Hann helt tað vera meira lempuligt eftir at hava hongt Olaf út sum ein BROTSMANN! Hetta eru menn, sum skulu eitast at stýra eitt av størstu fakfeløgum í Føroyum! Eg meini tað!
Eg frøddist, tá Gunnleivur Dalsgarð var í sjónvarpinum og øtaðist um framferðina hjá Jan Højgaard. Hann helt tað vera eina framferð, sum fakfeløgini og serliga Samtak, sum umboðar fakfeløg, teirra millum Fiskimannafelagið, átti at tala at, men higartil hevur bara verði TØGN frá Samtaki? Ímyndi mær, at hevði onkur privatur arbeiðsgevari ella onkur almennur givið einum løntakara hesa skammiligu viðferð, Olaf hevur fingið, skuldi Samtak nokk farið upp á barrikadurnar og geylað. Ella er tað veruliga so galið, at øll fakfeløgini í Samtak sláa ring um formannin í FF eftir eina so lemjandi viðferð av Olafi?
Forkvinnan í Samtaki, Sonja Jógvansdóttir, segði seg taka fult undir við avgerðini hjá meirilutanum í FF. So er spurningur mín: Tekur hon fult undir við skammiligu ákærunum, Olaf verður lagdur undir - nærmast at hava stolið úr kassanum og framt innbrot, og hálaður ígjøgnum hetta sjúkliga Watergate’ið hjá Jan Højgaard, sum er blivið so staðiliga afturvíst?
Henda skemdargerð, sum Jan Højgaard og hansara stuðlar hava framt ímóti Olafi, krevur onki minni enn eina almenna og treytaleysa umbering frá teimum fýra fýrunum, ið standa aftanfyri, um tað yvurhøvur er nakað mannfólk í teimum!
Hinir tríggir nevndarlimirnir, Fríðrik Sivertsen, Eyðun Johannesen og Karl Isaksen, eiga eina stóra tøkk fyri at hava stuðlað Olafi. Tað veit eg, at hann gleðist um í allari neyðini og hesi sváru tíð.
Niðurstøða mín er hon: At sum formaður í Føroya Fiskimannafelag , er SKOMMIN eina og aleina tín, Jan Højgaard.